fríggjadagur 31. oktober 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 210 - 31. oktober 2008
Eystari Landsrættur
útsetti viðgerðina av
rættarmálinum móti
einum russiskum
fiskiskipara, sum í
Føroya Rætti í mai
varð dømdur fyri at
hava fiskað ólógliga á
Bill Baylie bankanum
ÓLÓGLIG VEIÐA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var 16. mai í ár, at tveir
russiskir
trolarar
vórðu
tiknir fyriu at hava fiskað
ólógliga í føroyskum øki á
Bill Baylie bankanum.
Talan var um trolararnar
Ross og Isotop, sum báðir
fiskaðu í sama øki. Teir
vórðu fylgdir á Havnina, og
har varð hald lagt á veiðina,
sum hjá Ross var mett til
149.000 krónur og hjá
Isotop varð mett til 132.500
krónur. Hartil varð hald
eisini lagt á ein trolposa hjá
Isotop,
sum
var
130
millimetrar.
Sektaruppskot varð lagt
fyri báðar trolararnar sum
skuldu rinda 100.000 krón
ur umframt veiði og trol
posa. Men so long tíð gekk
at fáa svar, at myndugleik
arnir tann 26. mai kravdu
málið fyri Føroya Rætt, og
dagin eftir kom málið so
fyri.
Endin var, at Føroya
Rættur staðfesti ólógligu
veiðina, og dømdi skipar
arnar at rinda 100.000
krónur í bót í part, umframt
at hald varð lagt á veiði og
trolposa.
Báðir russararnir skutu
dómin inn fyri hægri rætt,
og málið var so fyri í Eyst
ara Landsrætti mikudagin.
Av tí at annar skiparin var
til skips, møtti bert hin,
men av tí at málini vóru so
lík, metti Landsrætturin, at
tey
kundu
viðgerðast
saman.
Skeiv kort
Skiparin segði seg vera í
góðari trúgv, tí teir høvdu
fingið kort frá myndug
leikunum í Murmansk, og
tey kortini vístu, at teir
fiskaðu í NEAFCøki í
altjóða sjógvi.
Men hetta var kortini ikki
so, tí Føroyar hava í 1999
gjørt avtalu við Stórabret
land um gráa økið millum
londini, so at tað nú er
miðlinjan, sum er markið.
Men uttan mun til tað,
fiskaðu russisku trolararnir
innan fyri føroyska markið,
og
koordinatirnir,
sum
myndugleikarnir í Mur
mansk nýttu, eru frá 1976,
og altso undan tí, at føroyska
fiskimarkið varð flutt frá
12 út á 200 fjórðingar.
So føroyski ákærin dugdi
illa at síggja, hvussu russ
isku myndugleikarnir ikki
vita, hvar føroyska fiski
markið gongur.
Ført var fram í Eystara
Landsrætti mikudagin, at
bæði kort og plottaraút
skriftir vísa, at trolararnir
týðiliga fiska innan fyri
føroyska fiskimarkið.
Ákærin førdi fram, at ein
annar russiskur trolari úr
Murmansk fiskaði í júst
sama øki, sum hesir báðir
trolararnir gjørdu, og at
dómur um hetta frá 2001
fyriliggur. Tá varð víst til
júst sama skeiva kort, sum
nú verður víst til.
Ákærin vísti somuleiðis
á, at russar eru kunnaðir
um avtaluna við bretar frá
1999, og hann kravdi tí, at
dómurin í Føroya Rætti
varð staðfestur.
Váttaði kunngerðina
Sambært frágreiðing frá
Árna Ólafson er grundlinjan
gjølliga gjøgnumgingin sam
an við russiska ambassad
ørinum í Keypmannahavn,
og víst var til, at ólógligi
fiskiskapurin er farin fram í
føroyskum
sjógvi
eisini
undan broytingunum í 1999
í sambandi við avtaluna við
bretar.
Jurij Piskarev, russiskur
sendiharri í fiskivinnumál
um, hevði fund við Fiski
málaráðið, og hann viðgekk,
at teir vóru kunnaðir um
kunngerðina frá 1999 um
avtaluna við bretar.
Russiski skiparin førdi
fram, at ongar aðrar koordi
natir eru kunngjørdar russ
um uttan tær frá 1976, men
hesum vísti ákærin aftur.
Verjin vísti til nøkur e
mails har sagt verður, at ein
feilur er gjørdur í New
York, men hetta vísti seg at
vera onkur feilur á einari
heimasíðu hjá ST.
Somuleiðis vísti verjin
til, at skipararnir høvdu giv
ið inn mótmæli í sambandi
við ólógligu handtøkuna,
sum teir málbóru seg.
Seinna mótmælið varð
stílað til bæði Fiskimálaráðið
og løgmann, har kravt verð
ur, at ólógliga arrestin verð
ur tikin aftur og at endur
gjaldskrav verður reist mót
ir ólógligu afturhaldingini.
Málið útsett
Rættarsalurin var stúgvandi
fullur, tí ein flokkur á
Sjómansskúlanum
hevði
valt at møta upp og fylgja
við málinum. Men málið
dró út, og tá nýggjur
rættarfundur skuldi byrja
klokkan 13.30, var ikki
annað at gera, enn at útseta
málið til víðari viðgerð í
Keypmannahavn.
Verjin vísti eisini til
almenn føroysk dokument,
har lastin varð kannað til
tess at staðfesta, at veiðan
samsvaraði við dagrapport
ina. Og har vóru ongar
viðmerkingar gjørdar.
Men ákærin vísti til, at
hesar »portofstate« frá
greiðingarnar einans verða
gjørdar til tess at staðfesta,
at veiðan samsvarar við
dagrapportina, og ikki tekur
hædd fyri, hvar fiskurin er
fiskaður.
Sum nevnt varð málið
útsett til seinni, men enn er
ikki heilt greitt, nær tað
verður tikið upp aftur í
Keypmannahavn.
Eingin avgerð um ólógligan fiskiskap
Russiski trolarin, Ross, kom á Kollafjørð í mai og
liggur har framvegis
Mynd: Jens Kristian Vang
Ikki upp í ES nú
Í Íslandi vilja fiskiskipaeigararnir fegnir hava myndugleikarnar at hækka
summar kvotur. Á ársfundi hjá reiðarafelagnum LÍÚ í gjár segði formað
urin, Björgólfur Jóhannsson, at leiðslan í felagnum hevur havt samband við
fiskimálaráðharran fyri at fáa hann at leggja 30.000 tons oman á verandi
veiðihámark. Formaðurin hjá reiðarunum nam eisini við tað nógva kjakið,
sum hevur verið í seinastuni um íslendskan limaskap í ES. Sjálvur er hann
ikki fyri limaskapi, og hann helt tað vera burturvið at tosa um at fara upp í
ES, nú landið er á knøunum, sum hann tók til.
Írar vilja merkja makrel
Írar hava nú søkt um at sleppa at seta umhvørvismerki á makrel, sum verður
útfluttur. Tað upplýsir Marine Stewardship Council (MSC), sum sigur seg
hava fingið umsókn frá írum. Írland hevur loyvi at fiska góð 49.000 tons av
makreli, men umsóknin um umhvørvismerking umfatar bara 6.500 tons ella
13 prosent av kvotuni, sigur MSC. Írar hava 17 skip, sum fiska makrel á
leiðini vestan fyri Írland og niður ímóiti Biscayavíkini. Tann stóri makrelurin
verður útfluttur til Russlands og Japan, og tað smáa fer til Russlands, Japan,
ES, Egyptalands og Vesturafriku.