Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 210 - 31. oktober 2008 - Páparættindi er eitt evni, ið alvorliga eigur at verða tikið upp til viðgerð í samfelagnum. Hetta sigur Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javn- støðunevndini, eftir fyrilestur í Miðlahúsinum um faðirskap hóskvøldið Javnstøða Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Forkvinnan í Javnstøðu­ nevndini, Kristianna Winth­ er Poulsen, er sera væl nøgd við tiltakið í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, har Javnstøðu­ nevndin skipaði fyri fyri­ lestri um faðirskap. Til tiltakið hevði Javn­ støðunevndin fingið norska kynsgranskaran Jørgen Lorentzen at halda fyri­ lestur. Hesin fyrilestur var býttur í tveir partar. Fyrsti parturin var um faðirskap í søguligum perspektivi, og seinni parturin var um at javnstøða er fyri bæði kynini. Hetta var eitt tað fyrsta tiltakið, ið Javnstøðunevnd­ in skipar fyri, og sum er rættað mótvegis pápum, og Kristianna Winther Poulsen letur sera væl at. ­ Tiltakið eydnaðist óal­ mindeliga væl, og eg haldi at har vóru nógv fólk, ið mun til hvussu nógv plaga at møta upp til slík tiltøk. Har vóru rættiliga nógv mannfólk, og tú merkti at hetta er eitt evni, ið er rættiliga viðkomandi. Áhugin var stórur hjá teimum, sum møttu, og har vóru nógvir engageraðir spurningar, s i g u r K r i s t i a n n a Winther Poulsen. Javnstøða er fyri bæði kynini Kristianna Winther Poulsen var eisini sera fegin um at tað vóru so nógvir menn, ið møta upp til eitt tiltak hjá Javnstøðu­ nevndini. ­ Javnstøða er jú fyri bæði kynini, og ikki bara fyri kvinnurnar. Hetta evnið, páparættindi, er eitt evni, ið eigur at verða tikið upp til alvorliga viðgerð í samfelagnum. Hetta merkir so ótrúliga nógv fyri so ótrúliga nógv fólk. Eg hoyrdi okkurt um, at helvtin av børnunum eru børn av ógiftum foreldrum, og her er tað soleiðs, at eru foreldrini ikki gift, so er tað millum annað bara tann, ið hevur foreldramyndugleikan, ið hevur rætt at stilla upp til og atkvøða til skúlastýrisval, og tað er bara eitt av fleiri tingum, har pápar ikki hava nøkur rættindi, sigur Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðu­ nevndini. Jørgen Lorentz greiddi í Sosialinum mikudagin frá, at nýggjasta granskingin vísir, at heili 80 prosent av børnunum búgva hjá mammuni í samband við hjúnaskilnað, og at sam­ stundis ynskja 88 prosent av pápunum at børnini antin skulu búgva hjá teimum, ella helvt um helvt hjá pápanum og mammuni. Hetta merkir at páparnir ynskja at taka lut, men at samstundis búgva 80 pros­ ent av børnunum í høvuðs­ heitum hjá mammuni, og hetta helt Jørgen Lorentzen vera púra burturvið, tá hugsað verður um, at børnini hava rætt til bæði foreldur. Seta meira fokus á evnið Kristianna Winther Poulsen greiðir eisini frá, at hon føldi eitt stórt engagement og stórar frustratiónir mill­ um tey mannfólkini, ið vóru møtt, og at meira fokus eigur at verða sett á hetta evnið. Samstundis kundi hon avdúka, at hetta als ikki verður tað seinasta tiltakið, ið verður vent móti pápum. ­ Vit fara at seta meira fokus á evnið, og vit arbeiða við onkrum líknandi tiltaki í framtíðini. Vit ætla at hava eitt tiltak, har vit fara at biðja onkran serfrøðing og onkran, ið arbeiðir við økin­ um í Føroyum at hjálpa okk­ um. Hetta er eitt viðkvæmt evni, og hetta eigur av fáa størri ans og vit fara so at royna at skapa eitt kjak um evnið, sigur Kristianna Winther Poulsen, ið er for­ kvinna í Javnstøðunevnd­ ini. Pápar skulu síggja tað sum ein fantastiskan møguleika at fáa høvi til at taka lut í lívinum hjá børn­ unum á jøvnum føti við mammurnar. Hetta