fríggjadagur 31. oktober 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 • 31. oktober 2008
Vikuskifti
12
Mikkjalsmessa er farin aftur um
bak, tað væl og virðiliga. Fjøllini
eru gingin, men tað eru kortini
enn teir hagar, har tað eisini
verður farið í klipping. Tað er
eitt sindur løgið at hugsa sær,
at mestsum alt sum hevur við
haga og seyð at gera í dag fer
fram á sama hátt sum í 1298,
tá Seyðabrævið varð skrivað.
Her eru ikki hendar tær stóru
broytingarnar. Tá sum nú vóru
hagar, har alt er kenning, hagar
har alt er í felag og so hagar sum
hava eina blanding av hesum
báðum. Seyðurin verður røktaður,
handfarin og flettur á sama
hátt, sum í fornari tíð, og okkum
dáma enn væl ræst og turt kjøt,
uttan mun um frystiboksin er
uppfunnin ella ikki. Sjálvandi er
eitt og annað broytt, seyðhúsini
eru vorðin munandi betri, rættir
nir eru eisini vorðnar meira
fullkomnar.
Tá summarið av álvara er farið
at halla og mikkjalsmessa er farin
er tíðin komin, tá menn hugsa um
at fara á fjall at reka skurðfjøllini.
Hesin áhugin tykist enn at standa
við hjá nógvum, og hevur eisini
fest í hjá fleiri av teimum ungu,
sum hava stóran áhuga fyri seyði.
Eitt er at ganga á fjall, annað er
at fletta. Aðrastaðni í tí sokallaða
siviliseraða heiminum verður djór,
ið verða brúkt til mat, sum skal
kunna seljast í matvørubúðum,
slaktað á serligum løggildum
sláturvirkjum. Soleiðis er ikki í
Føroyum, her er eingin slík lóg um
sláturvirki.
Eitt sláturvirkið var einaferð,
men tað bar seg ikki, tí teir fingu
ikki nóg mikið at gera. Eitt er nú í
Haraldssundi, sum flettir fyri fólk
móti einum ávísum gjaldi.
Uttan mun til um flett verður
í Haraldssundi ella í egnum
kjallara, so kemur tað undir sama
hatt. Fletting av seyði í Føroyum
er uttan fyri alla aðra lóg uttan
djóraverndarlógina. Alt sum
hevur við seyð at gera í hesum
landi kemur ikki undir vinnu, men
hendur undir tað vit nevna hobby
virksemi ella mentan. Her er talan
um ein fornan mentanararv, sum
livir sítt egna lív í bygdunum her
á landi. Alt sum hevur við seyð at
gera, kundi tí eins væl hoyrt undir
mentamálaráðið.
At fletta seyð er ikki partur
av nøkrum vinnulívi, men er ein
mentanarlig atferð. Ikki tí, tað
eru ikki allir føroyingar sum duga
at fletta, sjálvt um teir bæði
eiga jørð og hava seyð gangandi
á trøðni. Fletta teir ikki sjálvir,
so hava teir vanliga sínar føstu
flettingarmenn og sambandi
við flettingarmannin, tað er
av serligum slag. Tað eru teir,
sum fáa nógvan seyð, verði tað
bøndur ella ognarmenn. Hesir
klára ikki at fletta alt sjálvir.
Teir hava tí sínar føstu fletting
armenn. Summar av hesum
hava teir sjálvir lært at fletta.
Tað verða knýtt serlig bond
millum flettingarmenn og eitt
samanhald, menn sum varðar við
eitt langt lív. Í flettingarhøpi eru
allir líka, antin teir so í dagliga
yrki sínum eru bøndur, advokatar
ella stjórar. Tað løtuna eru allir
aktørar í sama flettingaruniversi.
Flettingarmentanin setur við
nýggjar flettingarmenn, sum taka
við har teir gomlu sleppa.
Tað eru eisini lærarar, sum
síggja fletting sum ein so stóran
part av okkara mentanararvi
okkara, at teir halda at tað er
rímiligt læra børnini, um ikki at
fletta, so at síggja, hvussu tað
verður flett. Fletting kann vera
lagdur í tímatalvuna um heystið
sum ein partur av undirvísingini
í heimkunnleika. Er lærarin
kvinna, so fær hon vanliga okkurt
mannfólk at fletta. Flett kann
Hugleiðingar eftir
mikkjalsmessu
Jóan Pauli
Joensen
Hugleiðingar
Tað er eitt sindur løgið at hugsa sær, at mestsum alt sum hevur við haga og seyð
at gera í dag fer fram á sama hátt sum í 1298, tá Seyðabrævið varð skrivað. Her
eru ikki hendar tær stóru broytingarnar
Tá summarið av álvara er farið at halla og
mikkjalsmessa er farin er tíðin komin, tá menn
hugsa um at fara á fjall at reka skurðfjøllini