fríggjadagur 31. oktober 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 • 31. oktober 2008
Vikuskifti
6
Um seinasta vikuskifti helt
Undómsins Norðurlandaráð sína
árligu setu í samband við at
Norðurlandaráðið vikuna eftir
hevur sína árligu setu.
Ungdómsins Norðurlandaráð,
eisini vanliga kallað UNR, er ein
politiskur pallur, har ungdómar
úr øllum Norðurlondum viðgera
mál, ið eru viðkomandi fyri
norðurlendska samstarvið. Eisini
setir UNR mál á dagsskrá, og
viðgerð av sínum eintingum
mál, ið viðkoma ungdómum í
Norðurlondum.
Fyrr hava Føroyar verið
umboðað í UNR, og næstan
fast hava eitt ella tvey umboð
verið við. Men í ár man verða
fyrsta árið, har heili fimm fólk
umboðaðu Føroyar. Tey vóru
Bjørk Olsen og Rói Bjarnason
Poulsen fyri HUXA, Miriam
Michelsen fyri Unga Samband,
Una Egilsdóttir fyri Sosialistiskt
Ungmannafelag og undirritaði fyri
Unga Tjóðveldið.
Økja um samstarvið
Undir UNR eru fleiri tingbólkar, ið
politisku ungmannafeløgini eru
skipaði í, alt eftir hvørji ideologi
tey hella til, eitt nú Sosialistisk
Ungdom i Norden, ið Unga
Tjóðveldið er limur í, Nordisk
Ungkonservativ Union, ið HUXA
er limur í, Forbundet Nordens
Sosialdemokratiske Ungdom,
ið Sosialistiskt Ungmannafelag
er limur í og Nordens Liberale
og Radikale Ungdom, har Unga
Samband er limur.
Eitt av høvuðsendamálunum
hjá føroysku luttakarunum við
at taka lut í UNR var at økja um
samstarvið millum ungdóms
politisku felagsskapirnar í Norður
londum. Við at luttaka á UNR
setuni fingu tey eisini samband í
lag við flokksbólkarnar, soleiðs at
samstarvið kann økjast framyvir, og
at samstarvað verður á fleiri økjum.
Hava stóra ávirkan
UNR er eitt ráð undir Norðurlanda
ráðnum, ið eisini hevur umboð í
sjálva Norðurlandaráðnum. Øll
mál, ið verða viðgjørd og samtykt
av ungdómsráðnum, verða løgd
fyri Norðurlandaráðið, har øll
londini so sleppa at viðgera tey
og taka støðu til tey.
Samstundis hevur ungdóms
ráðið stóra virðing millum
»vanligu« politikararnar. Hetta
tykist tó heldur ikki at verða uttan
orsøk.
Nógv týðandi mál verða
viðgjørd í ungdómsráðnum,
og vaksnu politikararnir hava
ásannað týdningin av at eisini
taka ungdómin í Norðurlondum
við uppá ráð, tá týdningarmiklar
avgerðir verða tiknar, til tess at
tryggja gott samstarv framyvir
eisini.
Norðurlond standa
saman
Stórar broytingar og rembingar
henda í heiminum í hesum døg
um. Høvuðsevnið á hesi setuni
hjá UNR var orka og umhvørvið,
og nógv varð kjakast aftur og
fram um júst hesi evnini.
Setan byrjaði fríggjadag, og
allur dagurin fór til at kjakast
um og arbeiða við umhvørvis
spurningunum. Pallborðskjak var
millum annað um kjarnorku, og
arbeiðsbólkar vórðu settir niður
at viðgera framtíðar orku og
umhvørvisspurningar.
Fleiri tilmæli vórðu sam
tykt, og eru í vikuni løgd fyri
Norðurlandaráðið, har ungdómur
in vísir á gongdar leiðir, til tess at
betra um umhvørvið og minka um
vakstrarhúsárinini.
Ein limur úr Grønlandi greiddi
frá teimum broytingum, ið tey
síggja í Grønlandi í hesum
døgum, ið mest líkt eru orsakað
av at hitin í Heiminum er vaks
andi. Ungdómsráðið kom til
ta niðurstøðu, at Norðurlond
eiga at ganga á odda innan
umhvørvisøkið, og at víðgongd
stig mugu takast til tess at venda
gongdini.
Vístu samkenslu við
Íslandi
Nógv ymisk mál vóru til við
gerð á setuni hjá UNR, og
ofta stóð næstan á jøvnum
millum vinstru og høgru í
teimum ymisku málunum,
eitt nú um vápnaútflutning og
hernaðarsamstarvið Norður
landanna millum.
Men mest stórsligna løtan
var uttan iva, tá eitt mál um
støðuna hjá Íslandi kom fyri.
Einmælt samtykti ungdómsráðið
at Norðurlond eiga at standa
Føroyskur ungdómur
norðurlendskum sam
Seinasta vikuskifti luttóku fimm
føroysk ungfólk í Ungdómsins
Norðurlandaráði, umboðandi fýra
politisk ungmannafeløg. Høvuðs
endamálið við ferðini var at økja
um samstarvið landanna millum
á undómspolitiska pallinum
Reportaga
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Myndir: Bjørk Olsen