fríggjadagur 31. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 • 31. oktober 2008
Vikuskifti
4
– Tað kennist
so deiligt
innaní, tá eg
skrivi, at eg
bara vil hava
meir, sigur
rithøvundurin
Sólrún
Michelsen,
sum saman
ber sína
skriving við
eitt rúsevni,
hon er vorðin
bundin av
Tað var við piprandi hjarta, tá
Sólrún Michelsen fyri nøkrum
árum síðani fyrstu ferð skuldi
skriva ”rithøvundur” aftanfyri
sítt navn. Í hennara verð vóru
rithøvundar onki minni enn gudar,
og hon helt tað snøgt sagt vera
flovisligt at billa sær inn, at
hon kundi blanda seg í eitt slíkt
selskap.
Síðani tá hevur Sólrún
Michelsen ikki bara vant seg
við fína yrkisheitið. Herfyri
kundi hon hartil skriva M.A.
Jacobsen virðisløn afturat
rithøvundaheitinum, tá hon fekk
virðislønina fyri fagrar bókmentir
fyri bókina Tema við slankum.
Men gudakendu rithøvundarnir
– teir hoyra framvegis heima á
bókahillini hjá Sólrún Michelsen.
– Eg havi altíð ivast í, um nakar
dugur er í tí, eg skrivi. Í so máta
hevur M.A. Jacobsen virðislønin
givið mær frið í sálina til at halda
fram, sigur hon, men undrast
kortini framvegis yvir, at tað júst
gjørdist Tema við slankum, sum
varð heiðrað við virðislønini.
– Satt at siga helt eg, at
handan bókin langt síðani var
gloymd. Lítið og onki bleiv gjørt
burtúr henni, tá hon kom út fyri
einum ári síðani, og eg helt nokk,
at tað mundi vera, tí fólk ikki
hildu hana hava so nógv uppá
seg.
Lygnir og veruleiki
Tað er annars ikki so lætt at
gloyma navnleysu ”gentuna” í
Tema við slankum, sum foreldrini
hava stikað inni í einum úthúsi,
har hon gongur og fyllir lógvarnar
við feitum, svørtum og surrandi
skinnflugum. Inni í úthúsinum er
gentan ónda drotningin, sum hini
børnini bæði ræðast og kenna
seg drigin at. Men tá foreldrini
umsíðir mugu sleppa gentuni út,
tí hon er komin til skúlaaldur, fær
ræðslan tak á henni. Hon torir
ikki út um portrið og: ”Long tíð
gekk, áðrenn tey fingu bankað
bangilsi so mikið úr henni, at hon
tordi at ganga tann stutta teinin
til skúlan”, sum frásøgurøddin
staðfestir, meðan óunniligi
setningurin verður hangandi í
luftini.
Søgan um gentuna er
bert eitt av mongun smáum
brotum í eini frásøgn sum vísir,
hvørjar avleiðingar ymisk kor
í uppvøkstrinum kunnu hava á
vaksna lívið. Og Sólrún Michelsen
dylur ikki yvir, at søgurnar taka
støði í hennara egna barndómi í
fimtiárunum. Men harvið heldur
so eisini alt samband millum
bókina og veruleikan uppat.
– Tað er rætt, at ávís eyðkenni
við ymsum persónum frá mínum
barndómi hava sett ferð á søg
urnar, men restin er frítt hugflog.
Og tað er heldur ikki vist, at
hendingarnar fóru fram júst
soleiðis. Fólk minnast so ymiskt,
alt eftir, hvørjum stemningi, vit
vóru í, júst tá okkurt hendi, sigur
Sólrún Michelsen, sum tí eisini
er eitt sindur kløkk av, at so nógv
hava lisið bókina sum eitt slag av
sjálvsævisøgu hjá høvundanum.
– Eg øtist serliga, tá onkur
sigur seg minnast onkra hending
í bókini, sum eg veit, er berur
heilaspuni. Tað er jú rættiliga
ræðandi, at fólk soleiðis
gera mínar lygnir til sín egna
sannleika, so eg má heldur
ansa mær, hvat eg skrivi, sigur
høvundurin.
Vil tyggja sjálv
Tað fer hon tó neyvan, tí Sólrún
Michelsen er ikki sinnað at lata
hurðar aftur beint í nøsina á
skaldskapinum.
– Eg haldi tað vera stórt spell,
tá fólk lata sína lesing avmarka
við allatíðina at vilja hava svar
uppá, um okkurt er satt ella ikki.
Alt tað fantastiska við skaldskapi
At skriva er mín
Portrett
Anna V.
Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Tað ber ikki til at planleggja
seg fram til eina góða søgu.
Søgan skal vilja fram sjálv,
sigur rithøvundurin Sólrún
Michelsen, sum herfyri fekk
M.A. Jacobsens virðislønina
fyri fagrar bókmentir
Eg vil sleppa at tyggja
søguna sjálv, fáa bein
í hálsin, spíta steinar
út og hava kjøt sitandi
eftir millum tennirnar
Myndir: Jens Kristian Vang