Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindi Nr. 209 - 30. oktober 2008 ðiligar umstøður triðjalondum til Føroya, varð skundað ígjøgnum á løgtingi. - Eg vænti, at lógarsmíðið hevur verið ov vánaligt, og at hesir menn soleiðis hava alt ov trupult við at fáa lut í teimum ágóðum og sømd- um, sum føroyska samfel- agið veitir okkara egna sjó- fólki og borgarum annars. Hann sigur, at tá túrur gevur minstuløn, og einki er at avrokna til manningina, er neyðugt, at hesir menn, sum komnir eru higar at arbeiða, hava onkra trygd sum heldur, tá brúk er fyri henni. - Eg dugi soleiðis slett ikki at síggja, at tað er hjá reiðaríunum, at trupulleikin liggur, men í skipanunum hjá almennu Føroyum – og kanska hjá felagnum, sum hevur fingið hesar menn higar til lands. Men, sum eg nevndi í áðni, kenni eg ikki nóg væl til avtalurnar millum útlendsku fiski- menninar og Sp/f Crew, sigur hann. Henrik vísir á, at pólsku fiskimenninir, sum hann hevur verið saman við, eru dugnaligir og arbeiðssamir, og hann heldur, at hesir hava havt stóran týdning fyri okkara línuveiði, nú tað hevur gingið so striltið hjá fleiri línuskipum at fáa nógmikið av fólki. Fleiri tosa væl enskt, aðrir tosa minni væl, men hetta eru dámligir menn. Ikki til mat - Eg havi møtt pólskum fiskimanni, sum ikki átti til mat, tá teir komu heim av skipi, tí viðkomandi ikki fekk fatur á sínum peningi í bankanum. At síggja til detta hesir menn, sum vit hava fingið heim higar at arbeiða, niður ímillum meskarnar í skipanini, og tað haldi eg ikki, at vit sum framkomin tjóð kunnu til- láta okkum, sigur Henrik Nielsen. Fylgja málinum Sosialurin fer at fylgja málinum um eitt nú pólsku fiski- menninar í Føroyum og fer at lýsa teirra umstøður betur og neyvari. Vit fara eisini at tosa við Sp/f Crew, reiðarar, manningarfeløg og føroyskar stovnar og mynd- ugleikar - Eg haldi, at føroyska samfelagið átti at virt útlendsku fiskimenninar í Føroyum og givið teimum somu sømdir, sum vit geva okkara egna sjófólki. Hesir eiga ikki at verða øðrvísi viðfarnir í okkara skipanum enn okkara egnu borgarar, heldur Henrik Nielsen Mynd: Vilmund Jacobsen Donsk skip og bátar hava í ár fingið munandi minni fyri hvørt kilo av landaðum ráfiski og skeljadýrum enn somu tíð í fjør Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrsti níggju mánaðirnar í ár eru størri nøgdir av fiski komnar upp á land í Danmark enn somu mán- aðir í fjør, men krónurnar, sum danir hava fingið fyri fiskin, eru minni. Hetta merkir, at lægri fiskaprísir trýsta danska fiskiflotan, umframt hækkandi oljuútreiðslur í mun til somu mánaðir í fjør. 2% minking Danska fiskivinnuumsit- ingin sigur, at virðið av landaðum fiski fyrstu níggju mánaðirnar í ár er heldur minni enn í fjør. Talan er um 1.864 miljónir krónur í ár móti 1.910 miljónum krónum í fjør. September mánaði í ár hevur tó verið rímiliga góður og gjørdi, at mun- urin millum árið í ár og í fjør minkaði nakað. Í september í ár seldu donsk skip fyri tilsamans 273 miljónir krónur móti 215 í september í ár. Samlaða minkingin í søluni í ár er umleið 2%. Fleiri tons Landaða tonsatalið higar- til í ár hevur tó verið størri enn somu tíð í fjør. Fyrstu níggju mánað- irnar í ár vórðu landaðu tilsamans 530.000 tons av fiski og skeljadýrum móti 465.000 tonsum somu mánaðir í fjør. Donsk fiskivinna hevur soleiðis tjent munandi minni higartil í ár enn í fjør – fyri hvørt kilo av landaðum fiski. Donsk fiskivinna hevur tjent munandi minni higartil í ár enn somu tíð í fjør – fyri hvørt landað kilo av landaðum feskum fiski og skeljadýrum Størri nøgdir og lægri prísir Stuðul til danskar havnir Tær fýra donsku havnirnar, Skagen, Thyborøn, Læsø og Strandby hava fingið stuðul til seks verkætlanir tilsamans. Endamálið við stuðlinum er, at hesar havnir skulu gerast betri førar fyri at uppfylla ynskini hjá fiskivinnuni. Eitt nú skulu viðurskiftini gerast tryggari, samstundis sum landingarviðurskiftini skulu betrast. Málið við hesum er, at hesar havnir skulu fáa fleiri landingar. Verkætlaninar byggja eitt nú á at dýpa havnirnar, veksa um atløgusíðuna og styrkja pierarnar. Eisini skal tænastan, sum havnirnar veita, mennast.