hósdagur 30. oktober 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 209 - 30. oktober 2008
Tónleikur
B
esta og mest talandi dømi
um bólkar, sum hava havt
sína fyrstu framførslu í samband
við GBOB kappingina, og sum
síðani hava sett síni týðiligu
fingramerki á tónleikapallin her
heima, er helst Boys in a Band.
Teir høvdu sína fyrstu framførslu
til GBOB 2006, har teir endaðu
sum nummar tvey. Árið eftir
vunnu teir so fyrst ta føroysku
tjóðarfinaluna og síðani altjóða
heimsfinaluna í London og
harvið eisini teir 100.000
dollararnar, ið teir hava brúkt m.
a. til at taka upp og geva út
fløguna, Black Diamond Train.
Nógvir nýggir bólkar
Tá hendan greinin fór til prent í
gjár vóru 10 bólkar meldaðir til,
men hugsandi er at fleiri leggjast
afturat, áðrenn freistin er úti á
midnátt í kvøld.
Hesir bólkar vóru tilmeldaðir
mikudag á middegi (tilvildarlig
raðfylgja):
• Ladyfire - eingin myspace
upplýst
• Oniontree - myspace.com/
oniontree
• Ran Domo - myspace.com/
randomomusic
• Synnatic - myspace.com/
synnatic
• Grandma's Basement -
myspace.com/grandmasbasement1
• Jónsvein - myspace.com/
jonsveinmusic
• Ineptus - myspace.com/
ineptusband
• Beerserkers - myspace.com/
beerserkersfo
• 3st - myspace.com/3stfan
• Hamferð - myspace.com/
hamferd
Onkrir av bólkunum hava spælt
nógvar konsertir í ár. Nevnast
kann t.d., at Ineptus spældi á G!
MINI og Grandma's Basement
spældi á Summarfestivalinum.
Hóast fleiri av bólkunum ikki
hava spælt fyrr, so avdúka
manningarlistarnir, at onkrir hava
garvaðar limir við. Nevnast
kunnu tónleikarar, ið eisini spæla
við bólkum sum t.d. Boys In A
Band, The Ghost, Sic, The Story
Ends, Synnarchy o.ø
Bæði útlendskir og føroyskir
dómarar
Tveir útlendingar (ein íslendskur
festivalfyriskipari og ein enskur
konsertfyriskipari og blaðmaður)
og tríggir føroyingar skulu velja
best egnaða bólkin at senda víð-
ari at umboða Føroyar í Heims-
finaluni í London.
Higartil hava umboð fyri m.a.
útlendskar festivalar og promot-
arar verið dómarar í GBOB
Føroyar, og í ár er í so máta einki
undantak. Sambært fyriskipar-
anum Jón Tyril hevur tað týdning
at hava útlendingar við fyri
alsamt at byggja upp netverkið
millum føroyskar og útlendskar
aktørar í tónleikavinnuni. Tað
hevur eisini givið ítøkilig úrslit
áður. M.a. hevur luttøkan av
umboðum fyri By:Larm í Noregi
og Spot í DK verið við til at
byggja netverk, so lættari hevur
verið at fáa føroyskar bólkar inn
á hesi tiltøk seinastu árini.
Í ár koma so tveir av dómarun-
um úr útlandinum, annar úr
íslandi og hin úr Onglandi.
Úr Reykjavík í Íslandi kemur
Egill Tómasson frá felagnum Mr.
Destiny, sum fyriskipar kenda og
háttvirda Iceland Airwaves festi-
valin. Og úr London í Onglandi
kemur Jake McGowan, sum, um-
framt at ferðast sum DJ á klubb-
um og festivalum, eisini arbeiðir
sum blaðmaður fyri tónleika-
bløðini VIP News og Dazed &
Confused, og harafturat
skipar fyri konsertum
undir heitinum »Feeding
time« í London.
Teir tríggir føroysku
dómararnir eru Eyðfinn
Jensen, Jens L Thomsen
og Bogi á Lakjuni.
Eyðfinn arbeiðir sum
framleiðari, lagsmiðjur,
ummælari og útvarps-
DJ. Eyðfinn stendur fyri
playlistanum hjá Kring-
varpinum og er bakmað-
urin handan popp-
verkætlanir sum t.d.
Faroe5 og Poppkorn.
Jens er útbúgvin sum
tónleikaframleiðari í
Onglandi. Hann arbeiðir sum
framleiðari, tónleikari og
tónaskald/lagasmiður. Jens er
upphavsmaður, drívkraft og
pelaspælari í Orka. Hann spældi
í sínari tíð eisini við Clickhaze.
Bogi á Lakjuni arbeiðir sum
framleiðari, lagasmiður/tóna-
skald og rockguitaristur. Hevur
m.a. framleitt og spælt við Petur
Pólson, Visible Fish, Clickhaze,
Knút Eysturstein og øðrum.
Áhoyrararnir sleppa eisini at
atkvøða
Men tað eru ikki bara dómar-
arnir, sum skulu siga sína mein-
ing. Fríggjakvøldið sleppa
áhoyrararnir nevniliga eisini at
atkvøða fyri, hvønn tey vilja
síggja í finaluni kvøldið eftir.
Áhoyraraatkvøðurnar telja 50
prosent í undanumfarinum og
dómaraatkvøðurnar telja 50
prosent. Í Tjóðarfinaluni leygar-
dagin vera tað tó bara teir fimm
dómararnir, sum einsamallir gera
av, hvør føroyskur bólkar skal fáa
heiðurin at umboða Føroyar í
Heimsfinaluni og samstundis
strúka avstað við vinningunum,
sum Kringvarpið, MOMO og
Simme lata.
GBOB sum kveikjari
Tað er siðvenja, at nýggir bólkar koma fram í samband við GBOB tiltøkini, og kappingin hevur á tann hátt, eins
og við Prix Føroyar kappingunum, havt ein mennandi og kveikjandi leiklut á føroyska tónleikapallinum
Boys In A Band gjørdu ikki
mætari enn at strúka avstað við
høvuðsvinninginum í London í fjør. Í
ár spæla teir aftur, ikki sum partur av
kappingini, men fyri at minna okkum
á júst hvussu góðir teir eru
GBOB kappingin hevur aftur í ár bæði útlendskar og føroyskar dómarar.
- Gestsins eyga er gløgt, og at bjóða fólkum hendaveg til slík tiltøk, er ein
góður máti at byggja upp netverk, sigur fyriskiparin, Jón Tyril. Her ein av
dómarunum, Jake McGowan úr London