hósdagur 30. oktober 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 tíðindi
Nr. 209 - 30. oktober 2008
- Tað líkist ongum,
sum útlendskir
fiskimenn umborð
á føroyskum
skipum verða
viðfarnir í føroysku
skipanini. Teir fáa
ikki minstuløn,
sigla ikki undir
føroysku sjómans-
skattaskipanini, og
eg veit um dømir,
har teir hava havt
trupulleikar við p-
talinum, soleiðis at
teir ikki fáa fatur á
sínum pengum við
úttøkukorti sum aðrir
borgarar í Føroyum,
sigur Henrik Nielsen
Fiskimenn
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Henrik Nielsen hevur siglt
saman við eitt nú pólskum
fiskimonnum í Føroyum,
og hann hevur eisini havt
við hesar menn at gera í
landi. Hann hevur vitjað
teir, har teir búgva í hugna
ligum húsum, sum reiðarin
hevur útvegað teimum.
Eg kann bera reiðar
anum, Haldan Haldansen í
Vestmanna, sum eg eisini
sjálvur sigli hjá, alt gott.
Hann hevur gjørt nógv fyri,
at hesir menn skulu trívast
umborð á skipunum – og
ikki minni í landi, har teir
búgva í góðum húsum
Havn.
Henrik siglir við línuskip
inum Vesturhavinum, og
har hevur hann eisini verið
saman við pólskum fiski
monnum, sum eru komnir
til Føroya um P/F Crew at
hjálpa reiðaríum at manna
línuskipini, nú tað í langar
tíðir hevur verið trupult at
fingið nógmikið av fólki.
Men, sum eg havi skilt
og partvís eigi prógv um, er
tað nógv, sum haltar í
almennu skipanini hjá hes
um monnum, sum vit hava
fingið heim higar at hjálpa
okkum.
Eingin trygd
Henrik sigur, at hann situr
við eini avrokning hjá ein
um pólskum fiskimanni,
sum hevur fingið 4.000
krónur í 40 dagar.
Sum eg havi skilt, er
hetta ikki tað, sum honum
varð lovað, tá hann kom til
Føroya. Fiskimaðurin segði,
at hann hevði eina avtalu
við Sp/f Crew um, at hann
skuldi fáa 3.000 evrur um
mánaðin. Hetta svarar til
umleið minstulønina hjá
einum føroyskum fiski
manni.
Á heimasíðuni hjá crew.
fo stendur, at hetta er eitt
felag við føroyskum eig
arum, sum hevur drúgvar
royndir úr sjólívinum, norð
urlendsku frálandavinnuni
og innan fiskiskap.
Vit meta okkum at vera
tey røttu til at finna rætta
starvsfólkið – um tað er ein
skipsførari, mekanikari ella
okkurt heilt annað, sigur
felagið.
Henrik vísir á, at hann
hevur
ikki
kannað
øll
viðurskifti út í æsir, sum
útlendsku
fiskimenninir
umborð á føroyskum skip
um sigla eftir, men hann
ásannar, at okkurt er, sum
haltar álvarsliga í skipan
ini.
Eg ivist onga løtu í, at
flestu reiðarar gera sítt
besta fyri at fáa hesar menn
at trívast. Hetta havi eg sum
nevnt eisini sæð sjálvur, tá
eg havi vitjað teir, sum eg
eri komin at kenna.
Skipanin haltar
Hann heldur, at tað er
almenna skipanin í Føroy
um sum haltar og ger tað
trupult
hjá
útlendskum
fiskimonnum at fáa sømilig
kor í landinum.
Eg haldi, at tað líkist
ongum,
sum
útlendskir
fiskimenn verða viðfarnir
av almennu Føroyum. Teir
fáa ikki minstuløn, sigla
ikki undir føroysku sjó
mansskattaskipanini, og eg
veit um dømir, har teir hava
havt trupulleikar við p
talinum, soleiðis at teir ikki
fáa fatur á sínum pengum
við úttøkukorti, sum aðrir
borgarar í Føroyum. Eg
havi skilt, at teir fáa eitt
fyribils ptal, sum eitt nú
bankarnir ikki vilja góðtaka,
og tískil kunnu teir ikki fáa
eitt vanligt úttøkukort.
Henrik vísir á, at allir
føroyskir fiskimenn eru
tryggjaðir minstuløn, um
veiðan ikki eydnast, og
somuleiðis eru teir undir
sjómansskattaskipanini.
Hinvegin fáa útlendsku
fiskimenninir
hvørki
minstuløn, ei heldur tann
lætta, sum eru í skatta
skipanini hjá okkara sjó
fólki. Hetta merkir, at teir
– umframt at fáa lítið burtur
úr, tá fiskiveiðan svíkur –
eisini verða hart skattaðir,
soleiðis at lítið er eftir.
Hann sigur, at onkur av
monnunum, sum umborð á
føroyskum línuskipi gjørdi
góðan túr í Íslandi, varð
brandskattaður, soleiðis at
lítið var eftir av avrokn
ingini, tá alt kom til stykk
is.
Eg haldi, at føroyska
samfelagið átti at virt hesar
menn og givið teimum
somu sømdir, sum vit geva
okkara egna sjófólki. Hesir
eiga ikki at verða øðrvísi
viðfarnir í okkara skipanum
enn okkara egnu borgarar,
heldur hann.
Vánaligt lógarsmíð
Henrik
heldur,
at
ein
orsøkin til vánaligu umstøð
urnar hjá eitt nú pólskum
fiskimonnum í Føroyum er,
at lógin um at taka fólk í
Útlendskir fiskimenn óvir
- Eg ivist onga løtu
í, at flestu reiðarar
gera sítt besta fyri
at fáa útlendsku
fiskimenninar at
trívast. Hetta havi
eg sæð sjálvur, tá eg
havi vitjað teir, sum
eg eri komin at kenna,
sigur Henrik Nielsen.
Myndin er av Haldan
Haldansen, reiðara
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Aker Seafood letur aftur í Thyborøn
Meðan Aker Seafood hevur latið aftur verksmiðjuna í Thyborøn í
Danmark, ætlar felagið sum skilst at varðveita virksemið í Hvide
Sande. Ein partur av framleiðsluni, sum Aker Seafood hevði í
Thyborøn, verður ætlandi flutt til onnur virki, sum felagið hevur í
Danmark. Felagið sigur, at arbeiðsfólk, sum vóru á virkinum í
Thyborøn, kunnu fáa arbeiði hjá felagnum í Grenå. Tað var gamla
danska felagið Thorfisk, sum norska stórfelagið keypti fyri nøkrum
árum síðan, ið átti virksemið, sum Aker Seafood seinastu árini
hevur átt og rikið.