fríggjadagur 31. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 • 31. oktober 2008
Vikuskifti
9
attan
Tríggir
føroyingar á
listanum
Føroyingum hava altíð dámað
væl at ferðast kring allan
knøttin, um tey so ikki hava
annað at prógva hetta við, enn
eitt stempul í einum passi.
Tað finnast tó teir føroy
ingarnir, sum eru við í felags
skapinum Most Traveled
People. Hesir hava eisini sett
sær sum mál at koma longri
upp á listan, hóast enn er langt
á mál.
Teir tríggir føroyingarnir
eru: Sámal Bláhamar sum
hevur vitjað 47 støð, Kamala
Langgaard hevur sum hevur
vitjað 25 støð og Kaj Egholm, ið
hevur verið á 20 støðum.
”
Hóast hann nústani er
komin við í felagsskapin,
er Zascha Grabow longu
tann mest ferðandi
týskarin og samstundis
tann yngsti, sum hevur
vitjað fleiri enn 400 støð
metbókina, sum tann persónurin
ið hevur vitjað flest støð kring
heimin. Hóast hann nústani
er komin við í felagsskapin, er
Zascha Grabow longu tann mest
ferðandi týskarin og samstundis
tann yngsti, sum hevur vitjað
fleiri enn 400 støð.
Tað er ein amerikanari Charl
es A Veley ið hevur vitjað flest
støð beint nú. Men eg ætli mær
í øllum førum at gera mítt til at
taka hann aftur, sigur Zascha
Grabow við einum brosi.
Ein part av hesi ætlan síni rakk
hann í summar, tá hann vitjaði
í Føroyum. Tað eru enn fleiri av
kappingarneytum hansara, ið eiga
hesa upplivingina til góða.
Tey áttu øll at sæð Klaksvík.
Tað er ein sera vakur býur, slær
hann fast.
Hentur tummil
Tað tók sína tíð hjá Zascha Gra
bow at koma allan vegin til høv
uðsstað norðoyinga. Í roynd og
veru byrjaði ferðin fyri jól í fjør!
Eg fór úr heimbýi mínum fyrst
í desember mánaði, og tumlaði
so allan vegin gjøgnum Frakland
til Spania. Har steðgaði eg so í
Barcelona í nakrar dagar, inntil
eg fekk fart við einum skipi sum
skuldi allan vegin tvørtur um
Atlantshavið til Boston, greiðir
hann íðin frá.
Haðani gekk ferðin til Florida,
Jamaica og onnur støð. Í mai
mánaði avgjørdi hann at tumla
víðari: Upp gjøgnum alt USA, fyri
síðani at enda henda partin av
ferðini í New York.
Her var eydnan við honum:
Hann kom við í eina týska sjón
varpssending, og umvegis hesa
fekk hann goldið ferðaseðilin
aftur til heimland sítt og yvir aftur
til Boston!
Zascha Grabow hevði tá longu
bílagt sær ferðaseðil til Íslands,
har hann steðgaði í nakrar dagar.
Og haðani gekk so leiðin til
Føroyar og Klaksvíkar.
Eg hevði hoyrt eitt sindur um
Føroyar, tá tit spældu ímóti Týsk
landi í fótbólti. Og vit, sum fylgdu
við dystunum, spurdu ofta okkum
sjálvi: Hvar í víðu verð liggur
Føroyar?!
Eg sjálvur gjørdist eyka
forvitin, og ynskti tí at fáa størri
kunnleika til hetta landið, sum
einans tapti við einum máli ímóti
sjálvum Týsklandi!, sigur Zascha
við einum brosi.
Í dag kann hann so reypa sær
av, at hann hevur gjørt tað sum
142 av limunum í felagsskapinum
Most Traveled People: Vitjað í
vakra landi okkara.
Kanska eg komi aftur onkutíð!
Mongu ferðirnar hjá Zascha
Grabow hava ført hann til mong
ymisk støð kring heimin – eisini
millum vinir í Afrika
Zascha Grabow er myndamaður og
hann dugir eisini av »foreviga« tær
sjáldsomu myndirnar