fríggjadagur 31. oktober 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
fer jú fyri skeyti, um onki pláss
longur er eftir hjá lesaranum at
gera sær sínar egnum myndir og
tankar, sigur Sólrún Michelsen,
sum sjálv heldur tað vera
munandi meir spennandi, tá ein
ritøvundi skrivar sín iva heldur
enn svar inn í søguna.
– Eg vil sleppa at tyggja søguna
sjálv, fáa bein í hálsin, spíta
steinar út og hava kjøt sitandi
eftir millum tennirnar. Eg tími ikki
at lata mær lynda við einum glasi
av tunnari saft, sum bara glíður
niðurum, uttan at leggi merki til
tað ella minnist smakkin, sigur
Sólrun Michelsen, sum roynir at
flyta síni krøv til skaldskap yvir á
sína egnu skriving.
Og í nógvar mátar er Tema við
slankum eitt paradís hjá lesarar
um, sum sjálvir vilja sleppa at
tyggja og gruna yvir, hvat gongur
fyri seg millum reglurnar. Serliga
í fyrsta partinum av bókini er
málið barberað so tætt, at hvørt
einasta orð mest sum stendur til
at bresta av týdningum.
– Hatta er ein av fyrimununum
við at lata sjónarhornið í eini
søgu liggja hjá barninum. Børn
góðtaka tað mest ótrúliga og
staðfesta bara, at soleiðis er
tað. Úrslitið verður ein fatalistisk
og nærum ræðandi neyv fatan
av heiminum, sum fær alt tað
ósagda at duna onkustaðni í
høvdinum á okkum vaksnu, sigur
Sólrún Michelsen, sum eisini í
restini av bókini hevur verið sera
tilvitað um málið sum skaldsligt
snildi.
Eftirhondini sum børnini í bókini
gerast vaksin, fylgja eisini meir
realistiskar frágreiðingarnar um,
hvat í veruleikanum gekk fyri seg
ímillum reglurnar í fyrsta parti.
Og tá teir sannleikarnir gerast
ov beiskir at svølgja, flýggja tey
vaksnu inn í hvør sína marru
ella dreymakendu søgu í einum
ævintýrkendum málsligum búna,
har allar hurðar aftur standa á
gloppi.
Opinberingar
Spælið við ymsar frásøguhættir
tykist vera ein týðandi drívmegi
í bókini. Og Sólrún Michelsen
viðgongur eisini fegin, at hon
sjálv fyrst og fremst lesir aðrar
høvundar fyri at uppdaga og
læra nýggjar frásøguhættir.
Beint nú er hon á rannsóknarferð
í bókunum hjá so ymiskum
høvundum sum Jose Saramago,
Margaret Atwood, Kafka og
Einari Már Guðmundsson. Men
hóast Kafka hevur fylgt henni í
mong ár eftirhondini, læsir Sólrún
Michelsen seg helst ikki ov fasta
í ávísar høvundar.
– Tað kennist sum ein opin
bering, hvørja ferð eg renni meg
í ein nýggjan, góðan høvund,
sum hevur sín heilt egna og
øðrvísi máta at siga eina søgu.
Einaferð fekk eg tað ráðið, at
lesa virðisløntu høvundarnar og
síðani royna at finna út av, hví
teir høvdu fingið virðisløn. So
systematisk eri eg kanska ikki,
tá eg lesi, men tað kann vera
ótrúliga inspirerandi at hava
tað í huganum, sigur Sólrún
Michelsen, sum illa dugir at
ímynda sær eitt lív uttan bøkur.
– At lesa hevur altíð verið
sum ein rúsur, sum eg kundi
hvørva inn í, tá eg vildi. Og
síðani eg sjálv byrjaði at skriva,
havi eg í grundini bara funnið
eitt nýtt rúsevni. Tað kennist so
deiligt innaní, tá eg skrivi, at eg
allatíðina vil hava meir. Gongur
tað ov long tíð ímillum verði eg
rastleys og fái ikki frið á mær. So
jú, eg má nokk viðganga, at eri
vorðin bundin av hesum, smílist
Sólrún Michelsen í tí hevur hug
at argast inn á, at tað er ov langt
millum rúsirnar.
– Eg eri nokk vorðin meir
sjálvkritisk við árunum. Tí er
upplivingin av, at skrivingin mest
sum bara flýtur av sær sjálvum,
eisini vorðin meir forkunnug,
sjálvt um eg framvegis tvíhaldi
um, at skrivingin helst skal vera
so spontan, sum til ber, sigur hon.
Klók av royndum er Sólrún
Michelsen nevniliga sannførd um,
at tað ikki ber til at planleggja
seg fram til eina góða søgu.
– Eg skrivaði einaferð eina
ungdómsbók, har eg hevði
lagt søgugongdina til rættis
niður í minsta smálut, áðrenn
eg byrjaði. Bókin bleiv eisini
liðug, tupulleikin var bara,
at søgan fungeraði yvirhøvur
ikki. Tí liggur hon framvegis í
skrivaraborðskuffuni, har hon
kann gera eitt sindur av nyttu
sum ávaring um, eg ikki skal
planleggja ov nógv, tá eg skrivi,
sigur høvundurin avgjørd.
Antennnurnar úti
Hví Sólrún Michelsen yvirhøvur
av fyrstan tíð byrjaði at skriva,
dugir hon ikki rættiliga at siga.
Ikki annað enn at henni altíð
dámdi væl at skriva stílar í
skúlanum, og at kanska eitt lítil
neisti bleiv kveiktur, tá lærarin
plagdi at lesar hennara stílar upp.
Ella hava tey sum kenna hana
kanska rætt, tá tey siga,
at hon altíð hevur so
nógvar antennur úti, at
tað ikki er so løgi, at øll
inntrykkini mugu sleppa
út onkursvegna.
– Jú, tað er nokk
rætt at leggi til merkis
og minnist nógv, sum
onnur ikki hava givið
sær stórvegis far
um. Til tíðir kann
tað vera strævið og
uttan iva kanst tú eisini
gerast heldur viðbrekin,
um tú tekur alt inn og
goymir tað har. Men
tað kann eisini vera ein
ótrúlig styrki at vita, at
tú altíð kanst taka hesi
inntrykkini framaftur og
brúka tey til, hvat sørin
tú vilt. Til dømis í eini
ordiliga góðari søgu,
sigur Sólrún Michelsen
og smílist eitt sindur
loyndarfull.
Nr. 210 • 31. oktober 2008
rúsur
Eg øtist serliga,
tá onkur sigur seg
minnast onkra hending
í bókini, sum eg veit, er
mín egni heilaspuni
Satt at siga helt eg,
at bókin »Tema við
slankum« langt síðani
var gloymd
BØKUR