Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2008 15 43. partur Opinbering Jóhannesar, soleiðis eitur tann seinasta bókin í bíbliuni. Hóast tað, so sigur fyrsta vers, at hon er opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, og Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannes, tænara Sínum, tað í teknum. Annað og triðja vers ljóða so: Honum, sum hevur vitnað um orð Guds og vitnisburð Jesu Krists - alt, ið hann sá. Sælur er hann, ið lesur, og sæl eru tey, sum hoyra profetorðið og varðveita tað, sum harí er skrivað; tí tíðin er nær. Jóhannes skrivar so til sjey av samkomunum, sum lógu í Lítla Asia, núverandi Turkaland. Summir halda, at hesar sjey samkomur eisini umboða samkomu- søguna upp í gjøgnum tíð- ina frá døgum ápostlana og til seinastu tíðir. Tann seinasta samkoman, Lao- dekea fær tann vitnisburð, at hon er hvørki køld ella heit, men flógv. Ein ran- sakandi spurningur til okkara í dag. Boðskapin sum hann gav hesum samkomum, finna vit í øðrum og triðja kapitli. Í fjórða kapitli verður Jóhannes biðin um at koma upp til Himmals, so skal verða víst honum, hvat ið hereftir fer at henda. Hann sær nú dýrd Guds, eins og Ezekiel sá hana. Les Ezekiel 1. kap. og 10. kap., síggj hvussu tað líkist, sum teir greiða frá. Síðani sær hann lamb, eins og dripið, standa millum hásætið og hinar elstu og verurnar. Tað lat bókrulluna upp og varð tilbiðið saman við honum, sum í hásætinum sat av øllum. (5. kap.) Lambið her er sjálvandi Kristus, og tann í hásætinum er Gud. Menniskju stríðast um Jesus og Gud, um Gud er størri, og um teir eru ein, ella eru teir tveir. Skriftir- nar flætta teir saman allan vegin ígjøgnum, teir kunnu ikki skiljast at. Kristus verður tilbiðin ájavnt við Gud. Tó talar skriftin um teir sum tveir, Faðirin og Sonin. Men tá ið Filip, í Jóh. 14. kap. biður Jesus vísa teimum Faðirin, sigur Jesus, at tann, sum hevur sæð hann hevur sæð Faðir- in. Hetta er uttan fyri tað, sum vit kunnu skilja til fullnar, og menniskju fløkja bara alt við sínari trætan um slíkt. Í sætta kapitli síggja vit, tað ganga í uppfyllilsi, sum profetarnir spáddu um heidningatjóðirnar. Har lesa vit um tann øðiliga dóm, ið kemur at raka hendan heim. Og í sjeynda kap. hvussu náðilyftini ganga út, Ísrael verður frelst og eisini fólk av øllum tjóðum, tey, sum tváðað eru í blóði lambsins. Hvør ein sterk troyst fyri tann sum trýr á Jesus Kristus, hann hevur einki at óttast fyri, tá ið dómurin rakar tey gud- leysu. Seinasta versið í hesum kapitlinum ljóðar soleiðis: Tí lambið, sum er mitt fyri hásætinum, skal vera hirði teirra og leiða tey til vatnkeldur lívsins, og Gud skal turka hvørt tár av eygum teirra. Framhald Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud RichaRd danielsen Nú komið eg sum ketta úr høvdatroð, fleiri vikur eftir, at Jústinus L. Eidesgaard og Sosialurin hava kjakast um nakrar myndir av óruddi. Jústinus vil vera við, at myndir úr Elduvík, Oyndar- firði og Hellunum ikki eru av óruddi. Men hvørjum eru tær so av? Er hatta vanliga bygdamyndin, ið Jústinus vil vísa fram fyri føroyingum og útlendskum gestum? Jústinus ger nógv burtur úr at vísa á, at ein bingja á Hellunum, har annað rusk er sett við síðuna av, er almenna ruskplássið í bygdini. Men Harragud, Jústinus, reglurnar um, hvussu almen ruskpláss skuldu gerast og innihegnast komu í 1989, tá IRF byrjaði sítt virksemi, og tað at rusk- plássið á Hellunum nú, næstan 20 ár seinni, ikki er gjørt eftir reglunum, rætt- vísger ikki, at her ikki er talan um órudd. Var talan um alment ruskpláss, so skuldi tað verið gjørt eftir reglunum, innihegnað og týðuliga avmerkt. So var einki at tosa um. Men tað var als ikki talan um her. Annað er so tað, at ymiskt er, hvat verður roknað sum órudd. Eg veit væl, at fleiri meta, at ein traktorur ella bussur, sum kundi koyra fyri 20 árum síðani, men sum nú stendur og rustar, verður av eigaranum rokn- aður sum eykalutir, meðan hesi av øllum øðrum verður roknað sum órudd. Tí er tað av alstórum týdningi, at Búnaðarstovan – um talan er um kongsbøndur – ella kommunan – um talan er um kommunala ogn – er tilvitað um, at hetta óskilið kann ikki halda fram, men her má ruddast við harðari hond. Eg vil enda við at takka Sosialinum (og Vikublað- num, sum byrjaði at seta fokus á hendan trupulleik- an) fyri tykkara innsats. Hóast nógv órudd fram- vegis finst runt landið, so er nógv hent til tað betra hesar fáu mánaðirnar, hendan kampanjan hevur koyrt. Nógvar kommunur hava tikið ítøkilig stig at rudda, so haldið endiliga fram, so fáa vit einar reinari Føroyar til ferða- fólkini, sum koma kom- andi ár og til okkum øll onnur við! Jústinus og óruddið á Hellunum sofus debes Johannesen Eitt tað fyrsta sum gjørt var, tá ið vit tóku við fyri skjótt fýra árum síðani, var at stovnseta Barna- og ungdómsdeildina Hetta mettu vit vera neyð- ugt fyri at uppraðfesta barna- og ungdómsøkið, og hevur tað víst seg at vera ein góð avgerð. Væl var komið áleiðis at útbyggja dagstovnaøkið og nú var tíðin komin at seta fokus á innihaldið, hetta m. a. fyri at tryggja at tilboðið frá kommununi var peda- gogiskt mennandi og at allir stovnar arbeiða við pedagog- iskum málsetningum. Frítíðarskúlin Tá ið frítíðarskúlaskipanin varð sett á stovn fyri 12 árum síðani var hon sera kærkomin, men hetta var gjørt við fyribils hølisloysn- um. Fyri fýra árum síðani víðkaðu vit skipanina til eisini at umfata 2. flokk. Hóast ikki allir skúlar enn hava fingið ta varandi loysnina, so eru vit komin so mikið væl áleiðis, at allir frítíðarskúlar eru um at hava góðar umstøður. Hvussu við børnunum frá 3. flokki – fleiri “Margar- infabrikkir” kanska? Margarinfabrikkin hevur staðið sína roynd, og tað er onki at ivast í, at tað eru líknandi tilboð runt um í kommununi sum hóska betur til tey størri børnini enn vanligi frítíðarskúlin. Á Margarinfabrikkini er okkurt til einhvønn; tey størru børnini eiga dagar- nar, meðan tey ungu upp til 18 ár eiga kvøldini og vikuskiftini. Margarinfabrikkin hevur seinnu árini, bæði vegna politiskan vælvilja og ikki minst takka verið dugna- ligum starvsfólki og leiðslu, umskapað Margarin til eitt sunt, fjølbroytt, áhugavert og trygt umhvørvið fyri tey ungu sum har ganga. Barna- og ungdómshús á Karla Magnusarbreyt Kapasiteturin á Margarin- fabrikkini er um at vera náddur, og tørvur er á fleiri líknandi húsum. Í Hoyvíks- haganum er stórur tørvur; tí hevði eitt barna- og ung- dómshús á Karla Magnusar- breyt verið kærkomið. Ger kommunan nóg mikið fyri børn og ung? Forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar kommunu hilduR eyðusndóttiR Eg haldi tað vera uppá tíð- ina, at hesin tónleikaskúlin verður bygdur. Tað er jú eyðsæð, at við so longum bíðirøðum er tørvurin ovurstórur. Henda almenna tænastan endar við at vera eitt tilboð fyri tey, ið eru so framsígg- in at skriva børnini upp longu áðrenn tey koma heim av føðideildini. Eg síggi næstan fyri mær, at við síðuna av kortunum, har tú sendir bløðunum boð um lítla alvan, liggur eisini ein bunki av tilmeldingarkort- um til tónleikaskúlan. Men hvat skal eg skriva míni upp til? Hvat vil eg hava tey at læra at spæla um eini tíggju ár, tá tey møguliga sleppa framat? Kann tað hugsast, at eg velji okkurt, ið børn míni als ikki hava hug til? Hetta er júst tað, ið er kjarnan í málinum. Um dótturin varð skrivað upp at spæla klarinett sum eitt ára gomul, og tað so vísti seg, at hon sum tíggju ára gomul heldur vildi spæla klaver, hvat so? Hon hevur jú staðið á bíðilista í tíggju ár, so tað kemur ikki uppá tal at sleppa plássinum. Hon skal tvingast at spæla klarinett. Bara spell, at hon restina av lívinum hevur eitt klarinetttrauma. Og at hon ongantíð slapp at læra at spæla klaver, sum hon so hegnisliga megnar á amatørstøði heima á okk- ara hundrað ára gamla Emil Felumb. So spurningurin er, hvussu nógv børn á musikkskúlanum læra at spæla júst tað ljóðføri, tey hava hug til og brenna fyri. Spurningurin er, hvussu nógv børn bara eru har, tí tey noyðast. Man sleppur jú ikki bara plássinum, sum man hevur bíða eftir í tíggju ár. Við at útbyggja hetta so gevandi tilboðið fær man minka um panikktilmeld- ingarnar, og harvið í betri mun skapt møguleikar fyri, at fleiri og betri hugaði børn sleppa framat. Hetta er jú ein almenn tænasta, og hon skal vera fyri øll. Ikki bara tey útvaldu. Tónleikaligt trauma Valevni Tjóðveldis til Tórshavnar kommunu PetuR í GonG Skynsamur eldrapolitikkur Tað eldra ættarliðið hevur altíð verið mítt hjartamál. Tað hevur ført okkum á núverandi støði, og eiga vit yngru at takka teimum fyri teirra valaarbeiði við at framvega teimum bestu lívskor og útbyggja røktar- og ellisheim, somuleiðis vardar íbúðir. Í dag er bíðilistin ovurhonds stórur, fólk eru í døpurhuga og vita sær ikki síni livandi ráð. Her er veruliga nakað at fara eftir, nakað sum skal loysast sum skjótast. Mentamál Førdur verður ein miðvísur mentanarpolitikkur. Ein nútíðarhóskandi musikk- skúli má setast á dags- skránna alt fyri eitt. Hetta mál skuldi fyri langari tíð síðan verið farið av bakka- stokki. Ein býur við livandi tónleikalívi er ein ríkur býur. Ferðslumál Hetta er týðandi at fáa loyst í komandi setu. Vit ætla at endurskoða verandi vegætlan, so hon verður hóskandi til øktu ferðsluna. Fyri at náa hesi mál, má dentur verða lagdur á, við størst møguligum spar- semi, og at útreiðslurnar verða hildnar innan ta av býráðnum samtyktu fíggjarætlan. Til allar handverkarar Nú arbeiði innan tað privata er minkað, eigur býráðið at seta skapandi verkætlanir í gongd, fyri at tálma arbeiðsloysinum. Vatnland Í komandi setu vil eg virka fyri at nútímansgera okk- ara nógv vitjaðu svimji- høll, soleiðis at bygt verður uppí hana eitt “vatnland” – til gleði fyri borgararnar. Glað børn = glað foreldur. Eg vil verða tín tænari og ikki harri. Gott val Sosialur trivnaður, ið skapar lívsdygd Sortudíki. Valevni á lista A GunnaR MohR viðmerkingar