fríggjadagur 31. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 210 - 31. oktober 2008
Vit hava tørv á einum persóni til søludeild
okkara. Tú skalt taka tær av planlegging av sølu
til keyparar okkara í útlondum.
Uppgávan kann býtast upp í:
Planlegging:
• har samskift verður við kryvjivirkið, um hvussu
laksurin skal pakkast.
• at halda skil á, hvussu nógv skal seljast ímun
til framleiðslu.
Logistik:
• Samskiftast skal við flutningsfeløg og kundar
um, hvussu fiskurin skal flytast úr Føroyum
fram til kundan.
Pappírir:
• Tá ordrar eru pakkaðir, skulu fakturar gerast
til kundan. Verður laksurin seldur uttanfyri ES,
skulu eisini onnur flutningspappírir útfyllast.
Søla
• Tú skalt hjálpa til at samskifta við keyparar,
selja, áseta prísir og optimera flutningsko-
stnað. Halda skil á saldo og tryggingum hjá
kundanum.
Samskift verður við telduposti, Skype og telefon.
Førleikar
• Teldukunnleika til Office forritini. Enskt er eitt
krav, tí samskift verður við kundar á enskum
máli. Tú skalt vera skjót/ur til tøl, megna at taka
skjótar avgerðir og arbeiða sjálvstøðug/ur.
Útbúgving: Miðnám.
Umstøður
• Arbeiðsplássið verður á Bryggjubakka í Havn.
Fartelda og fartelefon eru amboðini, tú skalt
brúka. Vit sóknast eftir einum persóni, sum
kann arbeiða skeivar tíðir.
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv í einari
altjóða fyritøku, har tú fært møguleika til at
arbeiða í fleiri mentanum í senn.
Umsóknir skulu sendast inn skjótast gjørligt
og í seinasta lagi 10. november. Viðkomandi
skal byrja beinanvegin. Løn sambært avtalu. Um-
sóknir skulu sendast til Hans Jákup Mikkelsen,
søluleiðara á telduposti: hjm@marineharvest.fo.
Um tú hevur tørv á at vita meira um starvið, so
ring til mín á 791001.
Starvsfólk til planlegging og
logistik á Marine Harvest Faroes
www.marineharvest.com
Marine Harvest er størsta alifelag í heiminum, og verður
triði hvør aldur laksur framleiddur í einum Marine Harvest
felag. Í Føroyum rekur Marine Harvest 4 alibrúk og eina
smoltstøð, og framleiða vit 6.000 tons av laksi um árið.