fríggjadagur 31. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 210 - 31. oktober 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
3. november
spennandi dagur
Tað eru fleiri áhugaverdir og týdningarmiklir dagar
í november í ár. 4. november er forsetaval í USA. 11.
november eru val til bý- og bygdaráð kring landið.
Og enn ein sermerktur dagur í november er nú mána-
dagin 3. november. Henda dag skulu umsóknir til
oljuleiting á føroyska landgrunninum verða inni hjá
Jarðfeingi. Lítið hevur verið at frætta um áhugan.
Sjálvandi fara stóru oljufeløgini, sum ætla at søkja,
ikki at kunngera hetta í miðlunum, áðrenn tey lata
myndugleikunum umsóknir. Og vanliga mannagongd-
in hevur verið, at feløgini møta hjá Jarðfeingi tann
dagin freistin gongur út, og tað er á middegi nú
mánadagin. So vit kunnu bara vóna, at kallendarin
hjá Jarðfeingi mánadagin fyrrapart er fullur.
Hinvegin hava vit neyvan orsøk til at halda, at tað
er stórur gravgangur eftir at taka lut í eini nýggjari
útbjóðing. Hetta av fleiri orsøkum. Ein er tann, at
fleiri av oljufeløgunum fingu loyvi í 2. útbjóðing, og
hetta eru loyvi, sum tey sjálvandi fyrst vilja troyta,
áðrenn tey vilja binda seg til enn fleiri uppgávur.
Ein onnur orsøk kann vera tann, at feløgini hava
havt og hava úr at gera at søkja um leitiloyvi
í bæði bretskum og norskum øki. Um verandi
heimskreppa eisini kann hava minkað um áhugan
at søkja her skulu vit ikki siga, tí oljufeløg eru nokk
tær fyritøkur, sum eru frægast fyri fíggjarliga og
ein fortreytin fyri at tey kunnu halda fram við at
virka eru nýggjar íløgur í leiting. Fyri hvønn dropa
av olju tey taka upp úr undirgrundini skulu tey
finna nýggjar. Um lækkandi oljuprísurin eisini kann
minka um áhugan er ringt at siga. Tað var tann
tíð, tá prísurin fall niður á 10 dollarar fyri tunnina
og minni, og tá fór man at tosa um, at leiting um
okkara leiðir við harvið fylgjandi útbygging fór ikki
at løna seg.
Men tað eru so eisini orsøkir til, at oljufeløgini
framvegis síggja eina framtíð í okkara undirgrund.
Tað er jú staðfest, at ein virkin kolvetnisskipan er í
undirgrundini, og hetta er eitt týðandi trekkplástur.
Tað verður eisini hildið, at júst undirgrundin
um okkara leiðir er ein tann seinasta møguliga
oljuleið, har tú enn kann gera stór fund. Og
síðani dregur tað eisini feløg henda vegin, at tað
eru gjørd stór oljufund beint hinumegin markið,
Rosebank og Cambo. Eisini avgerðin hjá Total at
byggja út fyrsta gassfeltið vestan fyri Hetland kann
vera medvirkandi til, at oljufeløg, ið eru virkin í
bretskum øki, eisini síggja føroyska økið sum ein
heilt náttúrligan part í eini framtíðar leiti- og
útbyggingarstrategi.
So her er nakað, ið talar fyri og ímóti áhuga at vera
við í eini nýggjari útbjóðing. Vónandi verða onkur
av stóru oljufeløgunum við, eitt nú StatoilHydro,
Dong og Chevron, sum vit vita arbeiða við eini
strategi, ið fevnir um leitiøki báðumegin markið.
Hvussu verður við BP, Shell oø. er ilt at meta um.
Eru tey ikki við, hava tey tó altíð møguleika at
farma inn hjá øðrum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Størsta og týdningarmesta
avbjóðingin fyri komandi
býráð er at fara undir
tilgongdina til kommunus
amanlegging í Suðuroynni.
Og tað hevur alstóran
týdning, at persónarnir í
nýggja býráðnum hava
rætta hugburðin og neyð
ugu diplomatisku evnini,
um samanleggingin skal
gerast ein succes. Tí bert
ein stór kommuna megnar
at lyfta uppgávuna at bjóða
vinnulívinum neyðugu
karmarnar fyri at skapa
menning, og harvið skapa
nýggj arbeiðspláss. Nýggj
arbeiðspláss, fíggjarligur
vøkstur og størri skatta
inntøkur er treytin fyri at
Suðuroyggin kann mennast
og blíva eitt betri stað at
búgva. – Bara ein felags
rødd hevur politisku tyngd
ina til at ávirka landsins
mynduleikar. Nýggju
arbeiðsplássini skulu ser
liga eftirlýsa vælútbúgvin
ung fólk, so Suðuroyggin
aftur fær lívsmegi og gerst
meira moderna, við ment
anar, skúla, frítíðar og
øðrum tilboðum, sum
modernaðir ungir føroy
ingar krevja fyri at trívast.
