fríggjadagur 31. oktober 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 210 - 31. oktober 2008
» Eg havi innlit
í míni útlit«
Mær nýtist ikki at stúra. Hvørki fyri mær
sjálvari, makanum ella børnunum.
Snýr tað seg um lívstrygging, óarbeiðsføristrygging ella
eftirløn, fært tú altíð bestu ráðgevingina frá Lív. Vit taka
støði í tínum tørvi.
Við Lív fært tú innlit í tíni útlit.
www.liv.fo
K R E A
Umsóknarfreist:
mánadagin 03. november
2008 kl. 14.00.
ERGOTERAPEUTAR
ella FYSIOTERAPEUTAR
til Hjálpartólamiðstøðina (HTM)
Tvey av starvsfólkum okkara
hava, eftir drúgva starvstíð á
HTM, leita sær aðrar avbjóðing-
ar og tí er á HTM tvey størv
sum ráðgevandi og málsviðger-
andi Ergoterapeutar ella Fysio-
terapeutar leys at seta beinan
vegin. Annað starvið er tó fyri-
bils til 31. juli 2009, men við
møguleika fyri føstum starvi.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um
vikuna. (Onnur arbeiðstíð kann
avtalast).
Vit sóknast eftir
starvsfeløgum sum hava
• útbúgving sum ergotera-
peutur ella fysioterapeutur
Ynskiligt er at umsøkjari
hevur
• royndir frá líknandi arbeiði
• royndir og/ella kunnleika til at
arbeiða við fólki við niðursett-
um førleika
• kunnleika til almanna-
lóggávuna
• evnir at seta í verk
fyriskipanir
• góð samstarvsevnir
• góð evnir at orða seg bæði
munnliga og skriftliga
• góðan telduførleika
Vit kunnu bjóða
• førleikamenning innan-
og uttanhýsis
• fakligt mennandi umhvørvi
• tvørfakligt samstarv
• tætt samstarv við starvsfelagar
• sjálvstøðuga tilrættisleggjan
av arbeiðsdegnum
• flextíð
Á HTM leggja vit í umsitingini
dent á virðing fyri borgaranum,
rættartrygd, gjøgnumskygni,
fakliga dygd, kunning og
áhaldandi menning.
Nærri fæst at vita um starvið við
at venda sær til Palla Mortensen,
leiðara á HTM, á
telefon 358300.
Løn og setanartreytir sambært
sáttmála millum Fíggjarmála-
ráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn við avriti av viðkom-
andi skjølum skal sendast til
Hjálpartólamiðstøðina,
Postboks 1049, 110 Tórshavn,
ella við telduposti til
htm@almannastovan.fo
HTM er stovnur undir
Almannastovuni og umsitur
hjálpartól, umbyggingar í
heiminum og avlamisbilar til
fólk, ið bera brek. Í løtuni
starvast 12 fólk á HTM.
Uppgávurnar hjá HTM
umfata m.a.
• upplýsing, ráðgeving og
leiðbeining til brúkarar,
almennar myndugleikar o.o.
um hjálpartól og byggi- og
bústaðarspurningar
• útlán og endurnýtsla av
hjálpartólum
• viðgerð og støðutakan til
umsóknir um sertillagað
hjálpartól, bústaðar-
broytingar og avlamisbilar
• tvørfakligt samstarv
– innan- og uttanhýsis.
Hevur tú hug at arbeiða á einum almennum stovni, har arbeiðsdagurin
ikki stendur stillur, og uppgávurnar eru nógvar, spennandi, fjølbroyttar
og avbjóðandi – ja so hava vit júst brúk fyri tær!
htm@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo