fríggjadagur 31. oktober 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 • 31. oktober 2008
Vikuskifti
10
Arbeiðið við at gera Oyggjarvegin
úr Havn niðan í Mjørkadal og
víðari niðan á Sornfelli varð
gjørt frá 1959 til 1961. Tað at
Oyggjarvegurin nú var komin
so langt norður, varð byrjanin
til eitt nýtt ferðasamband
millum Streymoy, Vágar og
Norðureysturoy.
Vegurin niðan á Sornfelli gekk
nakað norður um Mjørkadal,
áðrenn niðankoyringin til fjallið
byrjaði. Nærmasta bygd var
Signabø. Hetta hevði við sær at
ferðafólk so smátt fóru at nýta
hesa nýggju farleiðina og gingu
millum endan á Oyggjarvegnum
og Signabø eftir Hórisgøtu.
Koyrandi hevur verið ímillum
Kollafjørð og Kvívík síðan
einaferð í 20-unum, og vegurin
millum Kvívík og Vestmanna kom
ígjøgnum í 1944.
Rutukoyring var í sambandi við
at bátarnir hjá Mjólkaforsýningini
sigldu inn á Kollafjørð á veg
gjøgnum Sundalagið. Soleiðis
varð ferðast til og frá Havnini.
Ferðafólk, ið skuldu til Havnar,
kundu nú ístaðin fyri at fara við
rutubátunum úr Kollafirði verða
koyrd til Signabø og síðan ganga
niðan eftir Hórisgøtu, til ein
hýruvogn, ið tey høvdu býlagt úr
Havn. Hóast tað var nakað langt
og tungt at ganga, var tað skjótari
enn at fara við rutubátinum,
sum ofta hevði nógva frakt við
og skuldi víðari til aðrar bygdir í
Sundalagnum.
Hetta var byrjanin til regluligu
rutukoyringina eftir Oyggjar-
vegnum, sum bilstøðirnar í
Havn og bilførararnir norðan fyri
skipaðu fyri.
Arbeiðið við Oyggjavegnum
helt fram, og í 1963 var vegurin
úr Kollfjarðadali og niðan til vegin
sum gekk niðan á Sornfelli við
Skeiðsá liðugur.
Men avgjørt var ikki at ikki
at binda vegin úr Kollfjarðadali
og vegin úr Havn saman, helst
av tí at roknað hevur verið
við ov nógvari ferðslu eftir
Oyggjarvegnum, meðan arbeitt
varð við at breiðka og gera vegin
lidnan og kláran at taka ímóti
ferðsluni.
Hetta hevði við sær at rutu-
bilarnir úr Havn og teir frá
bygdunum norðan fyri settu
ferðafólkini av hvør síni meðin
Skeiðsá, so gingu tey eftir eini
Hóast vegur varð gjørdur úr
Havn og úr Kollfjarðadali í
1963, vórðu hesir vegir ikki
samanbundnir við Hórisgøtu
fyrr enn í 1966. Í trý ár
máttu ferðafólk ganga
millum rutubilarnar uppi í
fjøllunum í øllum veðri
Føroyar mítt land
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Rutukoyring eftir
Oyggjarvegnum
mítt land
Føroyar
Myndin er tikin umleið 1965 við Hórisgøtu, við vegendan norðanfyri. Rutubilar eru báðumegin og fólk ganga millum vegirnar. Tað hevur ikki altíð verið so tespiligt hjá ferðafólki at ganga millum
vegirnar uppi í fjøllunum á vetri. Á myndini eru tríggir Mercedes-Benz bussar, ein Ford Taunus hýruvognur og ein Ford Taunus Transit bussur fullur av ferðafólki og viðføri á takinum
Mynd: Dánjal Poulsen