Um vit bara halda fram
sum nú, kunnu vit sjálv
boðin byrja at avmontera
Suðuroynna, og tá er bara
ein spurningur um tíð, til
fólkatalið veruliga minkar
og vinnulívsgrundarlagið
hvørvur. Ella vit kunnu
royna, konstruktivt og við
opnum sinni – so skilagott
sum gjørligt – við hjálp frá
fakliga kompetentum
føroyingum og útlending
um, at fara undir eina
felags proces í bjartskygni
og demokratiskum anda,
sum vónandi kann gera
døkku framtíðarútlitini til
skammar. Tað skulu vit
gera, hóast ongin av okk
um kennur svarini, og øll
standa óviss og tøvandi
framman fyri uppgávuni –
og viðganga, at fyrsta alt
avgerandi stigið er saman
legging í eina kommunu.
Ein felags rødd úr Suðuroynni
Felagslistin á Tvøroyri
KRIStIAN
HoLBæK
Nú hava tey eldru og
óhjálpnu bíðað nóg leingi.
Tað kann ikki vera meining
in, at vit ikki hava eldra
býli nokk. Tey sum hava
tænt sína vernaplikt fyri
samfelagið og kommun
una. Tey sum hava strevast
og stríðst, skapt henda
vælstand, sum vit hava í
dag. Tað standa í løtuni
375 á bíðilista og tað talið
økist bara. Sitandi meiriluti
ætlar at bíða til 2011 til at
gera nakað, tá vera nokk
fleir av teimum farin her
frá. Her skal ikki bíðast.
Her skal handlast.
Fyri tveimum valskeið
um síðani var tað heilt
stóra evni, at vit skuldu
hava ansingar pláss til
børnini. Tað kláraði undan
farna býráðssamgonga
ímillum Fólkaflokkin og
Sambandsflokkin. Vit
opnaðu 15 stovnar til
børn, tað er næstan ein um
ársfjóringin, øll 4 árini.
Eitt satt bragd.
Suðurstreymur er tað
økiði í landinum har tað er
størst tørvur á ellis, røktar
og umlætingarplássum.
Okkara kommuna sum
hevur tær størstu skatta
inntøkurnar í landinum,
hevur tann størsta tørvin á
plássum, tað er stór og fúl
skomm. Eldraøkið er ein
landsuppgáva, men vit
kunnu ikki bíða, tað kann
ikki vera meiningin at tey
eldru skullu verða offrini.
Vit skullu hava pláss fyri
børnunum. Vit skullu hava
pláss fyri teimum eldru.
Læt okkum koma skomm
ini til lívs. Vel Fólkaflokk
in sum syrgdi fyri at børn
ini hava ansing. Gev mær
tína stemmu so skal eg
syrgja fyri at tey eldru
eisini blíva ansaði.
X við pláss fyri teimum
eldru.
X við Lista A.
X við Karlot Hergeirsson
Skommin hjá Tórshavnar Kommunu
KARLot
HERgEIRSSoN
Eftir lokna skúlagongd, t.
v.s. eftir 9 og 10 flokk, er
ein vaksandi áhugi hjá
okkara ungu at fara uttan
landa á eftirskúla ella at
arbeiða í fremmandum
umhvørvi. Eftir langa
skúlagongd, hava tey ungu
tørv á, at fara heimanífrá,
at nema sær kunnleika, at
uppliva nakað annað.
Tey mennast av at koma
heimanífrá, soleiðis at tey
eru betri fyri, at takað
ímóti teimum avbóðingum,
ið okkara miðnámsskúlar
geva teimum. Tíanverri,
hava fleiri av okkara ung
dómi ikki pening, ella
møguleika, at spara pening
upp, fyri at fara uttanlanda.
Tórshavnar Kommuna
hevur samskifti við komm
unir / býir, í øðrum norðan
londum, og hevði tað verði
ein góður møguleiki, at
gjørt sínamillum avtalur
um at hjálpa teimu ungu
við tilboðum uppá eftir
skúlar, ungdómsarbeiði o.
a., eisini á tí fíggjarliga
økinum.
Ungdómur og eftirskúlar
X Fólkafloksins
ELLA SLoAN
MüLLER