fríggjadagur 31. oktober 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 • 31. oktober 2008
Vikuskifti
16
Ímynda tær eitt sam
felag við 10 ymiskum
stammum, 10 ymisk
um málum og 10
ymiskum mentanum.
Soleiðis er Niger. Har
hava nógvar ymiskar
stammur livað síðu
um síðu í mong ár,
men tað er ikki altíð
einfalt at sleppa
undan etnisku kon
fliktunum, ið mang—
an koma, tá ið etn
iskir bólkar liva
saman
Meðan politikkarir kjakast
um, hvussu vit kunnu bøta um
negativa fólkavøksturin í Evropa,
roynir nigerska stjórnin hinvegin
at finna eina loysn, soleiðis
at kvinnurnar í landinum ikki
fáa ov nógv børn. Við einum
miðalfólkavøkstri upp á yvir 3,3%
um árið, hevur Niger hægasta
fólkavøksturin í heiminum.
Kvinnurnar fáa umleið 7-9 børn
og hóast fimta hvørt barn doyr,
áðrenn tað fyllir fimm ár, hava
familjurnar sera ringt við at
breyðføða stóru barnaflokkarnar.
Kampur um jørðina
Helvtin av íbúgvum Nigers
eru av hausa-ættini. Tey eru
fastbúgvandi bóndir og eiga øll
eitt petti av jørð, sum tey liva
av at dyrka. Í Niger eru 20 % av
fólkinum nomadur, sum vandra
við djórum teirra í regntíðini.
Gjøgnum nógv ættarlið hevur
nomadufólkið vandra yvir jørðina
hjá hausaunum við djórum teirra
og hava harvið gjødað jørðini hjá
teimum. Veðurlagsbroytingarnar
hava tó gjørt um seg fyri
landbúnaðin í landinum, soleiðis
at støddin av ófruktbarari jørð
alsamt veksur fyri hvørt ár.
Samstundis er fólkavøksturin í
Niger stórur. Hetta inniber, at
enn fleiri fólk verða til at deila
hesa minkandi fruktbæru jørðina
og møguleikarnir hjá bóndunum
verða sostatt alsamt minni. Hetta
er knappliga vorðið ein stórur
trupulleiki; hausafólkið ilskast
nú um, at djórini hjá nomadunum
oyðileggja plantur teirra og hetta
hevur elvt til nógvar etniskar
konfliktir í einum landi, har friður
í mong ár hevur valdað. Hetta er
ein hóttan ímóti tí annars góða
sambandið, sum hevur verið
ímillum etnisku bólkarnar í so
langa tíð.
Tørvur er tí nú á at finna eina
loysn, ið kann føra nigerska fólkið
saman aftur. Tørvur er á onkrum,
sum kann hjálpa teimum at skilja
hvønn annan og liviháttirnar hjá
hvørjum øðrum.
Ein skúli fyri øll?
Seinastu árini hevur altjóða
hjálparfelagsskapurin Care
arbeitt í Niger við at byggja
skúlar, har ymiskir etniskir bólkar
skulu undirvísast saman. Hetta
hevur til endamáls, at bólkarnir
kunnu læra hvønn annan at kenna
frá barnsbeini av og harvið fáa
eitt øðrvísi innlit í mentanirnar
hjá hvørjum øðrum. Hetta hevur
víst seg higartil at rigga væl, siga
foreldrini.
- Skúlarnir hava heilt víst betra
um sambandið millum bóndir og
nomadir. Áður vitjaðu vit ongantíð
hvønn annan, vit royndu at hava
so lítið við hvønn annan at gera,
sum gjørligt var, sigur Amadou
Garba, sum er leiðari av nomadu-
fulanibygdini Kaima. Nú eru børn
okkara ofta í hausabygdunum í
fleiri dagar út í eitt fyri at spæla
við hausabørnini. Vit vita ikki
eingongd altíð, hvør tekur sær
av teimum og gevur teimum mat
um kvøldarnar, tá ið tey sova hjá
hausafamiljunum.
Spyr man børnini, eru tey tó ikki
heilt samd við hesari lýsingini. -
Mær dámar ordiliga væl at ganga
í skúla, sigur Abdou Hadi Ibrahim,
ið er 9-ára gamal og fulani-
nomadu-barn. – Í veruleikanum
haldi eg tað vera so spennandi, at
eg fegin sjálvur vil verða lærari,
tá ið eg verði vaksin. Tað einasta,
sum viðhvørt er ringt við at ganga
í skúla, er, at hausairnir happa
okkum, tí vit enn ikki duga líka
væl sum tey at tosa hausa. Tey
siga eisini, at vit lukta illa, tí vit
hava djór heima. Vit spæla tó
ofta við hausabørnini og eg vil
sera fegin verða vinir við tey.
Týðiliga færri
trupulleikar
Lærarin Gaya Hamidou, ið
undirvísir hausa- og fulanibørnini
í lokala skúlanum í Kaima, sigur
um hetta evnið: - At skapa eitt
gott samband millum ymisku
etnisku bólkarnar er ein tann
týdningarmiklasta uppgávan í
skúlunum. Tað hava leingi verið
konfliktir um jørðina millum
bólkarnar og hetta smittar av
upp á børnini. Tað er allarhelst
eisini orsøkin til, at hausabørnini
viðhvørt happa fulanibørnini. Vit
taka trupulleikarnar upp saman
í skúlanum og eg syrgi fyri,
at fulanibørnini, sum ofta eru
rættiliga smæðin, eisini verða
spurd í tímunum.
Tá ið skúlin í Kaima varð
bygdur, varð eitt skúlastýri
eisini sett á stovn. Her sita
hausa- og fulaniforeldur saman
og hetta hevur sambært Gaya
gjørt, at fólkasløgini eru komin
tættari upp á hvønn annan. – Í
dag vitja vit hvønn annan, tá ið
navnaseremoni’ir, brúdleyp ella
aðrar veitslur eru. Hetta hava
vit ongantíð kunnað gjørt áður.
Seinastu fýra árini, meðan skúlin
hevur verið, hava tað heilt avgjørt
eisini verið færri konfliktir millum
etnisku bólkarnar, so kanska
vit einaferð kunnu liva ordiliga
harmoniskt saman.
– Tey siga, vit lukta illa
Operatión Dagsverk
Annika Hedegaard Isfeldt