fríggjadagur 31. oktober 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 210 • 31. oktober 2008
Vikuskifti
í OD-hýri
verður tikin úr skúlanum fyri at
vera gift, áðrenn hon er liðug.
Ætlanin við verkætlanini er ikki at
fara inn og broyta siðirnir í Niger;
man vil ikki í verkætlanini forða
gentunum í at verða giftar tíðliga,
sum tær hava verið gjøgnum
nógv ættarlið – man vil bert geva
gentunum møguleika fyri at nema
sær útbúgving og vitan.
Nomadudreingirnir noyðast
at vandra við djórunum hjá
familjuni í regntíðini, sum í Niger
varar nakrar mánaðir. Um man
er burturi úr skúlanum tríggjar
mánaðir mitt í skúlaárinum,
er ringt at fylgja eini vanligari
skúlagongd og børnini verða
í sovornum førum koyrd úr
skúlunum. Fyri eisini at fáa
nomadudreingirnar í skúla hevur
man í verkætlanarskúlunum
eina tímatalvu, sum tekur
útgangsstøði í gerandisdegi
teirra. Skúlin er stongdur í
regntíðini, so dreingirnir ikki
missa nakra skúlagongd og
undirvísingin í skúlunum fevnir
m.a. um nógv praktisk evni og
praktiska vitan, ið dreingirnir
eisini kunnu nýta heima við hús.
100.000.000 krónur til
u-lond
Tað, sum skilir Operatión
Dagsverk frá vanligu
hjálparfelagsskapum, er, at øll
arbeiðsmegin kemur frá ungum
fólki, sum saman vilja arbeiða
fyri at gera ein mun í heiminum.
Her eru eingir stjórar, sum sita og
taka allar tær stóru avgerðirnar;
tað eru tey ungu, sum velja
verkætlanirnar, tað eru tey ungu,
sum fara út at arbeiða á OD-
degnum og tað eru tey, sum sita
inni við øllum avgerðum.
- Á ein hátt haldi eg, tað bæði
kann vera gott og ringt, at vit
bert eru ung, sum arbeiða fyri
OD, sigur Mortan. – Nógv brúka
tað, at vit ”bert eru ungdómar”
ímóti okkum sum argument fyri
ikki at vilja arbeiða á OD-degnum.
Tey eru bangin fyri, at vit ikki
duga at administrera pengar
teirra nóg væl. Men hetta er í
veruleikanum eitt tekin um, at
tey ikki hava sett seg nóg væl inn
í skipanina hjá felagsskapinum.
Tað eru nevniliga ikki ”bert”
ungir OD’arir, sum standa fyri at
administrera pengarnar, ið verða
savnaðir inn. Tá ið vit í desember
mánaða velja ta verkætlanina, vit
vilja stuðla, velja vit samstundis
eisini ein samstarvsfelaga.
Allir hjálparfelagsskapir,
sum hava hug, kunnu stilla
verkætlanaruppskot – stórir
sum lítlir - og tað eru hesir
hjálparfelagsskapir, sum standa
fyri at føra verkætlanirnar
út í lívið. Hesir felagsskapir
hava vanliga arbeitt nógv ár í
londunum, vit fara at stuðla, og
tey hava tískil alla ekspertisuna.
Operatión Dagsverk ger tað, vit
duga best; vit føra kampagnuna
í Føroyum og í Danmark og
royna at engagera ungdómar at
luttaka á OD-degnum, meðan
samstarvsfelagirnir gera
tað, teir duga best; teir føra
verkætlanirnar út í lívið. Áður
hava stórir hjálparfelagsskapir
sum Reyði Krossur, Folkekirkens
Nødhjælp, IBIS, Care og
Dansk Flygtningehjælp stilla
verkætlaniruppskot til OD. Hetta
eru altso stórir felagsskapir, sum
hava skil fyri tí, tey gera.
- Men tað er eisini
týdningarmikið, at vit eru ung
til ung - ungdómar, ið royna at
engagera aðrar ungdómar. Vit eru
á sama støðið sum næmingarnar
í mennigarlondunum, vit vita,
hvørjum tey eru upptikin av
og vit klára kanska betri enn
onnur at seta okkum inn í teirra
hugsunarhátt. Vit hava eitt
motto í OD-bólkinum um, at tað
er týdningarmikið, at føroyskir
ungdómar verða meira globalt
áhugaðir, so teir ikki verða ov
snævurskygdir. Tað er umráðandi,
at tú ert tilvitaður um tað, sum
hendur rundan um teg og um
nakrir av globalu trupulleikum
heimsins.
5 tímar 5. november?
Í fjør settu næmingarnir í
Studentaskúlanum í Hoydølum
met við at savna inn yvir
150.000 kr til OD verkætlanina
’07 og stuðlaðu harvið guaraní-
indiánarunum í Bolivia úr
trældómi teirra. OD-arbeiðið var
tó nakað øðrvísi í Hoydølum í
fjør. Næmingar, sum ikki vildu
luttaka í degnum, skuldu skriva
eina eyka uppgávu í skúlanum.
Um tey einki gjørdu av hesum,
fingu tey fráveru fyri hesar
tímarnar. Hetta helt OD-bólkurin
ikki riggaði serliga væl; ein
sera neiligur hugburður varð
um OD júst av hesi orsøk. – Um
man roynir at noyða fólk til at
gera okkurt, endar tað ofta við,
at tey als ikki hava hug til at
luttaka, sigur Mortan. Í ár er
OD-arbeiði í Hoydølum broytt á
tann hátt, at man, um man ikki
ynskir at luttaka í OD-degnum,
skal arbeiða við nøkrum tilfari,
sum er relaterað til Niger og
verkætlanina í ár. Øll, sum
arbeiða á degnum fáa loyvda
fráveru úr skúlanum, so tað ger
vónandi, at fleiri vilja vera við.
Vit vilja ikki hava pengarnar hjá
næmingunum – fátækir studentar
eiga ofta ikki serliga nógv at
geva av – vit vilja bara hava tíð
teirra. 5 tímar fyri 300 krónur
5. november er jú ikki serliga
nógv. Fyri at seta tingini í eitt
størri høpi, hava vit í Hoydølum
gjørt eina kampagnu, har vit
hava spurt ymiskar føroyingar,
hvat tey vanliga brúka 300 kr.
til. Tey flestu svara, at tey brúka
pengarnar til mat, bensin ella
annað. Man fær ikki serliga nógv
fyri 300 krónum í Føroyum, men
í Niger kunnu 300 krónurnar, tú
hevur arbeitt fyri, vera við til at
gjalda lønina hjá einum lærara í
ein heilan mánaða.
Tá ið Mortan verður spurdur
um, hví fólk eftir hansara meting
skulu fara út at arbeiða, svarar
hann, at man følir seg sum eitt
betri menniskja, um man er við
til at gera okkurt gott fyri onkran
annan. – Eg veit, tað ljóðar sum
ein kliché. Men tað er eisini ein
orsøk til, at tað er vorðið ein
kliché; viðhvørt er tað ringt at
síggja, tá ið man stendur mitt
í tí heila, men um man dugir at
síggja arbeiðið sítt uttanífrá,
sær man, at tað veruliga ger ein
mun. Trýr man uppá karma, burdi
hjálpararbeiði ivaleyst hjálpt upp
á tað, sigur hann við einum smíli.
Føroyska OD-
framtíðin?
Seinastu árini hevur OD alsamt
vunnið meiri upp á seg í Føroyum;
hugburðurin viðvíkjandi OD er
jaligari enn nakrantíð áður. Hetta
sást eisini fríggjakvøldið, tá ið
sera nógv fólk vóru savnaði í
Gamla Reinsarínum.
- Ja, hetta er ivaleyst eitt
tiltak, sum verður aftur næsta ár.
Hetta er ein góður møguleiki at
blanda álvaran í felagsskapinum
við onkrum stuttligum; ein góður
møguleiki fyri at vísa, at vit eru
ung, sum eru sera engageraði
í einari góðari sak, men at vit
eisini bara gjarna vilja gera
okkurt stuttligt á ein øðrvísi
hátt, sigur Mortan. - Kanska
summi gloymdu konseptið eitt
sindur burtur fríggjakvøldið,
men hetta er jú sjálvandi okkurt,
man bert kann royna at betra
um komandi ár. Men eg haldi,
fólki dámdu tað væl og tað er jú
tað týdningarmiklasta. ”Tiltakið
burdi verið alt vikuskiftið”, segði
ein við meg. ”Man átti at havt
eitt sovorið stað í Føroyum, har
man vanliga kundi komið at lurta
eftir tónleiki og hugna sær,” lat í
onkrum øðrum.
Mortan Østerø greiðir frá
um verkætlanina í Niger í ár