fríggjadagur 31. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 • 31. oktober 2008
Vikuskifti
14
Gamla Reinsaríið var fríggja
kvøldið ramman um eitt hugnaligt
cafékvøld í ektaðum ODstíli. Við
ODplakatum á hvørjum stolpa,
fýrfatsljósum og einum spentum
ODbólki var klárt til at taka ímóti
nógvu gestunum, sum høvdu
leitað sær oman á Reinsaríið í
illveðrinum.
– Eg varð satt at siga bilsin
um, hvussu nógv fólk komu oman
fríggjakvøldið. Vit væntaðu ikki
tað heilt stóra, tí vit høvdu ikki
gjørt serliga nógv fyri at upplýsa
um tað ella fáa tað út í miðlarnar,
sigur Mortan Østerø, limur í OD
bólkinum í Hoydølum.
Til frama fyri 4.
fátækasta landinum
OD hevur høvuðssætið í Keyp
mannahavn og tískil hevur ein
stórur partur av ODarbeiðinum
sum heild høvuðssæti í Dan
mørk. Av hesi orsøk meta vit
í ODbólkinum tað vera sera
týdningarmikið eisini at kunna
føroyingar um OD, tí nógv
framvegis ikki hava hoyrt um
felagsskapin, hóast hann longu
hevur eksisterað í heili tíggju ár í
Føroyum. Eg hopi og vóni, at fólk
tóku tað, vit søgdu, til sín – bæði
næmingar, sum fara út at arbeiða
5. november, men eisini vanlig
fólk, sum møguliga vilja hava ein
OD’ara út at gera okkurt handaligt
arbeiði fyri seg á degnum. Tað er
umráðandi, at fólk vita, hvørjum
tey stuðla. Vit halda ikki, at man
skal stuðla nøkrum blint, man
eigur at hava ein møguleika
fyri at læra verkætlanina væl
at kenna, áðrenn man avger,
um man vil stuðla henni ella
ikki. Tá ið man so er so væl
kunnaður um verkætlanina,
sum man kann verða, skal tað
sjálvandi eisini vera gjørligt at
siga nei, um man ikki heldur,
at hetta er ein verkætlan, man
kann standa inni fyri ella ynskir
at stuðla. Av hesi orsøk eru tvey
umboð úr høvuðsskrivstovuni í
Keypmannahavn eisini í Føroyum
í vikuni greiða frá verkætlan
ársins í Niger.
Niger heimsmet í
analfabetismu
Verkætlanin í Niger snýr
seg um at byggja 19 skúlar í
vestafrikanska landinum, sum
fara at tryggja 2100 børnum
eina skúlagongd og harvið eisini
ein møguleika fyri einari øðrvísi
framtíð. Nógvir eru trupulleikarnir
í Niger. Yvir 60 prosent av fólki
num livir fyri undir ein dollara um
dagin og landið hevur heimsmet
í analfabetismu – yvir 85 prosent
av íbúgvum Nigers duga hvørki
at lesa ella skriva. Nigerska
stjórnin hevur ikki ráð at gera
skúlar og útbúgvingarstøðið í
Niger hevur sostatt verið óbroytt
seinastu tjúgu árini. Væntandi
útbúgvingarstøðið hevur í mong
ár verið við til at halda landinum
niðri og forða fyri, at menning
hevur verið. Tað tykist eins og,
at Niger er komið inn í eina
ónda ringrás, sum tað er trupult
hjá teimum at bróta úr uttan
eina hjálpandi hond uttanífrá.
Samstundis tykist tað sum,
at umheimurin hevur gloymt
Niger. Hóast landið er millum
fátækastu lond heimsins, hevur
menningarhjálpin seinastu árini
verið sera lítil í mun til hvussu
nógvan stuðul, onnur fátøk lond
fáa.
Eins og undanfarnu árini
fokuserar OD á útbúgving sum ein
vegur úr stóra fátækradøminum.
Fokus verður í verkætlanini
serliga lagt á at fáa gentur og
nomadudreingir í skúla, tí tað
vanliga eru hesir bólkar, sum
hava trupult við at passa eina
vanliga skúlagongd í almennu
skúlum Nigers.
Fólkavøksturin í Niger
er tann størsti í heiminum;
kvinnurnar fáa í miðal 79
børn og mamman hevur tískil
sera nógvar arbeiðsuppgávur í
heiminum. Hóast mammurnar
í nógvum førum fegnar vilja
senda døtrarnar í skúla, hava
tær ikki møguleika fyri hesum,
tí tey ikki kunnu fáa húsarhaldið
at hanga saman uttan hjálpina
frá gentunum. Um ein nigersk
genta er so heppin at koma í
skúla, verður hon aloftast tikin
úr skúlanum aftur, áðrenn hon
er liðug, fyri at verða gift og
flyta til verfamiljuna. Fyri at bøta
um hesar trupulleikar og geva
gentunum ein møguleika fyri at
koma í skúla og læra um rættindi
teirra, bjóðar verkætlanin hjá
OD og Care mammunum hjá
gentunum ein asna, ið skal
gera arbeiðið hjá familjunum
lættari, soleiðis at tørvurin av
arbeiðsmegini hjá gentuni verður
minni. Umframt hetta skulu
foreldrini hjá gentuni undirskriva
nakrar hjúnarlagsavtalur, sum
skulu tryggja, at gentan ikki
Gamla Reinsarí
Við stórum nøvnum sum Jens
Marna Hansen og Hanus G.
Johansen á skránni var lagt
upp til eitt sera hugnaligt
kvøld í Gamla Reinsarínum
fríggjakvøldið, tá ið OD-bólk-
urin úr Studentaskúlanum í
Hoydølum skipaði fyri stórum
cafékvøldi til frama fyri ársins
skúlaverkætlan í Niger
Operatión Dagsverk
Annika Hedegaard Isfeldt
Fløguaktuelli Jens
Marni Hansen
undirhelt …
… og tað gjørdi Allan Davidsen eisini