sigur norskur kynsgranskari, sum held­ur fyrilestur um faðirskap í Miðla­ húsinum hóskvøld­ið Javnstøða Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Allir partar eru vinnarar, tá pápin tekur lut í lívinum hjá børnunum á jøvnum føti við mammurnar: Børn­ ini trívast betri, kvinnan verður meira nøgd og á allan hátt, Pápar mugu gjarna forstýrast íslendski toskasto gýtingarstovnin vera um 120.000 to Í løtuni verður hildið, at hann er um 230.000 tons. Nú við spenningi eftir, um stovnsmetingin er so góð, at tað fer at bera til at økja kvotuna, skrivar Vísir. Keypa orðmenn standa í bíðirøð eftir at sleppa úktar bilar úr Íslandi, nú virðið á íslendsku krónuni er o nógv fallið. Norsk bløð vita at siga frá bilsølumanni í ergen, sum er í Íslandi, har hann roynir at fáa fatur á 00 brúktum bilum. Bilsølumaðurin sigur við fjølmiðlar­ nar, at í løtuni eru millum 8.000 og 10.000 brúktir bilar til sølu í Íslandi. Hann sigur kortini, at í fleiri førum er talan um marglætisbilar, sum hansara keyparar í Bergen ikki eru hugaðir at keypa. Um Jørgen Lorentzen Jørgen Lorentzen starvast sum granskari á “Senter for tverrfaglig kjønnsforskning” á uni­ versitetinum í Oslo. Hann hevur serligan áhu­ ga fyri gransking innan maskulinitet, faðirskap, seksualitet og harðskap, og hevur luttikið í almen­ na kjakinum í Noregi um familju, javnstøðu, pápar og faðirskap. Harum­ framt er hann leiðari av verkætlanini Menn og k liniteter sum fevn­ Fyrilesturin: Faðirskap­urin í søguligum p­ersp­ektivi og p­áp­arættindi í dag, við norska kynsgranskaranum Jørgen Lorentzen, verður í Miðlahúsinum í Havn hóskvøldið 30. oktober klokkan 20. Fyrilesturin er almennur og ókeyp­is og varar í umleið ein tíma. Javnstøðunevndin skip­ar fyri. FAKTA Billund misti nógv Flogvøllurin í Billund mist í gjár ein fjórðing av sínari ferðslu, tá flogfelagið Sterling fór á húsagang. Leiðslan fyri Billund Lufthavn vónar tó, at onnur flogfeløg fara at flúgva umvegis Billund, og longu nú er okkurt felag farið at flúgva farleiðir, sum Sterling hevur røkt. ­ Vit vita ikki við vissu enn, hvussu tað verður við farleiðunum, sum Sterling fleyg, men vit tosa við fleiri flogfeløg um hetta, sigur Jørgen Krab Jørgensen, stjóri í Billund Lufthavn, við DR. Forsætisráðharri sló myndamann Forsætisráðharrin í Kekkia gjørdist so illur við ein naskan mynda­ mann, sum tók myndir av eitt ára gamla soni hansara, at forsætis­ ráðharrin gav myndamanninum ein frammaná. Tá Topolanek nú um dagarnar kom til ein fund á høvuðsskrivstovuni hjá flokki sín­ um við soninum í einum klappstól, tók ein av myndamonnunum myndir av soninum. ­ Hvat gert tú? Hví tekur tú myndir av honum?, spurdi Topolanek, áðrenn kann sló myndamannin í andlitið. Upptøk­ ur av hendingini eru sum vera man endaðar á YouTube. Javnstøða – eisini fyri pápar Sethúsaognin í Tróndargøtu 31 til sølu Um hóskandi boð fæst, verða sethúsini í Tróndar­ gøtu 31 í Havn seld. Ognin, sum liggur sera væl fyri í miðbýnum, er til víddar 168 m² við ástandandi sethúsum bygd í 1910 og umbygd í 1960­árunum. Oljufýr er frá miðskeiðis í 90­árunum. Sethúsini hava kjallara, miðhædd og loft. Í mið­ hæddini er gongd, stova og køkur og á lofts­ hæddini eru trý kømur og baðirúm. Áhugað kunnu venda sær til Eyðfinnur Jacobsen, advokat á tlf. 219902 ella eyj@faroe-law.fo. Advokatpartafelagið Faroe Law · Tróndargøta 19 · 100 Tórshavn - Javnstøða er fyri bæði kynini, og ikki bara fyri kvinnurnar. Hetta evnið, páparættindi, er eitt evni, ið veruliga eigur at verða tikið upp til alvorliga viðgerð í samfelagnum, sigur Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini