fríggjadagur 31. oktober 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 210 - 31. oktober 2008
Í felagnum Føroya
MC samlast føroy
ingar við bensini í
blóðinum til kapp
ingar og fundir av
ymsum slagi. Hundr
að limir eru í dag í
felagnum og fleiri
luttaka í kapping
unum, ið verða hild
nar til tíðir
Felag
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Fyrst av øllum var felagið
stovnað, við tí endamáli at
samla motoráhugaðar føroy
ingar, greiðir Sofus Jacob
sen, næstformaður frá. Tað
hevur eisini verið at hoyrt
fyrr, at um tey, sum hava
»bensin í blóðnum« fáa
høvi at blása tað út, halda
tey seg frá alfaravegi. Og á
tann hátt virkar eitt slíkt
felag fyri ferðslutrygdini.
»Roadracing« er kapp
koyring á vegi. Hann greiðir
frá, at felagið plagar at leiga
pøkið hjá Føroya Tele, ella
okkurt havnaøki frá onkrari
kommunu. Alt kann nýtast,
bert um har er nóg mikið av
plássi. Áhugi er fyri hesum
í Føroyum, men størst undir
tøka er innan motorcross.
Har vóru ikki nógvir lim
ir í felagnum í byrjanini,
men síðan virksemið er
byrjað at umfata motorcross
og ATVkoyring er limatalið
vaksið nógv. Kappingar í
hesum báðum verða hildnar
í haganum, á sokallaðum
»offroad« banum.
Halda framgongdini
Tess størri undirtøka, tess
størri krøv. Limatalið er í
dag um hundrað, men hevur
tó verið yvir 300. Sofus
Jacobsen metir orsøkina til
minkingina vera, at nú eru
fleiri onnur mcfeløg kring
landið.
Frá at møtast undir heilt
vanligum umstøðum, eru
kappingarnar nú nógv betri
fyriskipaðar. Í ár var álagt
luttakarunum at melda seg
til í góðari tíð, gjalda fyri
luttøku og høvdu neyðugu
trygdarútgerðina, ið umfat
ar meir enn einans hjálm og
hanskar.
Tá kappingarnar verða
hildnar,
luttaka
vanliga
umleið tólv í roadracing
og eini 10 í offroad kapp
ingunum. Eisini verður skip
að fyri ATVjunior kapp
ingum, ið eru til børn undir
14 ár, her luttaka umleið
trý, greiðir hann frá.
Kenneth Danielsen
koyrir motorcross á
semiprofessionellum
støði í Danmark.
Hann byrjaði at koyra
sum 10 ára gamal, og
væntar at hann hevði
møguliga verið við í
Evropameistaraskapi
num, hevði hann
veruliga viljað tá á
stóð
Persónslýsing
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Hevði eg veruliga viljað,
so hevði eg nokk kunnað
koyrt evropameistaraskap í
dag. Venjingin fór við
nógvari tíð, tá eg stóð meg
best, men eg vildi ikki ofra
alla mína tíð uppá tað, sigur
24 ára gamli Kenneth
Danielsen, sum verður at
hoyra á almennum fundi,
sum Føroya MC skipar fyri
sunnudagin.
Upprunaliga er hann úr
Norðagøtu, men flutti sum
seks ára gamal til Dan
markar. Áhugin fyri motor
ítrótti kom, tá hann sum
tíggju ára gamal, hitti ein
vinmann í frítíðarskúlanum,
sum koyrdi.
Eg koyrdi nógv á súkklu
sum lítil, so tað er ikki so
undarligt, at eg beinavegin
fekk áhuga, tá eg royndi at
koyra við motori, greiðir
hann frá.
Hóast 10 ár tykist sum
ein ungur aldur til at fáast
við motorsúkklur, byrja
summi longu sum tvey ára
gomul. Áhugin fyri hesari
ítrótt vaks so við og við,
men sum 16 ára gamal
gavst hann. Harða og nógva
venjingin fór við ov nógvari
tíð, so hann valdi frítíð og
vinir framum.
Tvey ár seinni innsá eg
at tað var mítt stórsta
mistak, sigur hann syrgin.
Av fíggjarligum áðum mátti
hann bíða til hann var 22 ár
við at byrja aftur.
Semi-professionellur
Í dag koyrir hann á semi
professionellum støði og
stendur seg væl. Hann
hevur vónir um at koma við
til Danmarksmeistaraskap
ið. Tá hann byrjaði aftur,
mátti hann niður á byrjunar
støði aftur, úr bólki A niður
í C, men uttan trupulleikar
er hann longu komin upp í
B, sum kallast 250500
kubikk.
