Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 210 - 31. oktober 2008 Samherji væl fyri Tan álvarssama fíggjarkreppan í Íslandi kann gera enda á fleiri vinnufyritøkum, men millum teirra, sum vænta at sleppa snikkaleysar burtur úr kreppuni, er tann stóra fiskivinnufyrutøkan Samherji, ið sum kunnugt eisini hevur áhugamál í Føroyum. Leiðslan í Samherja boðaði í gjár frá, at fyritøkan er fíggjarliga væl fyri, og kemst tað millum annað av, at hon hevur fyrireikað seg til tað, sum nmú er hent. Millum annað hevur fyritøkan steðgað á við íløgum síðani 2006, selt ognir og endurskoðað raksturin, sigur leiðslan. Trolarin Akureyrin er eitt av skipunum hjá Samherja Mynd: Vísir Summartíðin økir um blóðtøppar Tá klokkan verður flutt aftur í oktober lækkar talið á blóðtøppum, men hinvegin er størri vandi á ferð í mars, tá klokkan verður flutt ein tíma fram. Tað vísir ein kanning frá svenska Karolinska Institut, sum er almannakunngjørd í New Engand Journal of Medicine. - Mest sannlíka frágreiðingin til, at fólk fáa fleiri blóðtøppar, tá skift verður til summartíð í mars, er helst, at svøvnurin hjá fólki verður órógvaður av flytingini, sigur Dr. Imre Janszky. Hinvegin vinna fólk ein tíma í oktober, og tað virkar tálmandi fyri talið á blóðtøppum. Nú tað vísir seg, at foreldrini eru full­ komiliga líkaglað við skúlastýrisvalið, heitir landsstýriskvinnan, Helena Dam á Neystabø, inniliga á foreldrini um at umhugsa støðuna enn einaferð Skúlamál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Skulu skúlastýrini varðveit- ast ella takast av? Hendan spurningin setti landsstýris- kvinnan í skúlamálum, Hel- ena Dam á Neystabø, sær sjálvari og foreldrunum í føroyska fólkaskúlanum á tíðindafundi í morgun, nú bert 11 dagar eru til eitt skúlastýrisval, sum als ongin áhugi er fyri. - Er undirtøkan so lítil, sum hon tykist vera beint nú, má skipanin takast av ella broytast grundleggjandi, segði Helena Dam á Neysta- bø, sum eisini brúkti høvið til, fyri seinastu ferð at royna at reka foreldrini á val. - Eg vil heita á øll foreldur um at taka hetta skúlastýris- val í sama álvara sum eitt løgtingsval ella kommunu- val. Verður tað ikki, so verð- ur skipanin tikin av og broytt munandi til næsta kommunuval, staðfesti landsstýriskvinnan avgjørd. Ongin undirtøka At áhugin er so lítil, kom eitt nú til sjóndar í einum spurnaumfari, sum útvarpið hjá Kringvarpinum gjørdi millum skúlastjórar kring landið í gjár. Har var niður- støðan púra greið: Millum ongin og sera fá foreldur møttu til uppstillingarfund- irnar, sum skúlarnir skipaðu fyri í síðstu viku. Sambært skúlastjórunum kundi orsøk- in vera, at kunningin hevur verið ov lítil, at skúlastýrini hava ov lítið at siga, ella at áhugin fyri fólkaskúlanum bara er so lítil. Lagamanni at luttaka Á tíðindafundinum metti landsstýriskvinnan, at skúla- stýrisvalið er ein einastand- andi møguleiki at fáa ávirk- an á skúlan, har børnini ganga hvønn dag í 9 ella 10 ár. Eisini vísti hon á, at nú valið fer fram sama dag sum kommunuvalið, skuldi tað verið lagamanni at tikið lut. Í sama viðfangi greiddi hon frá skipanini við skúla- stýrum. Men hetta fara vit ikki at endurtaka her, tí fólk kunnu leita sær hesar upp- lýsingar fram á heimasíðuni hjá mentamálaráðnum ella í faldaranum, sum børnini hava fingið heim við. Ynskir orðaskiftið Landsstýriskvinnan við- gongur, at áhugin fyri skúla- stýrunum hevur ikki verið nóg stórur tey valini, sum hava verið. - Eg vil tí leggja upp til eitt orðaskifti um hetta, tí øll vilja vit okkara børnum tað allar besta, segði hon, og vísti á, at her steðgar logikkurin eisini. - Paradoksið er, at meðan øll eru samd um, at skúlin er eitt tað týdningarmesta, so vil ongin taka lut. Tað hevur eftir øllum at døma ikki tign ella status við sær, at vera við í hesum arbeiðin- um, segði landsstýriskvinn- an, sum tí heitti á øll, um at taka lógvatak saman um tann føroyska fólkaskúlan. Hugskot um broytingar Í hesum sambandi hevði hon eisini gjørt sær nakrar tankar um, hvussu skipanin við skúlastýrum kundi ver- ið broytt. Tí hon viðgekk, at skipanin er ikki nóg góð sum er. - Eitt hugskot hevði verið, at havt eitt skúlastýrið fyri hvørja av teimum sjey kommununum, sum vón- andi verða veruleiki í hesum valskeiðinum, skeyt hon upp. Eisini vísti hon á, at allir borgarar skulu sleppa at velja, men at bert foreldur skulu sleppa at stilla upp til skúlastýrisvalini. - Her høvdu vit eisini komið øllum roksinum við foreldramyndugleika og tílíkum til lívs. Tá høvdu øll, sum hava valrætt møgu- leika fyri at gera sína mein- ing galdandi í einari fólka- ræðisligari skipan, sum tíverri als ikki virkar eftir ætlan í løtuni, segði lands- stýriskvinnan, sum avgjørt ætlar sær at eftirmeta skip- anina, tá valið er av. - Tí, eitt pseudo-demo- krati er verri enn onki demo- krati, sum hon tók til. Skúlastýrisvalið stendur at rapa Skúlastýrisvalið verður hesaferð samstundis og á sama staði sum kommunuvalið. Freistin at stilla upp er 4. november modelmynd Foreldra­ myndugleiki Tey sum kunnu velja, eru foreldur ella verjar, sum hava foreldramyndugleika yvir barninum. Eru foreldrini ógift, kunnu tey fáa felags foreldramyndugleika hjá Ríkisumboðnum – um báðir partar eru samdir um tað. Faldari Øll skúlabørn hava fingið ein faldara við heim, har greitt verður frá um arbeiðið í skúlastýrinum. Faldarin er eisini at finna á heimasíðuni hjá MMR. Faldari fæst eisini hjá ráðnum ella í skúlanum hjá barninum. Fakta Skúlastýrini skulu hava í minsta lagi seks fundir árliga. Flestu skúlarnir hava tó ein fund um mánaðin. Foreldraumboðini í skúlastýrinum fáa fundarpengar fyri hvønn fund. Hetta er 468,00 kr. hvørja ferð.