hósdagur 30. oktober 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 30. oktober 2008
45
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Umframt møguleikan at umboða Føroyar í
Heimsfinaluni í London og at vinna 100.000
dollarar, fær bólkurin, ið vinnur føroyska
partin av kappingini, sum nakað nýtt eisini
aðrar vinningar. Niðanfyri svara vit nøkrum
av spurningunum, sum stinga seg upp, tá
prátið fellur á GBOB.
Hvat er GBOB?
GBOB stendur fyri Global Battle of the
Bands, eisini kallað GBOB Challenge.
Kappingin er tann størsta kappingin av
sínum slag í heiminum og savnar túsundatals
bólkar, ið kappast um heiður og æru og
100.000 amerikanskar dollarar í reiðum
pengum. Kappingar eru í meira enn 30
londum, men bara ein bólkur úr hvørjum
landi sleppur víðari til Heimsfinaluna, sum
verður hildin í London í desember á hvørjum
ári.
Hvussu hevur gingist hjá føroyskum
bólkum?
Føroyar vóru fyrstu ferð við í 2005, og vit
hava øll árini havt góð úrslit at vísa á.
Boys In A Band vunnu Heimsfinaluna í
fjør, Marius blivu nr 6 í 2005, og Deja Vu
vaktu nógvan positivan ans í 2006. Vit hava
sostatt góðar grundir at halda, at hetta ikki
bert er hepni, men nakað, vit veruliga eru
dugnalig til.
Hvør kann vera við?
Tað, sum krevst fyri at taka lut, er, at talan er
um ein tónleikabólk (minst tveir persónar),
at bólkurin spælir tónleikin sjálvur (ikki play
back), og at tað ikki verða spæld tøkuløg
(eingi cover løg). Tú kanst vera profession
ellur og hava hava bæði plátu, booking, og
managementsáttmálar við hvønn sum helst,
ella tú kanst koma beinleiðis úr
venjingarhølunum og ongantíð hava spælt
alment fyrr. GBOB Challenge hevur sum
endamál at finna verulig talent og fáa tey
fram í ljósið, og bjóðar tískil øllum
vælkomnum, uttan mun til sjangru ella
støðu.
Hvat kanst tú vinna?
Tann bólkurin, sum dómararnir velja skal
vinna leygarkvøldið, sleppur fyrst og fremst
víðari til London at kappast móti vinnara
bólkunum úr fleiri enn 30 øðrum tjóðum, har
høvuðsvinningurin er 100.000 US Dollarar.
Fyrireikararnir rinda ferð og uppihald fyri
bólkin. Harnæst fær vinnarabólkurin 3 dagar
í upptøkuhølum hjá Kringvarpinum við
tøkningi frá útvarpinum, eina professionella
myndatøku við MOMO/Kristfríð Tyril og eitt
gávukort til tónleikaútgerð frá Simma áljóð
andi 10.000 kr.
Nær er tilmeldingarfreistin?
Bólkar kunnu melda til GBOB Challenge
kappingina til á midnátt í kvøld, hóskvøld.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.
gbob.com
Nú byrjar GBOB stríðið
G
B
O
B
C
H
A
L
L
E
N
G
E
G
B
O
B
C
O
M
TM
Í vikuskiftinum fara føroyskir rokkarar í Mentanarhúsið
at kappast í árligu GBOB kappingini. Undanumfar er
fríggjakvøldið og finala leygarkvøldið
Skráin
Fríggjakvøldið 31. oktober kl 21.00:
Undanumfar GBOB Føroyar 2008
Leygarkvøld 1. november kl 21.00:
• Tjóðarfinala GBOB Føroyar 2008
• EXTRA: Boys In A Band - vinnari av
Heimsfinaluni í fjør og DJ Switch - føroya
fremsti veitslu DJ
• Útvarpið sendir beinleiðis og sjónvarpið
ger samandrátt
Atgongumerki fáast í forsølu í Vodafone
fyri 225 kr. fyri báðar dagarnar
Atgongumerki fáast eisini við dyrnar,
kostnaður 100 kr. fríggjadag,
200 kr. leygardag
Bussamband
Bussar koyra sambært tilmelding úr Havn
og suður aftur báðar dagar:
• Úr Havn kl 20 fríggjakvøld og
leygarkvøld
• Úr Fuglafirði uml kl 01.00 fríggjakvøld
og uml kl 04.00 leygarkvøld.
• Um nóg nógv tekna seg, verður eykatúrur
til Havnar, eftir at vinnarin er kosin stutt
eftir midnátt leygarkvøld.
• Tilmelding fer fram á tel 21 77 52
Les meira á
www.myspace.com/gbobfaroes
Skrá og bussar
Stríðið um at vinna føroyska partin av heimsumfatandi
GBOB Challenge kappingini verður í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði í vikuskiftinum