fríggjadagur 31. oktober 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 210 - 31. oktober 2008
tíðindi
SAMBAND
kári MikkelSeN
kAriM@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
Komandi vikuskifti
fara nakrar av bestu
sjónleikarakreftunum
í landinum at
royna seg í øra
sangleikinum Í
Geyma
Sangleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurun.fo
Tað verður ein sera øðrvísi
sangleikur, nakrir av okkara
royndastu
sjónleikararum
fara á pall við komandi viku
skifti í Norðurlandahúsinum
Óvanliga livandi sangleik
urin Í Geyma er fyri øll í
aldrinum 4 til 104 ár og
byggir hann á barnabókina
hjá Dánjali Hoydal
Frá bók til sangleik
Stutt eftir at bókin kom út í
2002 fekk Tjóðpallur Før
oya hugskotið at gera hana
til leik. Saman við kenda
íslendska
leikstjóranum
Ágústu Skúladóttir hevur
Dánial
Hoydal
síðani
umskrivað leikin til sang
leik, tí orðaspælið í bókini
leggur upp til sangir og
tónleik. Kim Hansen játtaði
at gera tónleikin og fer sam
an við Magnus Johannesen
og Brandi Jacobsen at fram
føra hann á palli saman við
sjónleikarunum.
Tað verður ein sera øðr
vísi sýning, tí Agústa Skúla
dóttir er von at gera sera
livandi
framførslur,
har
klóvnakeipur og skemt eru
berandi innihald. Royndi
leikarahópurin, sum fevnir
um kendar sjónleikarar sum
Hans Tórgarð, Biritu Mohr,
Riu Tórgarð, Gunnvu Zach
ariassen, Riu Tórgarð, Petur
Meinhard E. Andersen ,
Rakul Thomsen og Gutta
Winther sleppur tí av álvara
at royna seg við øru keipun
um hjá løgnu skapningunum
úr Geyma.
Handan
pallin
hevur
Ágústa Skúladóttir tvær aðr
ar royndar kreftir úr Íslandi,
pall sniðgevan Guðrun Øya
hals og búna sniðgevan Katr
in Þórvaldsdóttir, umframt
ljóssnigevan Árna Baldvins
son. Leikurin er ein stór
verkætlan fyri Tjóðpall Før
oya og verður samstundis
fyrsta framførsla í nýggju
Athøllini hjá Norðurlanda
húsinum.
Nógv umrødda bókin
hjá ungu gentuni
Judith Fathallah,
sum mundi klænka
seg í hel, er nú komin
á føroyskum
Bók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
At temja apuna er heitið á
nógv umrøddu bókini hjá
Judith Fathalla, sum byggir
á hennara egnu royndir við
herviligu sjúkuni anorexi.
Heitið á bókini sipar til
hvussu gentan 13 ára
gamla Jessica kendi tað
sum, at ein apa sat innan í
henni og gav henni boð
um, hvat hon skuldu eta.
Tín feita súgv
Í bókini er apan sum ein
brennandi rødd, sum sigur
Jessicu, at hon er ein feit
súgv og tað at vera kløn
var einasti máti at gerast
trygg og viðurkend og
fram um alt einasti máti at
flyggja frá vaksnamannaár
unum, sum standa og hótta
fyri framman.
Í bókini minnist Jessica,
hvussu hon hugsaði:
»Eg granskaði allatíðina
hópin av bikiniklødddum
gentum og kendi meg ræðu
liga illa. Hevði eg sæð út
sum
tær,
hevði alt verið gott.
Hevði eg bara verið kløn,
hevði eg kunnað alt. 1,52
m og 63,5 kg í hædd og
vekt vuksu í sinninum á
mær. Bókstaviliga. Eg fór
at gera venjingar hvønn
morgun og granska meg
sjálva í speglinum, í døpur
huga um støddina av búki,
miðju og lørum. At lata
meg í svimjudraktina fyri
fyrstu ferð í mánaðir var
ein marra«
Jessica lurtaði eftir rødd
ini og aktaði hana, til rødd
in næstan hevði dripið
hana. Til endan var hon so
kløn, at hon av álvara var í
lívsvanda.
Men spakuliga byrjaði
hon at muta ímóti boðunum
frá apuni og lata oyruni
aftur, tá hon teskaði at Jess
ica var bæði feit og
ólekkur. Men hóast stríðið
við sjúkuna bæði gjørdist
drúgt og hart, eydnaðist
tað til endan at basa sjúk
uni og gerast frísk aftur.
Tað er bókadeldin sum
gevur út bókina, sum Mal
an Háberg hevur týtt.
Mundi klænka seg í hel
Bókin „At temja
apuna“
byggir á egnu
royndirnar hjá
høvundanum við
herviligu sjúkuni
anorexi
Ørur sangleikur
á pall
Í Geyma - Sýningar:
Fríggjadagin
7. nov. 2008
kl. 19.00 útselt
Leygardagin
8. nov. 2008
kl. 15.00
Sunnudagin
9. nov. 2008
kl. 15.00
Týsdagin
11. nov. 2008
kl. 19.00
Mikudagin
12. nov. 2008
kl. 19.00
Hósdagin
13. nov. 2008
kl. 19.00
Fríggjadagin 14. nov. 2008
kl. 19.00
Leygardagin 15. nov. 2008
kl. 15.00
Nakrir av okkara royndastu sjónleikararum sleppa nú av álvar at royna seg við øru keipunum
hjá løgnu skapningunum úr Geyma
...er lisin
-so ert
tú við!