fríggjadagur 31. oktober 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 210 - 31. oktober 2008
– Tey, sum hava fing
ið hugskotið at lata
íslendingum 300
miljónir krónur,
eiga miklan heiður
fyri tað. Eg haldi tó
avgjørt, at føroyingar
eiga at geva íslend
ingum hendan pen
ingin fyri einki. Í
mong ár hava vit
fingið fiskirættindi
í íslendskum sjógvi
fyri einki – rættindi,
sum hava havt og
framvegis hava stóran
týdning fyri okkara
línuskipaflota, sigur
Johan Mortensen,
vinnulívsmaður
Bróðurhond
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vinnulívsmaðurin
Johan
Mortensen vísir á, at tað er
okkum føroyingum sum so
líka mikið, hví Ísland er
komið
í
ta
fíggjarligu
kreppu, sum landið er í.
- Sjálvandi kunnu vit
brúka hetta til okkurt, tí øll
kunnu læra av mistøkum
hjá hvørjum øðrum. Hjá
okkum gekk eisini heilt gal-
ið fyrst í nítiárunum, og
Føroyar komu í eina stóra
kreppu. Vit fótaðu okkum
aftur, og eg ivist onga løtu í,
at íslendingar sum tjóð
eisini fara at fóta sær aftur.
Teir hava skapt stór virðir
– ikki bara í Íslandi, men
kring um heimin, og einki
er at ivast í, at nógv fer at
liggja eftir, sum ongan veg
kann fara, tá fíggjarkreppan
hasar av aftur.
Stórlætni
Hann vísir á, at sjálvandi
eru 300 miljónir krónur
nógvur peningur í okkara
verð.
– Men eingin ivi er um,
at vit nú eiga at rætta grann-
unum okkara fyri vestan
eina útrætta hond og geva
teimum hendan peningin.
Johan Mortensen sigur,
at
íslendingar
ongantíð
hava verið smáligir, tá ræð-
ur um “lítlabeiggjan” Før-
oyar, sum hann tekur til.
– Ígjøgnum mong ár hava
teir víst okkum stórlætni
sum einasta tjóð í heiminum
at lata okkum fiska botnfisk
í teirra sjógvi – fyri at kalla
einki. Sjálvt, tá teir hava
verið noyddir at skerja sínar
egnu kvotur eftir fiskifrøði-
ligari tilráðing, hava teir
altíð tikið fyrilit og hava
hugsað um føroyingar.
Hann vísir á, at undan
seinastu samráðingum mill-
um londini noyddust íslend-
ingar at skerja sína egnu
toskakvotu
úr
130.000
niður í 90.000 tons, men
kortini varðveittu føroyingar
meginpartin av síni botn-
fiskakvotu í íslendskum
sjógvi.
– Soleiðis hevur verið á
hvørjum ári í mong Harrans
ár. Íslendingar hava altíð átt
pláss fyri at rætt føroyingum
bróðurhond, og tað eiga vit
eisini at gera, nú teirra land
er í ringastu fíggjarkreppu
nakrantíð.
Johan sigur, at bondini og
samstarvið millum londini
eigur at siga okkum, at eing-
in orsøk er hjá føroyingum
at ivast í at rætta íslendingum
eina hond, nú íslendska
fólkið og tjóðin eru í svárari
kreppu.
Ein miljard
- Eg havi skilt á monnum,
sum eitt nú reka línuskipini,
at botnfiskakvotan hjá okk-
um í íslendskum sjógvi er
týðandi partur av teirra
grundarlagið, og umborð á
føroysku línuskipunum eru
nógvir mans.
Vinnulívsmaðurin sigur
seg hava skilt, at henda
kvota í fyrtahondsvirði –
ella avreiðingarvirði - er
verd einar 70 miljónir krón-
ur í okkara peningi, og har-
aftrat koma so allir ring-
virkningarnir, sum hetta til-
feingið skapar kring um í
føroyska samfelagnum.