Vónirnar um at sleppa í
kappingar uttanlands hevur
hann slept. Hann metir seg
vera ov gamlan til tað nú.
Teir bestu koyrararnir eru
heilt ungir og venja miðvíst.
Sjálvur nýtir hann 15 tímar
um vikuna uppá ítróttina.
Hetta umfatar koyring og
viðlíkahald av útgerðini.
Besta upplivingin
Spurdur um hvør tann besta
upplivingin
hann
hevur
havt í samband við kapp
koyring, ivaðist hann ikki í
at greiða frá Sjællands
meistaraskapinum.
Eg datt í fyrstu sneiðing
ini, og fall aftur á eitt 26.
pláss, men endaði sum
nummar tvey 20 minuttir
seinni. Tveir teir seinastu
umgangirnar yvirhálaði eg
átta aðrar.
Um hetta mundið fór
hvør tann einasti dagur við
konditións og styrkivenj
ing. Hetta gjørdist ov nógv
fyri hann, og tað var tá hann
gavst. Hann var 16 ár og lá
til at vinna meistaraskapið,
ið hevði tvær av fimm koyr
ingum eftir.
Hann metir, at hevði hann
hildið á við somu ferð, so
hevði hann uttan iva kunnað
koyrt á einum altjóða støði
í dag. Kanska luttikið í
Evropameistaraskapinum.
Kundi blivið professionellur
Skipa bensin í blóðinum
Semi-professionellur
føroyingur heldur fund
Sunnudagin 2. novembur klokkan 15 verður skipað
fyri almennum fundi í Tekniska Skúla í Havn. Á
fundinum luttekur Kenneth Danielsen, ið er semi
professionellur kappkoyrari. Endamálið við fundinum
er, at kunna áhugaðar koyrarar um møguleikarnar at
gerast professionellur ella semiprofessionellur. Fund
urin er eisini fyri foreldur, ið ynskja at vita meira um
hesa ítrótt. Til hesa kunning verður høvi at spyrja
pápa Kenneth Davidsen viðkomandi spurningar.
Kappkoyringarsúkklur verða eisini sýndar fram á
staðnum. Umboð frá FøroyaMC hava sínar súkklur
og Kenneth Davidsen sína. Verður veðrið til vildar
verður høvi at síggja nakað av koyring á staðnum,
skrivar heimasíðan hjá Føroya MC.
Føroya MC varð stovnað
í 2002, var tá einasta mc-
felag í Føroyum.
Í løtuni teljast 100 limir
í felagnum, men talið
hevur verið yvir 300.
Byrjaði við Road-racing,
men fevnir nú eisini
um motorcross og ATV
koyring.
Hava skipað fyri nógvum
kappingum.
FAKTA
Kenneth Danielsen koyrir motorcross á høgum støði niðri.
Sunnudagin verður hann við á kunnandi fundi hjá Føroya MC.
Savnsmynd
Dátueftirlitið á eftirlitsvitjan
Dátueftirlitið hevur í døgunum 29. og 30. oktober verið á eftirlitsvitjan
hjá átta almennum og privatum stovnum og fyritøkum í
miðstaðarøkinum. Eftirlitið varð gjørt hjá fimm privatum fyritøkum,
tveimum almennum stovnum og einum aðalráð. Í 2008 var játtanin hjá
Dátueftirlitinum hækkað, so tað er vorðið gjørligt at røkja hendan partin
av arbeiðinum, nevniliga at fara út á eftirlit við tekniskum serfrøðingum.
Hetta er ein uppgáva, sum ikki hevur verið røkt seinastu fýra árini. Sum
liður í virkseminum hjá Dátueftirlitinum frameftir er ætlanin regluliga at
gera fleiri árligar eftirlitsvitjanir. Næsta eftirlitsvitjan verður eftir ætlan
primo 2009, sigur Dátueftirlitið í tíðindaskrivi.
Føroyska ferðavinnan
skal betrast
Í dag verður skipað fyri Ferðavinnudegi, sum er fyri
øll tey, sum virka í hesi vinnuni. Dagurin settur
klokkan 13 á Hotel Føroyum. Føroya Tele, Samvit,
Atlantic Airways og íslendska felagið SAF halda
fyrilestrar. Ætlanin er at seta føroyskt ferðavinnufelag
á stovn og hetta verður gjørt seinnapartin í dag.
Ætlanin við Ferðavinnudagnum er at menna føroysku
møguleikarnar. Evnini verða vørumenning, branding,
ferðavinnufelgaið og íblástur úr Íslandi.