Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 30. oktober 2008 Gomul ætlan gerst veruleiki Nógv tøknilig útgerð og nógv menniskjanslig orka krevst til at framleiða eina einstaka sjónvarpssending, og nógv meiri av øllum hesum, tá ein hevur sett sær fyri at fara undir eina heilt nýggja sjónvarpsrás. Hetta eru tey í Iktus fult greið yvir. Er tað nakað sum familja hennara veit alt um, so man tað vera, hvussu ein kann fáa eina útvarpsrás, eitt sendinet og nú eina sjónvarpsrás at virka við lágum kostnaðarstøði, uttan at tað neyðturviliga skal ganga út yvir góðskuna. Í miðlahúsinum í Søldarfirði hava tey longu nógvar av teimum installasjónunum, sum krevjast til eina útvarpsrás. Men tá talan er um framleiðslu av sjónvarpi, krevst munandi meiri enn til útvarp. Í eini tvey ár hava tey sett sær fyri at fara undir hetta tiltakið. Og tá Miðlahúsið í Vágsbotni í oktober mánaði í fjør keypti útvarpsrásina Rás2, varð av álvara farið undir hesa ætlanina. - Í vár varð eg spurd, um eg hevði hug at standa fyri hesi kristiligu sjónvarpsrásini. Og eg svaraði bara játtandi. - Síðani tá hava vit arbeitt við fullari ferð við hesi ætlanini, sum í dag er vorðin veruleiki, greiðir Anja Hansen frá. Í leiðsluni fyri rásina er umframt Anju, eisini Randi Jacobsen og Beinta Jacobsen. – Tað krevst ein góð porsjón av ideal­­ismu at reka eina sl­­íka kristil­­iga sjónvarps­ støð sum Iktus. Men hesa ideal­­ismuna eiga vit og saman við royndum okkara við útvarpi og tøkni, l­­eggja vit íðin til­­ brots í dag, sigur pro­ graml­­eiðarin Anja Hansen. Støðin verður fíggjað við gávum og stuðl­­i frá fól­­ki SjónvarpSráS Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Søldarfjørður: - Tú, Jan. Hvar er handa bláa taskan við upptøkutólinum? Hon var her í nátt! Tað er rokaligt her í miðla- húsinum framvið landsveg- num á Steinamørk í Søldar- firði. Seinastu tíðina hava dagarnar nærum gingið út í eitt. Bæði um dagin og til langt út á náttina hava tey stríðst fyri at rigga alt til, nú tann fyrsta kristiliga sjónvarpsrásin skal í luftina seinnapartin í dag. Hóast húsið er væl útgjørt til framleiðslu av útvarpi, skal meiri enn tað til, nú almenna móttøkan og tann fyrsta sjónvarpssendingin verða fyrireikaðar. - Ja, hetta er ein strævin tíð. Men samstundis er tað øgiliga spennandi at verða við til hetta, sigur Anja Hansen, sum saman við bróðuri sínum, Jan Jacobsen vóru til farin til arbeiðis tíðliga gjáramorgunin. Tey og mong onnur høvdu arbeitt til langt út á náttina, men hetta forðaði teimum ikki í at vera til reið- ar, tá umboð fyri Miðlahúsið í Vágsbotni stukku inn á gólvið. Her var veruliga nógv eft- ir at gera, millum annað var stóra upptøkustudio’ið ikki liðugt, eins og ymiskt av teirri tøkniligu útgerðini heldur ikki var sett til – tá! - Men vit verða til reiðar, tá móttøkan verður, slær Anja Hansen fast. Í sjónvarpsrásini Iktus fer dentur at verða lagdur á kristiligar sendingar. Og ynski teirra er, at fólk úr so mongum samkomum sum tilber vilja gera sendingar. - Sohvørt sum áhugin fyri at gera sendingar økist, kunnu vit samstundis víðka senditíðina! Onnur mentan Fyri Anju og allar hinar per- sónarnar aftanfyri nýggju sjónvarpsrásina er greitt, at tey hava eitt endamál við hesi ætlanini: At bera gleði- boðskapin út í Føroyum og uttanlands. Í hennara tíð sum kontakt- persónur hjá God Channel fekk hon mangan at vita frá fólki, at tey ikki altíð skiltu tað enska málið, sum varð brúkt í sendingunum. - Hetta gjørdist líkasum ein neyð fyri meg – hetta, at kunna geva teimum før- oysku hyggjarunum nakrar kristnar sendingar á teirra egna máli og sum tey kundu skilja, greiðir Anja íðin frá. Á nýggju sjónvarpsrásini fara tey tí at leggja dent á føroyskt tilfar við føroysk- um vertum. Byrjað verður við smáum bitum, men sum seinni kunnu menna