fríggjadagur 31. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 210 - 31. oktober 2008
Fiska leyvuna í Atlantshavinum
Nú verður aftur tíð at fara á flot við tí stóru tráðuni. Rammurnar eru nøkulunda tær
somu sum í fjør, so kappingin byrjar 1. november 2008, og síðsti fiskidagur er 1. mars
2009. Eins og undanfarnu ár, er Magni Blástein fyriskipari. Í ár er tað Jógvan Weihe og
Bátatænastan sum lata virðislønir. Um kappingina í fjør kann sigast at hon eydnaðist
væl. Vinnarin gjørdist Heini Weihe við einum hemara á 196 kg, og næstur honum var
Jóannes Gaard við einum hemara á 160 kg. Tann triðtyngsta fekk Johan Simonsen, og
vigaði hann 117 kg. Hemarin - Løvan í atlantshavinum - liggur ofta millum 200 og 400
pund og kann gerast yvir tríggjar metrar langur.
- Undirsjóvartunnilin
ímillum Streymoy og
Eysturoy er ein sera
áhugaverd verkætlan
og eg fari at gera mítt
til, at arbeiðið kann
byrja sum skjótast,
sigur Annika Olsen,
landsstýriskvinna í
innlendismálum
UndirsjóvartUnnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta er helst akkurát
rætta løtan at fara undir
arbeiðið at gera undirsjóvar-
tunnil ímillum Streymoy og
Eysturoy.
Tað heldur Annika Olsen,
landsstýriskvinna
í
inn-
lendismálum.
Í gjár var fundur ímillum
landsstýriskvinnuna
og
privata felagið aftanfyri
Eysturoyartunnilin fyri at
kanna eftir, um útlit fram-
vegis eru fyri at fremja ætl-
anina á privatum grundar-
lagi,
soleiðis
sum
tað
upprunaliga varð ætlað.
Allir partar eru sera væl
nøgdir við fundin, har yvir-
skipaða niðurstøðan var
tann, at privata felagið fram-
vegis er sinnað at fremja
ætlanina.
Annika hevur bóltin
Annika Olsen staðfestir, at
eftir fundin við tunnilsfelag-
ið í gjár, liggur bólturin hjá
henni.
Men hon ætlar at spæla
hann víðari sum skjótast.
- Tað fyrsta, eg nú fari at
gera, er at fyrireika málið so
at tað kann leggjast fyri ein
landsstýrisfund, sigur hon.
Hon væntar ikki, at hon
klárar tað til landsstýris-
fundin mánadagin, men í
øllum førum miðjar hon eft-
ir at leggja tað fyri á lands-
stýrisfundi næsta mánadag.
Á
landsstýrisfundinum
fer hon at kunna landsstýrið
um fundin við tunnilsfelagið
í gjár og endamálið er sjálv-
andi eisini at fáa tilsøgn til
at fara undir samráðingar
við tunnilsfelagið um loyv-
istreytirnar.
Helst skal landsstýrið
eisini stinga nakrar yvirskip-
aðar loyvistreytir út í kortið,
sum landsstýriskvinnan fer
at samráðast innanfyri.
- Hetta er ikki eitt mál,
sum eg ætli at leggjast á, tí
fari eg at royna at fáa gongd
á samráðingarnar við tunn-
ilsfelagið um loyvistreytir-
nar sum skjótast, sigur
Annika Olsen.
Men nær tað verður,
veldst um viðgerðina í
landsstýrinum, men hon
vónar, at samráðingarnar
kunnu byrja skjótt og í øll-
um førum ætlar hon sjálv,
at tað skal verða so skjótt
sum gjørligt.
- Hetta er ein verkætlan,
sum allir partar eru sinnaðir
at fáa gongd á og tí fara vit
at bera so skjótt at sum
gjørligt.
- Hetta er ein verkætlan,
sum hevur stóran, samfel-
agsligan týdning. Men nú
stígur er komin í búskapin,
er hetta helst akkurát rætta
løtan at fara undir eina slíka
verkætlan fyri at varðveita
virksemi í landinum.
Bjartskygdur
Eisini Ingi Højgaard, for-
maður í nevndini fyri Eyst-
uroyartunnilin, er bjart-
skygdur eftir fundin við
landsstýriskvinnuna.
- Vit løgdu okkara sjónar-
mið fram og greiddu frá ætl-
anini, samstundis sum vit
váttaðu, at vit framvegis eru
sinnað at fremja ætlanina.
Tað, sum tunnilsfelagið
nú sær fyri sær, er, at ein
tíðarætlan verður løgd fyri
samráðingunum um loyvis-
treytirnar og tað arbeiðið
verður farið í holt við nú.
