Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-30, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 209 - 30. oktober 2008 ] Tema­ kvøld um úrvals­ ítrótt Ítróttasamband Føroya skipar mánakvøldið klokkan 20 fyri temakvøldi um úrvalsítrótt í Føroyum Ítróttur Tíðindaskriv Tiltakið verður í Út­ varpshøllini, og er enda­ málið við temakvøldin­ um at seta gongd á eitt kjak um Føroyskan úrvalsítrótt. Herundir: ­Hvør er støðan í dag? ­Hvat vilja vit? ­Hvussu røkka vit málinum? Tríggir fyrilestrarhaldar­ ar verða, og eru hesi Magni Mohr, sum júst hevur vart doktararit­ gerð innan ítróttarfysio­ logi, Katrin Olsen, sum í summar var partur av danska OL­landsliðnum í kappróðri, og Jón Bjarnason, sum er før­ oyskur landsliðsvenjari í svimjing. Síðan fer eitt væl mann­ að panel, við umboðum fyri ítróttin, politisku skipanina og vinnulív, saman við uppleggshald­ arunum og fundarfólki annars at kjakast um úrvalsítrótt í Føroyum. Tiltakið er alment, og vónar Ítróttasamband Føroya at síggja nógv fólk við áhuga fyri ítrótti í Útvarpshøllini. Katrin Olsen verður ein av fyrilestrarhaldarunum, tá elituítrótt verður sett á breddan mánakvøldið Maradona er til reiðar Hóast fleiri finnast at, at Diego Maradona ikki hevur neyðugu royndirnar, nú hann skal setast sum argentinskur landsliðsvenjari, er hetta ikki nakað, sum fyrrverandi stórspælarin tekur sær serliga nær. – Eg má flenna, tá eg hoyri hatta. Eg havi verið partur av argentinska landsliðnum í 20 ár, og spælið er ikki broytt, síðani tá. So eg rokni ikki við, at nakað sum helst kann taka meg á bóli, sigur Maradona, sum í dag fyllur 45 ár. Spældi fyri at tapa Danski fótbóltsspælarin, David Nielsen, verður nú ákærdur av DBU fyri at hava skatt umdømið hjá fótbóltinum. Í eini samøðu á TV2, sum verður send í kvøld, sigur David Nielsen, at hann fór á vøllin fyri at tapa, tá AaB tann 23. maj í 2004 skuldi spæla móti FCK. AaB hevði undan hesum tapt steypafinaluna móti FCK, og ein sigur til FCK vildi betra um teirra møguleikar at vinna DM­heitið. Hendi hetta, kom AaB sum tapandi finalistur í UEFA­Cup kappingina, og hetta hevði sambært David Nielsen tryggjað spælaranum 300.000 krónur sum bonus. Uppflytararnir úr AB settu í gjárkvøldið John Petersen sum nýggjan venjara hjá felagnum. Har kemur hann at virka saman við Allani Mørkøre, sum í ár førdi AB til uppflyting Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur alla tíðina ligið í luftini, at Allan Mørkøre so ella so skuldi halda fram á Argjum. Allan kom í fjør til felagið sum hjálparvenjari, tá venjaraskifti varð framt miðskeiðis í kappingini, og í ár hevur hann staðið á odda fyri liðnum, sum hev­ ur vunnið sær rætt til For­ mula­fótbólt í 2009. Sjálvur hevur Allan tó ikki neyðugu pappírini, sum nú verða kravd fyri at virka sum Formula­venjari, og tí var greitt, at venjaraspurn­ ingurin á Argjum mátti viðgerast av nýggjum. Og nú er John Petersen settur sum venjari hjá triðja høvuðsstaðarfelagnum í Formula­deildini. John er í løtuni í ferð við at taka A­ lisens sum venjari, og hóast talan gjørdist um niður­ flyting við Skála í ár, so er hann til reiðar at taka eitt tørn afturat sum venjari í fremstu deildini. ­ Tá tú tekur eina venjara­ útbúgving, so er tað væl tí, at tú vilt virka sum venjari. Hartil er tað eitt krav, at tú skalt hava eitt lið at vísa til, tá tú ert undir útbúgvingini, og hóast eg ikki setti For­ mula­deildina sum krav, so er tað sjálvandi har, at tað er stuttligast at virka, sigur John Petersen. ­ Ein orsøk til, at tað júst gjørdist til AB, er, at eg vildi stytta nakað um tíðina, sum eg nýtti til venjingar. Tí tann parturin er ikki altíð so lættur, tá tú býrt í Havn og venur á Skála. Hartil lættir tað eisini um, at vit nú eru tveir, sum í felag skulu taka okkum av liðn­ um. Allan og eg kennast eis­ ini væl, og vit kenna persón­ ligu eginleikarnir hjá hvørj­ um øðrum, so eg ivist held­ ur onga løtu í, at vit koma at hava eitt tætt og gott samstarv kring venjingarnar, sigur John Petersen. John Petersen út á Argir Hóast honum hevur dámt væl á Skála, so hevur tað vigað nógv hjá John Petersen, at hann kundi eitt lið í høvuðsstaðarøkinum Alexander Djordjevic, sum tey bæði seinnu árini hevur vant KÍ-kvinnurnar, skal saman við Jákupi Mikkelsen venja Formula-liði hjá KÍ komandi kappingarár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan gjørdist um lokala loysn, tá KÍ tók endaligu avgerðina um, hvør skal venja Formula­liðið hjá felagnum í 2009. Alexander Djordjevic hevur kanska ikki føroyskt pass, men síðani 2000 hevur hann búð í Klaksvík, har hann í dag eisini er giftur, so nógv meira lokalt enn tað sama verður loysnin ikki. Sum spælari hevur Alex­ ander royndir frá eitt nú jugoslaviska landsliðnum, eins og hann í drúgt áramál spældi í bestu jugoslavisku deildini, og árini, sum hann hevur verið í Føroyum, hev­ ur hann eisini nýtt til at taka føroysku venjaraútbúgving­ ina, har hann nú er í ferð við at taka A­lisensin. Og afturat sær hevur Alex­ ander fingið ein royndan harra. Nevnliga Jákup Mikk­ elsen, sum í ár vardi KÍ­ málið, umframt at hann í nógv ár hevur verið fremsti føroyski málverjin. ­ Tað vóru ymisk nøvn uppi at venda, tá vit settu okkum niður at loysa venjaraspurningin. Og út frá tí, sum vit høvdu, so hildu vit, at hetta var tann besta loysnin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. Tummas Lervig leggur afturat, at teir báðir verða javnstillaðir sum venjarar, og at tað ikki minst eru drúgvu royndirnar, ið báðir hava nomið sær sum spælar­ ar, sum hava vigað tungt, tá avgerðin varð tikin. Alexander og Jákup skulu lyfta KÍ Alexander Djordjevic er í løtuni í ferð við at taka A-lisens sum fótbóltsvenjari, og tí eru pappírini hjá nýggja venjaraparinum í Klaksvík í lagi