Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-30, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 30. oktober 2008 33 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Tríggir fagnaðir um viku­ skiftið Tað verður skip­að fyri Fim­leikafagn­ aði annað hvørt ár, og í ár verður fagnaðurin 1. og 2. novem­bur 2008, og er hetta 11. ferðin, ið fagnaðurin verður Fimleikur Tíðindaskriv Tríggjar framsýningar eru á skránni. Leygar­ kvøldið klokkan 18. Og sunnudagin klokkan 15 og klokkan 18. Atgongu­ merkir kunnu keypast í Norðurlandahúsinum og á Kunningarstovunum kring landið. Fimleikafagnaðurin er eitt tað størsta tiltakið, Fimleikasambandið skip­ ar fyri. Her verður fim­ leikur vístur á ein ørvísi hátt. Feløgini fáa eitt evni, ið tey skulu lýsa við fimleiki/framførslu, ljóði/ljósi, samanspæli/ heildarmynd. Evnið í ár er: Mót­ setningar. 10­12 dómarar verða valdir at døma. Tað er ikki neyðugt, at hesir dómarar hava nakað ávíst samband við fimleik, men miðja verður ímóti at finna dómarar við ymiskum førleikum í fjøl­ broyttari vinnu. Dómar­ arnir fáa 15­20 min., eftir framførslurnar hjá fel­ øgunum, at tosa saman, og leggur síðani ein teirra fram, hvør vinnarin er. Í ár hava fýra feløg meldað til. Tey eru: Fim­ leikafelagið Flog, Fim­ leikafelagið Støkk, Fim­ leikafelagið Ljósið og Havnar Fimleikafelag. Tey hava umleið 100 lut­ takarar hvør. Feløgini hava 15 min. at framføra teirra lýsing av evninum við breiddini í feløgun­ um. Avgerðin, um hvør hevur lýst ársins evnið “Mótsetningar” á besta hátt, fellur aftaná at fel­ øgini hava framført sunnukvøldið kl. 18.00. Í seks førum­ eru føroyskir svim­jarar ovast á europ­iska ratinglistanum­ í svim­jing Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Enn er svimjiárið 2008/09 ungt, men ikki kann sigast annað enn, at føroyskir svimjarar gera vart við seg. Í løtuni eru Pál Joensen og Elspa Mørkøre nevnliga fremst á trimum europiskum senior­listum. Pál eigur higar til bestu tíðirnar á 400, 800 og 1500 metra frí, og hjá kvinnunum eigur Elspa Mørkøre bestu tíðina á 50 og 100 metra rygg, umframt at hon eigur bestu tíðina á 200 metra umfarinum frísvimjing­sta­ fettini. Talan er sjálvandi um ein sera ungan ratinglista, sum uttan iva broytist nógv, so hvørt sum svimjiárið líður. Men á svimjing.com tekur Jón Bjarnason til, at hini altso skulu oppa seg, um tey skulu vera til reiðar at kappast móti Páli og Elspu, tá EM verður í Kroatia í desember mánaði. Pál og Elspa leggja støðið Elspa Mørkøre umboðar nú Danmark í altjóða høpi, og higar til hevur hon bestu tíð á trimum ymsum ratinglistum. Tað sama hevur Pál Joensen ­ Tá sp­ælið ikki gongur eftir vild, so m­ugu m­enn stríðast nógv m­eira, enn vit gjørdu í dag, helt Hans Áki Dal Christiansen eftir landsdystin m­óti Serbia Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við 21­40 tapi fingu før­ oysku hondbóltsharrarnir veruliga oyruni í serbisku maskinuna í gjár. ­ Vit vistu av, at teir vóru góðir. Men vit gera eisini okkara mistøk longu tíðliga í dystinum. Vit skora ikki nóg væl, og heldur ikki í verjupartinum standa vit nóg væl. Teir koma fleiri ferður út um bakkarnar at skjóta, og teir hava altso nøkur øgilig skot, sum sita at kalla hvørja ferð, segði Hans Áki Dal Christiansen, tá vit tosaðu við hann beint eftir dystin. Longu leygardagin skal føroyska liðið aftur spæla. Tá eitur uppgávan Bosnia á útivølli, og Hans Áki ásann­ ar, at tað er nógv, sum arbeiðast skal við komandi dagarnar. ­ Eg hevði ikki væntað, at tað var somikið nógv, men har er heilt nógv hjá okkum at fara ígongd við. Men er talan ikki eisini um heilt smá ting, sum – um tey verða justerað – kunnu geva eitt munandi betri úrslit? ­ Jú, og tekur tú bara møguleikarnar, har vit eiga at skora, so er talan kanska um eini 10 bóltar, sum vit skuldu fingið í kassan aftur­ at. Og teir avbrennararnir gera kanska eisini, at tað verður tyngri at halda høvd­ inum uppi? ­ Ja, men tað er heldur ikki nóg gott hjá okkum. Vit tosaðu áðrenn dystin um, at nú skuldu vit vísa teimum, at vit eisini kundu spæla við. Men á vøllinum vóru vit ov nógvir, sum spældu við høvdinum undir arminum. Gongur tað illa á vøllinum, so mugu vit stríð­ ast meira fyri sakini, enn vit gjørdu í dag. ­ Men nú fáa vit so ein nýggjan dyst longu leygar­ dagin. Og eg ivist ikki í, at tann parturin verður betri, hóast talan nú heldur ikki verður um nakra lætta upp­ gávu í Bosnia, sigur Hans Áki Dal Christiansen. Mugu kempa meira Hasir menninir mugu ikki sleppa inn um tríggjar- meturin at skjóta, helt Hans Áki um skotsterku serbisku mótstøðuna Mynd: Álvur Haraldsen