- Landsstýriskvinnan var
vælviljað og varð sinnað at
taka málið upp beinanvegin,
so tað kunnu vit ikki vera
annað enn nøgd við, sigur
Ingi Højgaard.
Annika Olsen vil hava gongd á
Eysturoyartunnilin sum skjótast
Øll eru sera væl nøgd við hendan fyrsta fundin ímillum
landsstýrið og felagið aftanfyri Eysturoyartunnilin. Frá
vinstru sita, Dávid Reinert Hansen, stjóri í felagnum fyri
Eysturoyartunnilin, Rodmundur Nielsen, nevndarlimur, Ingi
Højgaard, nevndarformaður, Malena Thomsen, nevndarlimur,
Annika Olsen, landsstýriskvinna, Rúni Joensen, aðalstjóri í
Innlendismálaráðnum, Kristjan Petersen, stjóri í felagnum fyri
Eysturoyartunnilin, Niklas Foldbo nevndarlimur og Bergur í
Garði, nevndarlimur
33,1 millión á muni
Tilsamans komu sjey tilboð inn upp á at byggja ellis-og
røktarheimið og økisdepilin fyri sinnisveik í Vági.
Tilboðini vóru hesi:
TG Verk:
56,9 mió
Víking Smíð:
63,3 mió
HES-Byg:
63,9 mió
Norðhús:
68,5 mió
Articon:
69,4 mió
MT-Højgaard:
75,0 mió
Pihl & Søn:
90,0 mió
Kostnaðarmetingin var upp á 65 milliónir, so tað sæst,
at trý tilboð eru niðanfyri tað og tvey onnur tilboð eru
beint omanfyri. Landsverk, sum er byggiharri, fer nú at
meta um tilboðini og fyritøkurnar, sum bjóðað hava og
út frá eini heildarmeting verður so tikið av einum av
tilboðunum
Sjey fyritøkur bjóða
seg fram at byggja
ellis-og røktarheim
og økisdepil fyri sinn-
isveik í Vági. Gongur
sum ætlað, byrjar
byggingin longu í ár
almenn bygging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Gongur sum ætlað, verður
farið undir at byggja nógv
umrødda ellis- og røktar-
heimið og økisdepilin fyri
sinnisveik í Vági, longu í ár.
Tað er greitt eftir at tilboð-
ini upp á byggingina vórðu
latin upp seinnapartin í gjár.
Tann stóra løtan var á
skrivstovuni hjá Landsverki
í Havn og tað vísti seg, at
sjey tilboð vóru komin inn
upp á byggingina.
Tilboðini fevna um all-
an byggikostnaðin, tað vil
siga, alt tað, sum hevur við
handverksarbeiðið at gera.
Men afturat hesum kostn-
aðinum, koma so lønar- og
príshækkingar, projektering,
eftirlit, innbúgv og annað.
Tað sást, at rættiliga stór-
ur munur var á tilboðunum
við tað, at heili 33,1 millión
var á muni á tí bíligasta og
tí dýrasta tilboðnum.
Tað var TG Verk, sum
hevði bíligasta tilboðið og
teir bjóða sær til at byggja
stovnarnar báðar fyri 56,9
milliónir.
Tað
eru
arkitektarnir
Albert Isfeld og Gudmund
S. Hansen, sum hava teknað
stovnarnar, Landsbyggifel-
agið stendur fyri konstruk-
tiónunum og el arbeiðnum
og Martin Leo stendur fyri
hvs arbeiðnum.
Byrja í ár
Albert Isfeld sigur, at gong-
ur sum ætlað, verður klárt
at fara undir byggingina
longu ár, kanska enntá
longu nú í november.
Byggingin er mett at taka
tvey ár, so alt bendir á, at
tað verður klárt at flyta inn
í nýggju stovnarnar um
ársskiftið 2010-2011.
- Grundstykkið er grivið
út og tað mesta av planer-
ingini og atkomuvegnum er
gjørt, so tí ber tað til at fara
undir byggingina so skjótt,
sigur Albert Isfeld.
Hann er væl nøgdur við
tilboðini, tí hann sigur, at tey
eru, sum hann hevði væntað.
Tilsamans 3900
fermetrar
Verkætlanin fevnir um tveir
samanbygdir stovnar. Annar
stovnurin er eitt ellis- og
røktarheim og hin stovnurin
er ein økisdepil til sinnis-
veik.
Tilsamans er talan um
eina bygging upp á 3.900
fermetrar. Ellis- og røktar-
heimið skal hýsa 24 búfólk-
um og verður 2.500 fermetr-
ar til støddar og økisdepilin
til sinnisveik verður 1.400
fermetrar til støddar og har
verður rúmd fyri verður átta
búðfólkum, umframt at tað
verða tvey umlætingarpláss.
Byrja bygging fyri 60-70 milliónir í Vági longu í ár