Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-30, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 209 - 30. oktober 2008 ] Føroyski landsliðsvenjarin helt, at spælararnir mistu pippið mest sum alt fyri eitt, tá serbisku málverjarnir tóku tað mesta Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ov nógv, at heili 21 mál vóru á muni. Tað var greiða sjónarmiðið hjá føroyska landsliðsvenjar­ anum, Dia Midjord. ­ Tað var for nógv, men vit fáa ikki mál hjá hasum málverjunum. Kanska vórðu vit tiknir eitt sindur á bóli av teimum, tí seinast taptu vit jú bara við fimm málum, og vónin var jú, at vit skuldu standa okkum eins væl hesaferð. Men okkara skjúttar vóru kanska ov spentir, ella kanska blivu teir bara bangnir, tá málverjarnir rættiliga skjótt fingu fatur á okkara skotum, sigur Dia Midjord. Nógv sterkari Men føroyski landsliðs­ venjarin leggur tó eisini afturat, at serbiska liðið, sum var í høllini á Hálsi í gjár, var munandi sterkari enn tað, sum var í Føroyum í vár. ­ Hetta vóru veruliga allir topparnir hjá teimum, og tað merktu vit so sanni­ liga eisini. Vanliga situr tú sum venjari og roynir at finna nøkur veik punkt, har vit kunnu gera okkum dælt, men eg dugdi ikki finna nakað slíkt á teirra liði, sigur Dia Midjord. Og móti slíkum monn­ um verður tað væl eisini revsað so dyggiliga, um okkara fremja mistøk? ­ So heilt avgjørt. Brenna vit ein møguleika ella fremja vit eitt mistak, so storma teir avstað við øllum seks monnum, so tað verður revsað ógvuliga hart. Hinvegin kundi úrs­ litið eisini verið munandi betri fyri okkara viðkom­ andi, um vit tóku av okk­ ara møguleikum. Tekur tú teir opnu møguleikarnar, sum vit brenna, so eru vit kanska væl og virðiliga miðskeiðis í 20’unum. Og tað hevði av sær sjálvum tikið nøkur kontra­álop frá teimum. Hendi tað, so stóð kanska eini 28­35 á talvuni, og tað hevði av­ gjørt verið eitt úrslit, sum høvdu verið nøgdir um, sigur Dia Midjord. Mentalt arbeiði Føroyska landsliðið fer nú til Sarajevo, har dystur móti Bosnia er á skránni longu leygardagin. Og fyrst og fremst er setning­ urin hjá Dia Midjord at lyfta menninar eftir lúsing­ in, sum teir fingu í gjár. ­ Har eru sjálvandi yms­ ir lutir, sum kunnu rættast. Men fyrst og fremst verður arbeiðið nú á mentala økinum. Tað virkar, sum eru vit nakað tungir í dag, og so fáa ein slíkan klams frá teimum. So nú ræður um at koma upp aftur úr dalinum, sum vit eru í. Og tað ivist eg onga løtu í, at menninir eru menn fyri, sigur Dia Midjord. møguleikarnir verða nýttir til fulnar, tí í dystum av hes­ um slag eru ráðini altso ikki til alt ov nógvar svipsarar. Runnir niður Avleiðingin av misnýttu møguleikunum varð nevn­ liga, at føroyska liðið varð runnið í senk. Rætt og slætt. Í verjupartinum gjørdist tað ov tungt, tá menn sjáldan fingu stundir at skipa seg. Alt ov ofta komu okkara at standa við mest sum flatari verju, og so kundi jugoslaviski skúlin við krossum yvir bakkarnar hølva bóltarnar inn, so skjótt sum stóra mótstøðan nærkaðist trimum metrum. Ert tú støðugt undir somikið stórum trýsti, sum hetta bar við sær, so er vandin ofta, at tankarnir verða snaraðir til bara at hugsa um verju­ partin. Og tað var kanska júst hetta, sum kostaði so nógv í álopspartinum. Meira enn nakað, so er tað hesin parturin, sum arbeiðast skal við. Tí hóast úrslitið gjørdist eitt av teimum heldur ógvusligu, so er talan í sera stóran mun um justeringar av smálutum, sum skulu til, áðrenn eitt munandi betri úrslit kann skapast. Somikið smáar lut­ ir, at tað so yvir høvur ikki er óhugsandi, at føroyska manslandsliðið í hondbólti fær eitt munandi betri úrslit, tá teir leygardagin fara inn á vøllin í Sarajevo. Tað tóktist tøma føroyska liðið fyri kreftir, tá teir støðugt máttu takast við væl vaksna serbiska liðið Mynd: Álvur Haraldsen Setningurin er nú at reisa menninar sálarliga til dystin leygardagin. Ein setningur, sum Dia Midjord ikki ivast í, at hann og spælararnir fara at røkka Mynd: Álvur Haraldsen Vit mistu pippið Nýggir sponsor-sáttmálar Í hálvleikssteðginum í landsdystinum í gjár skrivaði Hond­ bóltssambandið undir tríggjar nýggjar sponsor­sáttmálar. Atlantic Airways, Sunset og Coca­cola hava seinnu árini verið høvuðsstuðlar hjá ávíkavist bestu mans­ og kvinnu­ deildini eins og steypakappingini. Og hesar koma eisini kom­ andi kapparingarárið at bera navnið á sponsorunum. Avtalan við Atlantic Airways varð longd fyri tvey ár, meðan avtal­ urnar við Sunset og Coca­cola vórðu longdar fyri eitt ár. Uttan áskoðarar í Sarajevo Hondbóltslandsliðið leygardagin spælir í Sarajevo, verður hetta uttan áskoðarar. Tá Bosnia í juni mánaði spældi undankappingardyst móti Ungarn, gjørdu áskoðararnir somikið nógv um seg, at dómararnir noyddust at blása dystin av. EHF viðgjørdi hendingina, og umframt eina bót á 7.500 eurur, skal Bosnia spæla teir báðar komandi heimadystirnar uttan áskoðarar. Og tann avgerðin stóð við, hóast bosniskia hondbóltssambandið kærdi. Føroyar-Serbia 20-41 (9-21) 10 min: 3-7 20 min: 7-14 40 min: 12-29 50 min: 16-33 Málskjúttar Føroyar: Heini Hanusarson 5, Finnur Hansson 4(1/2), Carl Herup Olsen 3, Áki Mørk 2, Ingi Olsen 1, Sámal Joensen 1, Hans Áki Dal Christiansen 1(1/2), Dánjal Tórgarð 1, Trón- dur Kragesteen 1, Regin Joensen 1 – Jens Skipagøta, Lars L. Black, Mortan Hansen, Janus Sørensen Serbia: Marko Curuveja 6, Marko Vujin 6(1/1), Ratko Nikulic 5, Momir Ilic 5(2/2), Zarko Sesum 4(1/1), Rajko Prodanovic 3, Nenad Vuckovic 3, Milan Corovic 2(1/1), Vukosan Rajkovic 2, Mladel Bojinovic 2(0/1), Alem Toskic 2, Dobrivuje Markovic 1 – Tomislav Stojkovic, Dimitrije Pejanovic Brotskøst Føroyar 4/2, Serbia 6/5 Útvísingar Føroyar 5: Heini Hanusarson 2, Mortan Hansen 1, Áki Mørk 1, Hans Áki Dal Christiansen 1 Serbia 4: Rajko Prodanovic 1, Nenad Vuckovic 1, Ratko Niculic 1, Alem Toskic 1 Diskvalifikatión Serbia 1: Zarko Sesum (beinleiðis reytt) Dómarar: Stenrad & Birch (Danmark) FAKTA