– Hetta merkir, at vit bara
seinastu 10 árini hava fingið
fiskirættindi í íslendskum
sjógvi, sum eru verd nógv
meira enn eina miljard, og
tað er so sanniliga eisini
nógvur peningur í okkara
verð.
Johan vísir á, at tað er
ikki fyrr enn seinnu árini,
at botnfiskakvotan í ís-
lendskum sjógvi er uppvig-
að eitt lítið sindur í uppi-
sjóvarfiski
í
føroyskum
sjógvi.
– Okkara línufloti er ikki
best fyri í løtuni, og trupult
hevur verið at mannað skip-
ini. Ikki minst í tíðum sum
hesum
hevur
kvotan
í
íslendskum sjógvi havt veld-
uga stóran týdning. Skipini
hava gjørt nakrar góðar
túrar á hvørjum ári, sum
veruliga hava stuðlað undir
inntøkugrundarlagið
hjá
bæði reiðaríum og manning-
um, leggur hann aftrat.
Einki reyp
Hann heldur ikki, at vit eiga
at gera so nógv burtur úr, at
vit lata íslendingum henda
peningin,
tí
íslendingar
hava ongantíð breggjað sær
av, at teir hava latið okkum
ókeypis veiðirættindi.
– Hetta er nakað, sum teir
bara hava gjørt, og vit hava
ongantíð upplivað, at teir
breggja sær av hesum, hvørki
í Íslandi og enn minni úti í
heimi. Tí eiga vit ikki at
válka okkum í hesum, sum
vit seinastu dagarnar hava
verið vitni til í Føroyum, sig-
ur Johan Mortensen, vinnu-
lívsmaður, sum avgjørt held-
ur, at Føroyar nú eiga at lata
íslendingum hesar 300 mil-
jónirnar fyri einki – og uttan
eftirrokning á nakran hátt.
Lat okkum geva
íslendingum tær
300 miljónirnar
- Bara seinastu 10 árini hava vit fingið fiskirættindi í
íslendskum sjógvi, sum er verd nógv meira enn eina miljard
krónur í okkara peningi. Hetta er nakað, sum íslendingar
bara hava givið okkum, og vit hava ongantíð upplivað, at teir
breggja sær av hesum, hvørki í Íslandi og enn minni úti í heimi.
Tí eiga vit ikki at válka okkum í, at vit nú rætta teimum eina
hond, sigur Johan Mortensen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jón Ásgeir farin frá
Tann kendi íslendski fíggjarmaðurin Jón Ásgeir Jóhannesson
hevur gjørt av at fara frá sum formaður og nevndarlimur í
Magasin. Tað skrivar Børsen. Blaðið skrivaði herfyri, at
bretski ríkmaðurin Sir Philip Green ætlaði sær at keypa
Magasin og Illum frá íslendsku eigarunum, men enn er ikki
greitt, hvussu verður við tí. Nýggju nevndarlimur í Magasin
fyri Jón Ásgeir Jóhannesson er aðalstjórin í Baugur Group,
Gunnar Sigurðsson. Baugur hevur átt Magasin og Illum
saman við øðrum síðani 2004.
Jón Ásgeir Jóhannesson (Mynd: Morgunblaðið)
Tvey leitiloyvi á Hvarvinum
Bretska oljufelagið Cairn Energy PLC og tað grønlendska oljufelagið
NUNAOIL A/S hava fingið tvey leitiloyvi afturat á leiðini úti fyri
Hvarvinum. Talan er um eina leið sunnan fyri 60 stig, og í vídd er
leiðin meiri enn 20.000 ferkilometrar. Tey bæði feløgini hava fingið
einarætt til at leita eftir olju og gassi og einarætt til møguliga
framleiðslu á leiðini, sigur KNR. Cairn Energy PLC eitt eitt olju- og
gassfelag, sum hevur høvuðssæti í skotska býnum Edinburgh. Felagið
er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í London.