hósdagur 30. oktober 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 209 - 30. oktober 2008 ]
Føroyska manslands
liðið fekk eina ordans
fleingju móti Serbia.
Dysturin vísti fyrst og
fremst, at eru okkara
ikki 125% uppi at
koyra, fellur hamarin
hart á altjóða
pallinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
»Kom til babba«
Soleiðis stóð á forsíðuni á
dystarfaldaranum, og eisini
í lýsingum, sum hava verið
undan landsdystinum móti
Serbia.
Orðingin skuldi nok vísa
til amerikanska hugtakið,
har trúgvin á egnan mátt
verður brúkt til at vísa
avbjóðaranum, at nú skalt
tú vænta tær bank. Og í so
máta var vendingin kanska
rættiliga beinrakin.
Men hon vendi nú skeivt,
tí tað vóru ikki okkara, sum
góvu nøkrum bank. Heldur
var dysturin ein ímynd av,
tá lítlir dreingir eina løtu
sleppa upp á lærið hjá
teimum stóru.
Skeivt upp á bein
Fyri lítlum ári síðani framdi
okkara
hondbóltslandslið
eitt tríkvart bragd, tá teir
eftir ein sera spennandi dyst
at enda máttu lúta við fimm
málum móti stórfavorittun
um úr Serbia.
Tí vóru vónirnar ikki
heilt ongar hesaferð, men
tað tók bert nakrar heilt fáar
minuttir, áðrenn tað stóð
teimum flestu greitt, at
eingin endurtøka av tí
dystinum var í væntu.
Eitt var, at serbiska liðið
sýndi mest sum ræðandi
styrki. Til støddar mundu
serbisku meðaltølini vera á
leið 10 sentimetrar og 15
kilo hægri enn okkara. Og
tá
menninir
samstundis
høvdu framúr tekniskan
førleika, skuldi tað verða
trupult hjá okkum.
Men eins týdningarmikði
fyri úrslitið var, at føroysku
spælararnir
onkursvegna
ikki vóru heilt til reiðar. Av
fyrstu fýra álopunum end
aðu tey trý við tekniskum
mistøkum frá okkara síðu,
og tí gjørdist mótbrekkan
alt fyri eitt so sera strævin.
Vónin var eyðsæð, at
okkara við at halda hampu
liga fast í mótstøðuni fyrstu
longu løtuna kundu skapa
nakrar frustratiónir á serb
iska
liðnum. Veruleikin
varð ístaðin, at serbar alt
fyri eitt sluppu at punktera
spenningin í dystinum, og
tað gav føroysku spælar
unum ein ordans kjaftfisk á
sálarsíðuni.
Samstundis
sum hetta fullkomuliga tók
luftina frá áskoðarunum,
sum ongan tíð gjørdust til
tann stuðul, sum eitt før
oyskt landslið altíð vil hava
tørv á í altjóða dystum.
Fleiri glottar
Úrslitið talar í so máta fyri
seg. Men tað var nú ikki alt
í dystinum, sum taldi skeiva
vegin hjá føroyska liðnum.
Tí fleiri glottar vóru hóast
alt eisini at síggja.
Í álopspartinum eydnaðist
tað okkara fleiri ferðir at
koma framat góðum møgu
leikum. Bæði í kontraparti
num, og eisini í vanligum
spæli. Tvey misnýtt brots
køst, eini fimmseks mis
nýtt
kontra
og
nakrar
misnýttar opnar skotroyndir
eiga tó at geva nakað nógv
størri úrtøku enn tað sama.
Og so hevði søgan brádliga
verið ein heilt onnur.
Heini Hanusarson vísti í
løtum spæl, sum avgjørt
lyftir hann upp um tað, sum
føroyingar vanliga síggja í
heimligu kappingini, og
Finnur Hansson vísti í
sínum fyrsta landsdysti, at
hann er góður fongur hjá
føroyska liðnum. Somu
leiðis prógvaðu Dánjal Tór
garð og Tróndur Kragesteen,
at teir hava kvik og fim
leikan, sum krevst, tá stødd
in ikki røkkur upp móti
teimum tveimum metrun
um. Og ikki minst vísti
Lars Black í longum løtum
av seinna hálvleiki, at hann
er ein framúr málverji.
Hesar dygdir eiga saman
við tí, sum hinir eisini
prógvaðu í løtum, at hjálpa
liðnum til munandi betri
úrslit í teimum avbjóðing
um, sum eru eftir. Men tað
krevur so heilt avgjørt, at
Føroyar-Serbia 20-41 (9-21):
Lagdir upp á lærið
Finnur Hansson
hevur júst fingið
føroyskt pass, og
hann prógvaði í
løtum, at hann er
sera góður fongur
hjá landsliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Sylla sleppur á vøllin
FC Amager skrivaði í august undir hálvt ára sáttmála við Sylla,
sum í Føroyum er kendir frá uppihaldum sínum í ÍF og B36.
Men tað hevur gingið striltið at fáa arbeiðs og uppihaldsloyvið
hjá spælaranum upp á pláss. Og hóast felagið fleiri ferðir hevur
fingið at vita, at umsóknin var mest sum avgreidd, so hava
felagið og spælarin støðugt bíðað í óvissuni. Í gjár kundi FC
Amager so staðfesta á heimasíðu sínari, at spæliloyvið er komið
upp á pláss. Og so hevur Sylla fýra dystir til at sannføra
leiðsluna í felagnum um, at sáttmálin eigur at leingjast.
Avsettur og gjørdi sjálvmorð
Tað gjørdist ov nógv hjá 25 ára gamla Yiannis Koskiniatis, tá hann um
vikuskiftið varð avsettur undan fótbóltsdystinum millum Diagoros og
Olympiakos. Diagoros spælir í griksku 3. deild, og tí var talan veruliga
um stórdyst í steypakappingini. Koskiniatis hevði verið skaddur undan
dystinum, og tí gjørdi venjarin av at seta hann í beinkin, men spælarin
møtti als ikki upp til dystin. Seinni varð hann funnin deyður, eftir at hava
lopið út av einum 12 metra høgum steini. Í brævi skrivaði hann, at
venjaraavgerðin var endaliga orsøkin til sjálvmorðið. Diagoros hevði
áður roynt at fingið sálarliga hjálp til spælaran til fánýtis.