fríggjadagur 31. oktober 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 • 31. oktober 2008
Vikuskifti 13
verða í skúlaøkinum, men tað er
sum at leggja flettingina uttanfyri
eitt rætt flettingarhøpi, tí dáma
summum fult so væl, at farið
verður við børnunum í ein kjallara
at fletta, har tað vanliga verður
flett.
Sjálvt um tað nú eru mong ár
síðani eg havi fletti, so kemur
okkurt slag av atavismu fram í
mær, sum hevur við heystið at
gera. Eg byrjaði eg at fletta sum
smádrongur. Tá var seyðurin
heftur ella bundin niður áðrenn
hann varð svavaður. Hann kundi
verða lagdur á ein gamlan
ølkassa, ella borð so eitt ílat
kundi standa undir. Hvør man ikki
hava hugsað um offurlambið,
tá tann so ógvuliga friðarligi
seyðurin var svavaður og blóði
rann niður í eitt ílat. Tað var ikki
óvanligt at lata eitt barn røra
blóðinum við eini sleiv, so tað
ikki varð til ein stóran sveita. Um
hetta hevur verið gott ella ringt
fyri eina barnasál, tað dugi eg ikki
at siga. Helst ikki, tí medferðin,
hjá teimum sum flettu var stillfør
og virðilig.
Tað eg kenni til varð flett á
einum borði í rímiligari hædd. Tað
at fletta ein heitan seyðakropp
er nakað fyri seg. Eitt er at
lukturin av vátari ull og haga
kemur fyri næsarnar, meðan tú
tummar, men sum skjótt skifti
yvir í tann eyðkenda luktin av
heitum seyðakjøti og søtum
droyra, til seyðurin fullkomiiliga
nektaður liggur har á sínum egna
skinni í sínum kjøtlitta ljósreyða
skulpturella vakurleika eina
løtu, áðrenn knívurin gjørdi seg
inn á fótsamør koku og bringu.
Hvítanýrini var millum tað fyrsta,
sum var loyst úr sínum uppruna,
blonk og vøkur í sínum runda
formi, sum hoyrir seg til henda
part av skaparaverkinum. So
verður knívsoddurin settur í
fótamørin, og skjótt liggur allur
seyðurin opin.
Alt tað sum liggur aftan fyri
fótamør, koku og bringu verður
tikið úr. Hvor einstakur partur av
innvølinum verður varisliga tikin
innan úr kroppinum eftir einari
fornari rituellari mannagongd
sum ikki á nakran hátt eigur
at standa aftanfyri tað jødiska
kosher slaktiritualið. Slaktið
hevur sína egnu fagurfrøði, frá
byrjan til krovið er komið í hjallin
at hanga. Einki at siga til at teir
gomlu gleddust um eitt vakurt
krov, og kendu síðurnar millum
fingrarnar.
Enn eru tað menn sum fletta
eftir gomlum siði, men tað
tekur sína tíð, og tíðin hon kann
umroknast í pengar. Skal flettast
skjótt og skal flettingin fara frá
mentan til vinnu, so hevur tað
eisini sín prís tá talan er um tað
sum er tað týdningarmiklasta av
øllum í dag, nevniliga kappingar
førið. Tí mugu vit venja okkum at
síggja menn hanga upp seyðin,
opa hann og lata innvølin allan
bumsa niður í eina balju. Hetta
verður gongdin og hetta verður
menningin.
Nú slaktið er fyri, verður
sjálvandi prátað nógv um seyð,
um krov og um vekt. Men minni
verður lagt í at reypa av hvussu
nógvar merkur av tálg vóru í tí
einstaka seyðinum, tí tálg er
eins og nógv annað feitt koyrt
í tann bólkin, har tað minni
heilsugóða hoyrir heima, alt
tað sum vit skulu vara okkum
fyri. Hin vegin er vandi í hvørjari
vælferð. Føroyingurin hugsar
um smakkin á kjøtinum á sama
hátt sum vínbóndin hugsar um
smakkin á víninum, um veðrið ikki
er til vildar. Er hitin ov høvur í ov
langa tíð, so verður vandi fyri at
kjøti verður ov ræst, eisini lúrur
botulismuvandin, sjálvt um hann
í føroyskum seyðakjøti neyvan
er størri enn tann vanda vit liva
í, tá vit eta innflutt svínakjøt.
Tann ítøkiligasti vandin er kortini
flugurnar sum treiskast til langt
út á heystið um lýkka er í luftini.
Eingin er erpin av maðkakjøti,
líka so lítið nú, sum tá læknin
Panum fyri umleið hálvtannað
hundrað árum síðani fornermaði
ein stóran part av føroyingum,
tí hann skrivaði, at hann hevði
sæð maðk í kjøti í Føroyum. Tað
mundi ikki verið honum fyrigivið,
hóast hann um somu tíð bjargaði
mongum, sum annars høvdu doyð
av meslingum.
