fríggjadagur 31. oktober 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 • 31. oktober 2008
Vikuskifti 11
gøtu til bilarnar hinumegin.
Hetta hevur ikki altíð verið so
tespiligt, tá hugsað verður um at
ferðafólkini skiftu millum bilarnar
uppi í fjøllunum í øllum veðri.
Ruturnar úr Havn høvdu sam
band um Vestmannasund til
Vágar og norðureftir Streymoynni
við sambandi heilt norður til
Gjáar. Sendarar og radioreléstøðir
vóru sett upp á Sornfelli, soleiðis
at rutubilarnir kundu hava
telefonsamband millum sín, fyri
at tað altíð vóru nokk av bilum til
ferðafólkini báðumegin.
Oyggjarvegurin
samanbundin
Tað var ikki fyrr enn 6. juli
1966, at Oyggjarvegurin varð
samanbundin. Dagblaðið skrivar
mikudagin 13. juli 1966.
» – Seinasta mikumorgun varð
Oyggjarvegurin samanbundin við
brúgv um Skeiðsá.
Kjartan Mohr, formaður í løg
tingsins havna og veganevnd,
bjóðaði arbeiðsmonnum og
leiðarum til eina lítla samkomu.
Merkið var vundið á stong og
arbeiðsmenninir slerdu ring á
vegnum. Ein snórur sum varð
spentur var tvørtur um vegin, sum
síðan varð kvettur av bilinum hjá
Kjartani Mohr, formanni vega og
havnanevndini hjá løgtinginum,
sum eisini helt røðu í hesum
sambandi.
Kjartan segði m.a. – Oyggjar
vegurin hevur verið eitt hjartamál
hjá mær líka frá tí degi, at Havnar
kommuna tók fyrsta stigið fyri
umleið 30 árum síðani og legði
vegin norður á Sundsháls.
Nú er so Streymoyggin so gott
sum samanbundin og fara vit nú
undir at fáa Eysturoynna bundna
saman við Streymoynna. Eg vil
veita øllum arbeiðarum og leiðslu
løgtingsins tøkk fyri arbeiðið, ið
er væl úr hondum greitt, og skal
eg nú vegna Føroya Løgtings
veg og havnanevnd lýsa vegin
samanbundnan.«
Eftir at Oyggjarvegurin bleiv
samanbundin í 1966, blivu
ferðafólkið eina tíð skift um í
Kollfjaðradali.
Seinni koyrdu rutubilarnir norð
anfyri heilt til Havnar, og høvdu
ferðafólk við sær norðuraftur, eins
og teir í Havn koyrdu til ferjurnar í
Hvalvík ella Vestmanna.
Rutukoyringin eftir Oyggjar
vegnum við persónbilum og
smærri bussum helt á øll seksti
og sjeytiárini til rutan bleiv
avloyst av Bygdaleiðum í 1980.
Í dag er verður Oyggjarvegurin
mest nýttur av teimum sum
búgva í Norðradali og til koyring
á sambandi við arbeiðsplássini
í Mjørkadali, á Sornfelli og í
Hundsarabotni.
Soleiðis sá út uppi við Hórisgøtu í 1965. Bilar norðan fyri bíða eftir
ferðafólkum, sum koma til gongu eftir brúnni um Skeiðsá. Har eru hýruvognar,
bussar og lastbilar
Mynd: Petur Müller
Merkið varð vundið á stong og arbeiðsmenninir sláa ring, tá Oyggjarvegurin bleiv samanbundin 6. juli 1966
Mynd: Landsverkfrøðingurin
Rutubilarnir norðan fyri og sunnan fyri koyrdu niðan til Hórisgøtu, og ferðafólkini gingu eftir eini gøtu millum vegirnar.
Fremst á myndini eru ein Rambler Cassic stationcar frá 1964 og ein VW Transporter bussur
Mynd: Hjalti Skaalum