fríggjadagur 31. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 210 • 31. oktober 2008
Klaksvík: - Eg fari avstað við
Norrönu mánadagin. Men kanst
tú siga mær, hvussu eg komi til
Rockall?
Fyrrverandi tennisleikarin og
skíðinstruktørurin og mynda-
maðurin Zascha Grabow strálar
av ferðahugi og lívsgóðsku, tá
Sosialurin hitti hann í Klaksvík
ein fagran summardag í august
mánaði í ár.
Hann var júst komin higar á
ferð úr USA og Íslandi, og skuldi
nú víðari til Hetlands og Skotland
í tráðan síni at gerast tann fyrsti
– og helst eisini yngsti persónurin
– sum hevur vitjað hesi ásettu
757 støðini hjá felagsskapinum
Most Traveled People.
- Eg vil so fegin sleppa uppá
Rockall, ið er eitt av støðunum á
hesum langa listanum. Veitst tú,
um eg kann fáa onkran at sigla
meg út hagar?, spyr hann spentur
á málinum. Tað eru bert 10 sum
hava verið her áður, og nú ætlar
Zascha at gerast tann 11.!!
Tað er týðiligt, at hesin týskarin
ikki ætlar sær at helma í, fyrrenn
málið er rokkið og hann hevur
verið kring allan heimin. Hóast enn
er langt á mál, tí enn vanta 315
støð, so hevur Zascha Grabow ikki
beinleiðis skund at koma víðari.
Tá vit hittu hann í Klaksvík
hevði hann fingið eitt minni
arbeiði hjá eini fyritøku í býnum.
- Eg kundi gott hugsað mær
at steðga eitt sindur longur her í
Klaksvík. Um eg finni the-girl-in-
my-life, fari eg ongan veg. Men
so má tað vera skjótt, tí í dag
er fríggjadagur og eg skal víðari
longu mánadagin!, sigur hann við
einum brosi.
Út í ta stóru verð
Ungur, og við góðum ferðahugi,
fann Zascha Grabow ein dagin í
fjør eina heimasíðu á alnetinum,
sum nærum broytti lív hansara
ella sum lat upp ein nýggjan heim
fyri honum.
Hann hevði longu sum 28
ára gamal sett kós út í ta stóru
verð – úr heimbýnum Talheim
og hagar leiðin og ferðahugurin
annars bóru hann.
Henda heimasíðan – sum greitt
verður frá aðrastaðni á síðuni
– var serliga ætlað teimum, sum
høvdu sama áhugamál sum hann:
At ferðast kring heimin og
soleiðis uppliva, hvussu onnur
fólk livdu og høvdu tað. Síðani
kundi ein stovnseta egna heima-
síðu, har onnur kundu fáa lut í
hesum upplivingum teirra.
Tað var kortini eitt annað sum
var uppaftur meiri spennandi
við hesi heimasíðuni. Her var
nevniliga ein listi yvir eitt ávíst tal
av støðum, sum einhvør ferðandi
við virðing fyri sær sjálvum átti at
vitja kring allan heimin, og sum
ein kundi verða skrásettur fyri.
Áttu at sæð Klaksvík
Í hesum felagsskapinum var nú
brádliga møguleiki at vitja nøkur
ávís lond og støð, og síðani
»kappast« við onnur um, hvør kann
røkka fyrst teimum 757 støðunum,
ið heimasíðan hevur valt út.
Ein partur av hesum er eisini
at kunna koma við í Guiness-
Fyrst taka vit Manha
– síðani Klaksvík
Ferðamaður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
”
Eg kundi gott hugsað mær at steðga eitt sindur longur her í
Klaksvík. Um eg finni the-girl-in-my-life, fari eg ongan veg. Men
so má tað vera skjótt, tí í dag er fríggjadagur og eg skal víðari
longu mánadagin
- Eg havi fylgt nógv við í fótbólti, og eg
ynskti tí at koma til Føroyar. Eg má bara
staðfesta, at hetta er eitt sera vakurt
land, serliga her í Klaksvík ein slíkan
vakran summardag sum í dag, sigur ungi
týski ferðamaðurin Zascha Grabow.
Hann hevur sett sær sum mál at vitja øll
heimsins lond og støð – 757 íalt. Í summ-
ar var hann og vitjaði í staði nummar 431
Mest
ferðandi
kring heimin
Íalt er 757 støð, sum tey
ferðandi hava møguleika at
vitja, sambært heimasíðuni
www.mosttraveledpeople.com.
Hann, ið hevur ferðast
til flest av hesum støðum,
amerikumaðurin Charles A
Veley, hevur vitjað í 709 støðum
og vantar einans 48, og tann
næstmesti, Bill Altaffer hevur
vitjað 663 støð og vantar so-
statt 94 støð. Nevnast kann, at
báðir hava teir verið í Føroyum.
Á listanum liggur Zascha
Grabow á einum 25. plássi
við íalt 442 støðum, harav
Føroyar telja sum eitt teirra.
Meiri fæst at vita um ferðir
hansara á heimasíðuni www.
saschagrabow.com
- Tað er ótrúliga vakurt her í Klaksvík, sigur Zascha
Grabow, sum hevur ferðast kring allan heimin. Hann
er fyrsti týskarin ið hevur ferðast í meiri enn 400
londum og støðum