Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 210 - 31. oktober 2008 Politistar skammast í nógv­um førum av­ politistøðini í Hav­n. Serliga er tað uttaná, at teir als ikki eru ernir av­ støðini. – Hetta er kanska ljótasti bygningur í Hav­nini, og fólk finna ofta ikki inngongdina, sigur Jan Poulsen, politistur Politistøðin Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Jan Poulsen er formaður í Politistafelagnum, og hann er sera harmur um, hvussu viðurskiftini á landsins størstu politistøð eru. - Ofta fara fólk inn í garð- in, har tey onki hava at gera, tí høvuðsinngongdin er so óinnbjóðandi, at mann følir seg kriminellan, um mann kemur inn tann vegin, fortel- ur Jan Poulsen, sum eisini heldur, at bygningurin sær meira út sum ein hernað- arleivd enn ein politistøð. Ikki at bjóða fólki Formaðurin metir, at viður- skiftini eru so galin, at ar- beiðsfólkini skammast av tí. - Høvdu vit kunna, so høvdu vit broytt nógv. Tað kann ikki vera rætt, at fólk aftra seg við at fara inn á støðina, tí bygningurin er so ljótur. Fasadan uttan er nógv tað ljótasta, men innan eru eisini ting, ið als ikki eru hóskandi fyri eina poltistøð anno 2008, sigur Jan Poulsen. Vindeygu dottin út Inni á støðini sæst væl, at bygningurin er heilt gamal og tørvar ábøtur. Í alt summar hevur likið niður í høvdini hjá teimum á narkodeildini og tað er ikki nakað eindømi. - Fyrr eru vindeygu dottin út. So tey hava ligið knúst á vegnum, meðan summi vindeygu hava likið heilt illa, so menn hava sitið í jakka og húgvu til arbeiðis, fortelur Jan Poulsen. Fólk venja seg við nógv Hinvegin heldur formaðurin ikki, at tey hava tað so ringt á støðini heldur. - Onkuntíð koma nýggj fólk, sum finnast at, hvussu skilið er her, men tað vísir seg at fólk venja seg við nógv. Tað er kanska tí eg ikki meti, at tað er so galið innan, men hevði mann um ikki annað fingið betrað um viðurskiftini í avgreiðsluni, hjá vakthavandi og so sjálv- andi fasaduna alla sum hon er, so hevði tað broytt nógv, greiðir Jan Poulsen frá. Jón Klein Olsen, politiov­asti, heldur eisini, at støðin sær ræðulig út, men sambært honum er bati í v­æntu, so fólk hav­a ein reelan møguleika at trúgv­a, at løgreglan ikki er v­andamikil Politistøðin Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Politiovastin er á ongan hátt ósamdur við útsøgn- unum hjá Jan Poulsen, og vónar, at broytingarnar, ið liggja í kortinum veruliga koma. - Tað er satt, at fólk ofta ikki vita, hvar tey skulu inn í hendan betongklossan. Men nú eru broytingar á veg. Vit eru keddir um, hvussu øll fasadan sær út. Tað hava vit verið í langa tíð, men nú eru nýggj vindeygu bíløgd, og vit hava eisini fingið játtan til at fáa alla fasaduna sand- blásta og málaða, sigur Jón Klein Olsen. Hann leggur afturat, at hetta verður ein umfatandi broyting fyri, hvussu innbjóðandi tað sær út, at gera ørindi hjá løgregluni, tí ætlanir eru eisini um at gera alla inngongdina av nýggjum. Stór íløga Henda umfatandi renova- tión av politistøðini kostar fitt av peningi, men tað metir Jón Klein Olsen verða væl nýttan pening. - Bygningurin er gamal – Frá 1967 – og tí sigur tað seg sjálvt, at tað av og á mugu gerast ábøtur. Íløgan verður dýr, helst í millióna- flokkin, men tað meta vit vera væl nýttan pening, um hetta kann gera, at fólk hava lættari við at tosa við okk- um, so er tað ein góð íløga, fortelur løgregluovastin. Umsitingin flutt Fyrr hevur tað verið ein partur av játtanini hjá løgregluni, sum skuldi nýtast til viðlíkahald. Tað hevur sambært løgregluov- astanum havt við sær, at lítið viðlíkahald er gjørt. - Mann kann róliga siga, at viðlíkahald leingi hevur verið ein trupulleiki hjá okkum. Tað hevur onki viðlíkahald verið gjørt, sum ikki hevur verið bráneyðugt tey seinastu 15 árini. Men fyri umleið tveimum árum síðani broyttist alt munandi. Tá varð umsitingin av bygn- ingunum flutt til Slots- og Ejendomsstyrelsen. Tí er tað, vit hava so góðar vónir til at tingini gerast betri, greiðir politiovastin frá. Broyta hølisviðurskiftini Tað hevur eisini verið trongt við hølum hjá løg- regluni í høvuðsstaðnum, og løgreglan hevur verið spjadd í trimum ymiskum bygningunum. Hetta hevur tálma arbeiðsgongdini eitt sindur. - Tað er ikki nøktandi, at bæði vit og kundarnir hjá okkum, skulu flyta so nógv ímillum bygningar. Hetta fáa vit tíbetur eisini broytt. Vit fara nevniliga at flyta alt virksemið, ið hevur ver- ið uppi á Hálsi oman við Strond og í Jónas Broncks- gøtu. Hetta fer at lætta heilt nógv um hjá okkum, fortelur politiovastin. Tíbetur hendir okkurt nú Fólk finna ikki inngongdina Tað nýtast ikki so góð eygu til at síggja, at høvuðsinngongdin ikki er beinleiðis innbjóðandi Inni í avgreiðsluni á politi­ støðini sær út til, at loftið ikki hevur tað ov gott Loftið í venjingar­ hølinum – sum júst er broytt – sær heldur ikki nakað serligt út Gramsið ikki við hesa vikuna Hesa vikuna er Mortan í Hamrabyrgi, sum skrivar teigin Grams í Vikuskiftinum á ferð í Andalucia í Spania, har hann kunnar seg sum sjerri og greiðir spaniólum frá ræsta universinum í Føroyum. Av hesi orsøk er einki Grams-innlegg hesa vikuna, men Mortan kemur sterkt aftur næsta fríggjadag við áhugaverdum tíðindum úr Jerez í Spania.