fríggjadagur 31. oktober 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 210 • 31. oktober 2008
- Eg havi ferðast nógv, men
best dámar mær londini
her norðuri, tí her er
veðurlagið so hóskiligt fyri
eina kvinnu sum meg. Ja,
Føroyar standa hjarta
mínum sera nær, sigur
Suzanne Daillie úr franska
býnum Lyon
- Tað var mestsum av óvart, at
eg kom til Føroyar á fyrsta sinni,
greiðir hon frá – fyrst á enskum,
síðani á fronskum máli.
Fyri nøkrum árum síðani var
hon í summarfrí í Hetlandi, og
stakk tá inn á gólvið á ferða-
vinnuskrivstovuni í Lerwick. Har
fekk hon eyga á ein faldara um
oyggjalandið fyri norðan. Hetta
vakti beinanvegin hennara áhuga,
og gjørdi sítt til, at hon bara
ynskti at koma higar.
- Eg keypti mær ein ferðaseðil
við Norrönu til Føroyar – altso
gomlu Norrönu. Og her hevði
eg seks góðar dagar, áðrenn
eg mátti fara heimaftur, greiðir
Suzanne Daillie frá.
Hon var heppin. Fekk sær ból
og býli hjá Liljan Thomsen í Havn,
og hava tær havt samband hvør
við aðra allar tær níggju ferðirnar,
ið Suzanne hevur vitjað her
síðani.
Hóast hon hevur verið her so
ofta, er tað kortini eitt ið hon enn
kann iðra seg eitt sindur um: At
hon ikki gjørdi sær tann ómak at
læra seg føroyska málið!
- Men hinvegin, eg ætlaði jú
bert at koma higar ta einu ferð-
ina. Hevði eg vitað, at eg skuldi
koma so ofta hendavegin, hevði
eg kanska lagt meg eitt sindur
meiri eftir málinum.
- Ah bon, - eg havi lært meg
onkur orð – ja og nei. Men tað
hevði verið stuttligt at kunnað
tosað eitt meiri føroyskt enn bara
tað, sigur hon við einum stórum
brosi.
Og fyri at runda kærleiksorð
hennara til Føroyar av, sigur hon á
góðum fronskum »J’aime les îles
Féroé« - eg elski Føroyar!
Ikki njósnari
80 ára gamla franska kvinnan
hevur verið í Føroyum 10 ferðir.
At hon soleiðis er komin aftur og
aftur higar, hevur nógvar orsøkir.
Ein av týðandi orsøkunum til
hetta er í øllum førum stóri áhugi
hennara fyri Føroyum og før-
oyskum viðurskiftum – og nøkrum
so sjáldsomum sum føroyskari
fiskivinnu!
Við sær í summar hevði hon ein
bókling við ymiskum hagtølum
um Føroyar. Nógvir spurningar
hennara snúðu seg um, hvørji
fiskasløg føroyingar fiskaðu, um
kvota var á teimum øllum og um
vit fingu nóg mikið fyri fiskin, sum
varð seldur av landinum.
Ein annar spurningur var, um
vit høvdu nakað stríð við at halda
útlendsk fiskifør uttanfyri 200
fjórðinga sjómarkið og bert lótu
tey fiska á loyvdum leiðum!
Á vitjanini í august mánaði
eydnaðist tað henni at taka eitt
týðandi stig við áhuga hennara
fyri fiskivinnu: Hon slapp í fyrstu
syftu umborð á trolaran Brestir,
og mín sann um tað ikki eisini
eydnaðist henni at sleppa umborð
á verjuskipið Brimil, ið lá við
bryggju í Havn.
- Onkur av manningini helt
skemtandi fyri, at eingin fremm-
andur – og serliga ikki ein kvinna
– átti at sleppa umborð á eitt slíkt
skip. »Kanska var hon ein franskur
njósnari«, segði viðkomandi.
- Men eg, nei eg eri eingin
njósnari. Eg eri bara ein frísk,
forvitin og 80 ára gomul fronsk
femme (kvinna á fronskum,
blaðm.), sigur Suzanne Daillie við
einum brosi.
J’aime les îles Féroé
”
Onkur av manningini
helt skemtandi fyri,
at eingin fremmandur
– og serliga ikki ein
kvinna – átti at sleppa
umborð á eitt slíkt
skip. »Kanska var hon
ein franskur njósnari«
- Tit føroyingar eru sera vinarligir og blíðir ímóti okkum ferðafólkum, sigur 80 ára gamla Suzanne Daillie úr Lyon. – Tit vísa fyrilit fyri teim fremmandu
Mynd: Jens Kristian Vang
Suzanne Daillie hevur stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum og tí, sum føroy-
ingar takast við – eisini tá tað snýr seg um serføroyska fyribrigdið »nátaveiða«
Mynd: Jens Kristian Vang
Ellisáhugi
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo