Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 210 - 31. oktober 2008 Skulu Føroyar mennast sum land, má Tórshavnar Kommuna vera við til at skapa hesa menningina. Við einum miðnámsdepli og einum altjóða universi­ teti kann Havnin gerast ein kókandi pottur við ung­ dómi og lærdómi, ið ikki bara dregur føroyingar at sær, men eisini fær student­ ar av øðrum universitetum kring Norðuratlantshav at koma higar. Har ungdómur hittist og virkar saman, er lív, fram­ burður og skapanarhugur. Sum høvuðsstaður eigur Havnin at taka avbjóðing­ ina á seg at gera Føroyar til útbúgvingarligan og ment­ anarligan miðdepil í Norð­ urhøvum. Havnin kann gera hetta, tí Havnin er staðið, sum føroyingar í útlegd vilja flyta heimaftur til, og Havnin er mest altjóðagjørda búsetingin í landinum. Einasta plássið í Norður­ noregi, sum veksur í dag, er Tromsø. Vøksturin stendst av útbúgvingar­ møguleikunum har, sum eisini føroyingar hava fing­ ið væl burturúr. Í Íslandi er Reykjavík nógv tann størsti býurin, men í næststørsta býnum, Akuroyri, ið hýsir 16.000 fólkum, eru ríkir úbúgvingarmøguleikar, og ungdómur streymar hagar at nema sær kunnleika. Sama er at siga um Aberdeen. Í Århus, sum nógvir føroyingar kenna frá lestrar­ árunum, blóma mentanin, tónleikurin og eisini ítrótt­ urin, tí nógvur ungdómur í útbúgvingarørindum virkar í býnum. Eisini blómar býarlívið við sínum mongu og serligu kaffistovum og handlum. Har fólk kemur til at útbúgva seg, vinna ikki bara útbúgvingarstovn­ arnir, men eisini handils­ lívið og mentanarlívið. Politikkurin komandi árini má snúgva seg um annað enn ómiðvíst kegl millum persónar. Hann má vera miðvísur og snúgva seg um tað, sum hevur størsta týdningin í einum og hvørjum býi og landi, fólkið. Trivnaðin hjá fólki. Tilboðini til fólk. Og hugin hjá fólki at verða verandi. Mín varhugi er, at fólk í høvuðsstaðnum troyttast av, at landspolitikkurin ferð eftir ferð tykist kódna í klandursmálum ella tunnils­ málum. Her krevjast størri ætlanir til tess at flyta Havnina og eisini Føroyar framá, og Tórshavnar Kommuna eigur við sínum 20.000 borgarum at hava ein avgerandi leiklut í hesi menning. Um kjakið snýr seg um altjóða universitet, eigur kommunan at taka orðið. Um kjakið snýr seg um altjóða flogvøll í Føroyum, skal kommunan hava eina støðu. Snýr kjakið seg um útjavning, tunlar í milliarda­ klassanum beint við egið kommunumark ella altjóða samstarv við grannalond, eigur kommunan at vera virkin. Havnin kann við góðum ítróttarhallum, fótbólts­ vøllum, rennibreyt og svimjihøll eisini seta seg í miðdepilin ítróttarliga. Í býnum kann verða skipað fyri altjóða kappingum fyri ungdóm úr Íslandi, Noregi, Danmark, Svøríki, Skotl­ andi, Onglandi og øðrum londum við. Ítróttakapping­ ar av ymsum slag kunnu styrkja altjóða sambondini hjá býnum og landinum, eins og tónleikalig átøk kunnu gera tað. Ein sterkur høvuðsstaður skapar eitt sterkt land. Og Tjóðveldi borgar fyri trygg­ ari leiðslu í Tórshavnar Kommunu. Tórshavn sum miðdepil í Norðurhøvum varaborgarstjóri Valevni á Lista E Jógvan arge Eg havi mangan hugsað um, hvat Tórshavnar kommuna ætlar við dagrøktini í framtíðini? Vit skylda bæði børnum, foreldrum og starvs­ fólki svar upp hetta. Eg eri vísur í, at dagrøktin er komin fyri, at vera. Vit hava jú storan tørv á náms­ frøðingum í dag. Eisini vísa tøl hjá Tórshavnar kommunu, at ansingar­ tørvurin er til staðar fyri at hava dagrøkt, eisini í framtíðini. Eg sakni eitt kjak og politikk á økinum. Soleiðis at bæði børn, foreldur og starvsfólk fáa vita, hvat í framtíðin hevur at bjóða okkum innan dagrøktina. Eg fari heilt vist, at gera mítt fyri til, at skil kemur á henda spurning. Fá nýt stev – vel Lev Dagrøktin valevni fyri Javnaðrflokkin Levi Mørk Tað mundi koma óvart á nógv, tá ið landsstýriskvinn­ an í kommunumálum undir­ strikaði frá løgtingsins røð­ arapalli, at ætlanin hjá sam­ gonguni var at varðveita proportionalu skattaskipan­ ina hjá kommununum, eisini eftir at kommunurnar vóru lagdar saman, og eftir at fleiri uppgávur vóru lagdar til kommunurnar at umsita. Verður hetta so, merkir hetta, at tey við lágum inntøkum kunnu vænta sær eina munandi skattahækking um eini tvey ár. Skattamál, sum er øki hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, verður brúkt fyrst og fremst til at fíggj­ að landsins og kommunalu útreiðslur, meðan skatturin eisini verður brúktur at útjavna byrðarnar hjá skatt­ gjaldarum. Í fleiri ár hevur landsskatturin verið pro­ gressivur (tvs at jú meira tú forvinnur, jú meira rindar tú prosentvíst í skatti) meðan kommunu­ skatturin hevur verið proportionalur (tvs at øll rinda sama prosentsats av inntøkuni). Á høgra­vinstra ásuni í politikki hevur ongantið verið nakar ivi um, hvar flokkarnir liggja í hesum máli. Teir høgravendu ella borgarligu, vilja varðveita tann proportionala skattin, meðan tey á vinstraveing­ inum hella til tann progres­ siva skattin. Tí var tað ikki sørt djarvt av landsstýris­ kvinnuni, at svara so av­ gjørd uppá hendan fyri­ spurningin um kommunu­ skattin í framtíðini, Um álvari verður av kommunusamanlegging um tvey ár, og av at leggja fleiri uppgávur út til komm­ unur at umsita og gjalda, so kunnu vit rokna við eini munandi øking í kommun­ alu útreiðslunum, ­ og vón­ andi tilsvarandi lækking í landsskattinum. Og hesar øktu kommunalu útreiðslur skulu fíggjast so ella so: Antin sum nú, við pro­ portionalum skatti, soleiðis sum landsstýriskvinnan sigur, at tað verður, ella sum vit mæla til, við progressivum skatti. Ella sum samgonguskjal­ ið sigur við einum blokk­ stuðli. Sambært samgonguskjal­ inum er ætlanin at seta ein kommunalan reform í verk um tvey ár. Hetta merkir m.a. at kommunurnar verða 7 ella 9 í talið tá. Tvey ár ganga skjótt, og er tað tí umráðandi, at lands­ stýrismaðurin í skatta­ málum hevur gjørt sær greitt, hvat alt hetta kemur at merkja fyri skattagjaldarar kring landið. Samgonguskjalið sigur, at ætlanin er at leggja eldraøki, fólkaskúlan og vegakervið út til kommun­ urnar at umsita. Hesi øki eru ein stórur partur av landskassans útreiðslum í dag. Og verður nú ætlanin, at hesar útreiðslur í fram­ tíðini skulu fíggjast pro­ portionalt, so kemur tað at tyngja um byrðarnar hjá teimum við lágum inntøk­ um, og lætta um hjá teim­ um við høgum inntøkum. Slík umfordeiling veksur um gjónna millum borgar­ arnar, og tað vil við tiðini skapa óneyðugan mistrivna í landinum. Tí mæla vit í Tjóðveldi staðiliga ímóti hesi ætlan. Og vóna vit, at landsstýris­ maðurin í fíggjarmálum ger,sum ætlanin var í CHEsamgonguni, og tryggjar okkum, at øktu kommunalu útreiðslurnar, sum væntast koma verða fíggjaðar progressivt. Fyri at fáa greiði á hes­ um spurningi fari eg at seta landsstýrismanninum í fíggjarmálum skrivligan fyrispurning um omanfyri­ standandi í komandi viku. Fólkaflokkurin ætlar at kommunusamanleggingin skal fíggjast av teimum lágløntu annita á FriðriksMørk Sjálvstýrisflokkurin stillar upp til býráðsvalið í Tórshavn. Valfelagið hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur í samráð við landsnevnd og onnur lokalfeløg orðað valskrá. Hetta verður gjørt fyri at tryggja at fólk fáa sama politikk uttan mun til, hvør verður valdur, og fyri at fyrireika og útbúgva valevnini til miðvíst býráðsarbeiði Tíðindaskriv Sjálvstýrisflokkurin á Streymoynni stillar upp fýra valevni til býráðsvalið í Tórshavn 2008. Tey fýra eru øll væl skikkaði og spennandi valevni. Sigrún Mohr var við at stovna og stjórna Alsheim­ erfelagnum. Michael Feldballe er útlendingur útbúgvin og fallin væl til í Føroyum. Heðin D. Poulsen stjórn­ ar ættleiðingarfelagnum og er virkin løgfrøðingur. Anna Lousia Joensen verjir føroyska rossið og umhvørvið í Havn. Valskráin í Tórshavn er í fimm punktum. • Útbúgving • Umhvørvi • Umsorgan • Umskipan • Vinna Triðja útgreiningin er av umsorgan: • Umsorgan • Kommunal ellisheim skulu byggjast • Privatar eldraíbúðir skulu skipast • Ansingartrygd frá vøggu í grøv • Skúlaheim til lesandi • Fjølbroytt frítíðartilboð • Samskipað kunning, vegleiðing og tilboð til útlendingar og útisetar Tórshavnar kommuna skal tryggja øllum borgarum umstøður at búgva, virka og trívast. Kommunan skal streingja á at fáa greitt ábyrgdarbýti og í tí høpi staðfesta ansingartrygd – og hvør veitir hana. Enn standa hundraðtals eldri havnarborgarar á bíðilista at sleppa á ellis­ heim. Alt ov fáar nýggjar eindir verða bygdar. Tað er óvirðiligt, at røktarkrevj­ andi eldri ikki kunnu fáa pláss á ellis­ og røktarheim­ um, men eru noydd at verða ansað við hús. Kommunan skal byggja nóg nógv ellisheim, sam­ býli og umlættingarstøð svarandi til tørvin í komm­ ununi. Eisini skulu í býar­ skipanini økir setast av til privatar eldraíbúðir, so fólk kunnu selja stór hús og velja at flyta í egnaðar íbúð­ ir, ið tey eiga ella leiga. Smábørn, eldri fólk og fólk við serligum tørvi eiga líka sjálvsagt sum skúla­ børn at hava trygd fyri, at pláss er á dagstovni, ellis­ heimi, røktarstovni, um­ lætting og tílíkum. Hetta skal skipast sum ansingar­ trygd. Skal Havnin gerast universitetsbýur, skulu kollegiir vera til taks hjá øllum lesandi. Hesi skulu skipast sum partur av campus­umhvørvi nærhend­ is skúladeplum í býnum, saman við tilboðum innan mentan, ítrótt, trivnað og frítíð. Havnarborgarar skulu sleppa framat sera fjøl­ broyttum tilboðum innan frítíð og ítrótt, eftirútbúgv­ ing og menning, so sum kvøldskúla, list, sjónleik, tónleik, traðir, bátapláss, gonguleiðir, fríøki, rossa­ leiðir, kaffistovur, eftirút­ búgving, miðbýarumhvørvi og byggilist. Kanningar skulu gerast hvussu kommunan kann luttaka við at byggja sam­ skipað baðiland og endur­ venjingarmiðstøð. Kommunan skal fara undir átøk at bjóða útiset­ um og útlendingum væl­ komnum heim. Allir tilf­ lytarar skulu fáa miðvísa vegleiðing á viðkomandi tungumáli og tilboð, so tey gerast virkin og vælkomin í býnum. Býráðsval 2008 – Valskrá III viðmerkingar