seg enn meiri í framtíðini. Av- tala er longu gjørd við Svenning av Lofti, eins og við Poul Johan Djurhuus, sum longu hevur gjørt onkra sendingina. Hvussu nógva senditíð, ið talan kann gerast um, er ilt at meta um í løtuni. Men ætlanin er somuleiðis at seta fleiri føroyingar í sving við at framleiða hesar før- oysku sendingarnar. - Tað er jú eisini tað, at nógv av tí, sum verður sent í God Channel er úr eini aðrari mentan enn okkara. Tær passa líkasum ikki heilt til okkara stíl, og tí hava mong heldur ynskt føroyskt tilfar. - Hetta ætla vit eisini at leggja størsta dentin á, sigur nýggi programleiðarin. Fimm dagar um vikuna Seinnapartin í dag verður so almenn móttøka í miðla- húsinum í Søldarfirði, og her fer ein vertur at standa fyri sendingini. Henda sendingin varar frá klokkan 15 og til út ímóti klokkan 6, har møgu- leiki verður hjá gestum at hyggja eftir umstøðunum og annars fáa møguleika at heilsa uppá starvsfólkini. - Ætlanin er eisini, at onkur teirra sleppa í studio at bera fram eina heilsan til hyggjararnir kring landið, sigur Anja Hansen. Hetta er so bara tann allar- fyrsta sendingin hjá Iktus. Í komandi viku er ætlanin at byrja av álvara, men við var- semi 1 til 2 tímar um dagin fimm ferðir um vikuna – frá mikudegi til sunnudag. Tey fara at byrja við send- ingum klokkan 11 um morg- unin, og verður henda end- ursend seinnapartin og aftur um kvøldið. Sum skilst verður sendingin frá móttøk- uni endursend fríggjadagin. - Men leygardagin og sunnudagin verður okkurt nýtt á skránni, og síðani leggja vit av álvara til brots, sigur Anja Hansen. Ikki fyrrenn mikudagin í næstu viku koma sendingar- nar í regluliga legu. - Tá fara vit at kunna lýsa við teim sendingunum, sum verða á skránni teir næstu fimm dagarnar. At reka einhvørja sjón­ varpsrás krevst nógv, millum annað peningur. Hesin er eisini ein avger­ andi treyt fyri send­ ingunum hjá Iktus. Anja og hini hava tí hoyrt mangar ferðir, at fólk seta spurnartekin við, um tað yvirhøvur ber til at reka eina kristiliga sjónvarpsrás í Føroyum. »Verður tað ikki bara so, at tit byrja, men mugu gevast at senda stutt aftaná?« ­ Ja, tað eru sjálvandi altíð fólk, sum halda at hetta kann ikki at bera til. Tað søgdu tey eisini, tá vit byrjaðu við Rás2 á sinni, sigur hon avgjørd. Fólk høvdu helst eisini orsøk til at siga hetta tá, tí stutt frammanundan hevði útvarpsrásin »Atlantic Radio« lagt árarnar inn. Hetta var ikki tí, at fólk ikki lurtaðu, men heldur tí at trupult var at fáa økonomi í raksturin. Júst hetta við fíggjarstøðuni er eitt, sum fólkini í miðlahúsi­ num í Søldarfirði eru vitandi um. Og tey hava tí eisini tikið síni var­ semisráð í hesum sam­ bandi. ­ Eins og vit gjørdu tað við Rás2, so fara vit at leggja varliga út ­ ikki seta okkum ov høg mál beinanvegin ella spenna bogan ov hart. ­ Verður tað ikki gjørt ov kostnaðarmikið, so eigur tað at kunna bera til, sigur Anja Hansen. »Tað er jú eisini tað, at nógv av tí, sum verður sent í God Channel er úr eini aðrari mentan enn okkara. Tær passa líkasum ikki heilt til okkara stíl, og tí hava mong heldur ynskt føroyskt tilfar« »Eins og vit gjørdu tað við Rás2, so fara vit at leggja varliga út - ikki seta okkum ov høg mál beinanvegin ella spenna bogan ov hart« »Verður tað ikki bara so, at tit byrja, men mugu gevast at senda stutt aftaná?« Tað skal bera til - Vit byrja við fáum tímum og fara so líðandi at útbyggja senditíðina, sigur Anja Hansen, programleiðari í sjónvarpsstøðini Iktus. Hon vónar, at nógv sjálvboðin vilja brúka tíð og kreftir til framleiðslu av kristiligum sjónvarpi í Føroyum Jan Jacobsen, bróður Anju og sonur navnframa miðlamannin, Petur Jacobsen í Søldarfirði, leggur síðstu hondina á ta tøkniligu útgerðina. – Nógv er eftir at gera, men alt verður klárt seinnapartin, sigur hann tíðindi 29