Krovini eru komin í hjallin at
hanga, men spurningurin er, um tað
er rætt, at brúka tað góða gamla
heitið krov fyri nógvar av teimum
kroppum, sum í dag verða hongdir
í hjallin. Her eri eg meira samdur
við teimum, sum siga, at tey
plaga at keypa sær ein íslendskan
seyðakropp at ræsa, uttan at brúka
orðið krov. Ber tað til at nevna
hesar opaðu seyðakropparnar krov?
Teir taka fyri tað fyrsta eitt øgiligt
pláss, og so hava teir ikki tann
vakurleika, sum eg síggi í einum
skivaðum krovi. Eitt væl skivað
krov er sum eitt listaverk at síggja,
har kjógv og bøgir taka seg væl
út, sum teir eiga, og sum tað fellir
okkum natúrligt, tá vit hava við kjøt
at gera.
Helst hava teir gomlu upp
funnið skrivingina, tí hon eftir
teirra fatan hevur givið teimum
betri kjøt, tí tað ikki var ov tjúkt
og luft slapp at, men samstundis
var tað at bjóða flugunum til ball.
Tí tær freku flugurnar sleppa
at allastaðni á einum skivaðum
krovi. Tí ráddi um at hava góðan
hjall, sum stóð væl nær sjógvi
ella við á. Men fyri tað mátti
ansast væl eftir kjøtinum, og
neyðugt var at hyggja eftir tí
hvønn dag, til tað var nóg skart.
Sást okkurt veti av víggi, var
knívurin frammi og tað varð
skavað ella skorið burtur.
Í dag er hjallur ofta bygdur uppí
sjálvi sethúsini. Hin vegin hava
vit nógv meira at hjálpa okkum
við nú, enn teir høvdu fyrr. Eitt er
flugutætt net innan í hjallinum,
men tað eru eisini bæði viftur
og blásarar, fyri ikki at tosa um
tey fyri øllum flogkyktum tølandi
elektrisku ljósini sum draga øll
flogkykt til sín, áðrenn tey hava
husku til at nærkast kjøtinum í
hjallinum. Har slíkar insektlampur
er hongdar upp, hoyrast javnan
smábrestir í hjallinum. Lívlát
omaná lívlát, eisini moyggjabitar,
sum ikki leggjast á kjøtið verða
drignir at hesum blanka ljósinum,
sum verður teirra deyði..
Fyrr fór rukkulakkin eins og gorið
í vombini oman eftir á, har sum
á var, men nú er tað rusk, sum
alt annað ið skal brennast, skal á
brennistøðini. Fyrr var alt tikið upp,
men so er tað neyvan longur, tí tað
tykist at vera trupult at sleppa av
við avroðini, tí tað er ikki øllum sum
dáma alt tað, sum hoyrir slaktinum
til. Eitt nú tykjast fleiri og fleiri ung
ikki at dáma seyðarhøvd. Tað er nú
einaferð so at ein pizza er meira
tilgjørd enn eitt seyðarhøvd við
sínum brostna eyga.
At gera eitt seyðarhøvd til
mat er eitt upplivilsi. Fyrst at
banka eina sneis inn í næsarnar
á høvdinum. Hareftir at taka
saks í hond og sum ein vánaligur
hárskeri klippa tað mesta av
ullini,, fyri síðani at svíða høvdið
við eini blásilampu ella einum
gassblussi, Ullin snerkir seg
saman og kolast upp, og tú
mást skavað høvdið væl áðrenn
næsta svíðingarumfar. Einaferð
eg sveið ein sera ræst høvd,
hendi tað, at ein maðkur royndi
at sleppa sær út gjøgnum sjálvt
eygað á seyðarhøvdinum. Good
bye. Hetta fekk meg at hugsa
um lívsins forgangiligheit, eg
misti allan hug til seyðarhøvd og
koyrdi tað í ruskposan. Men við
góðari psykologiskari sjálvhjálp
kom hetta upplivilsi ikki at skapa
varandi trauma í míni sál.
Tað áhugaverda við fletting og
seyðakjøti í Føroyum er, at tað
er ein sfera fyri seg, innanfyri
hvørja fólk hava sínar egnu
reglur. Tað er ikki loyvt at selja
føroyskt seyðakjøt í handlunum,
og tað er uttan forskel um tað
er fekst ella turt, tí her er eingin
fyriskipandi lóggáva, men tað
ber til at selja einstaklingum
kjøti uttanfyri alla tað handilsligu
skipanina. Øll sum fletta, keypa
og føroyskt seyðakjøt eru eitt slag
av vinnuligum free riders, sum
dúva meira uppá mentan enn upp
á vinnu.
Tað ert tú ikki tá tú keypir kjøt
úr Ný Zealandi ella Íslandi, sjálvt
um hetta verður flett á verksmiðju
og ikki við sama inniligleika og
nærleika, sum ein føroyskur
seyður vanliga verður flettur.
Fletting av seyði í Føroyum er uttan fyri alla aðra lóg
uttan djóraverndarlógina. Alt sum hevur við seyð at
gera í hesum landi kemur ikki undir vinnu, men hendur
undir tað vit nevna hobbyvirksemi ella mentan