hósdagur 30. oktober 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. oktober 2008
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
SvF • Mánadag 3. kl. 21.00
»Valið« - forsetaval 2008
Týsdagin, 4. novembur, gera amerikanarar av, um
næsti forsetin skal eita Barack Obama ella John
McCain. Veljararnir skifta millum ræðslu og vón,
men samdir eru teir um, at bæði valevnini eru ein
góð broyting í amerikonskum politikki. Amerikanski
leikstjórin Michael Kirk hevur fylgt báðum
valevnunum síðan 2004.
SvF • Fríggjadag 31. kl. 19.15
»Espresso« - 1
Ein stutt konsentrerað føroysk sending, ið setur
sjóneykuna á mentan og list. »Bleyta« mentanarøkið
fær her »harða« journalistiska viðferð, hóast pláss
eisini er til list, hugna, at hitta áhugaverd listafólk og
at hugleiða.
Discovery • Mánadag 3. kl. 20.00
»Mythbusters« - sjóverk?
Alt sjónvarpsliðið hjá Mysthbusters fer í sving við at
finna ein munagóðan miðil ímóti sjóverki. Alt verður
tikið upp og vigað, t.d. elektorsjokk og homøopatiskan
heilsudrykk. Men finna tey eina loysn uppá hetta???