Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2008 17 Tað er av sera stórum týdn­ ingi, at mentan er við í poli­ tiska arbeiðinum. Á um­ hvørvisøkinum, hava vit seinastu fýra árini brúkt mentan og skapandi list. Í umhvørvisvikunum, hava vit brúkt listafólk til at fáa boðskapin betur út til borgarnar. Meyla og Knøttur og seinri Jens Marni hava undirhildið børnum fleiri ferðir. Kári Jacobsen og Eyðfinn Jensen gjørdu lagið Lort í býin. Lort í býin bleiv til stór barna­ tiltøk í Norðurlandahúsi­ num, sum umhvørvisnevnd­ in stuðlaði peningaliga. Vinningar í umhvørvis­ vikunum hava m. a. verið leirlistalutir frá Guðrið Poulsen. Brennistøðin keyp­ ti listaverk eftir Guðrið Poulsen. Listaverkið er gjørt burturúr lutum funnir á tyrvingarplássinum í Sortudýkið. Tónleikarar hava spælt til ymisk umhvørvistiltøk. Mentanin hevur eisini fingið part av árliga um­ hvørvisstuðlinum. Stuðul er m. a. latin til eina barna­ bók um umhvørvi og undir­ vísing í “Re design” á Margarinfabrikkini. Eisini hava vit, saman við øðrum, latið gera undirvísingar­ tilfarið “Rusk í skúlanum”. Tekningarnar til tilfarið hevur Bárður Oskarson teknað. Hansara tekningar vórðu eisini brúktar til plakatir, portkort og t­ skjúrtur í umhvørvisvikuni 2007. Í umhvørvisvikuni 2008 vóru somuleiðis fleiri list­ arlig innsløg: Býarbóka­ savnið skipaði fyri tekni­ kapping fyri børn. Margar­ infabrikkin skipaði fyri fleiri skapandi tilboðum til børn og ung. Miðlabreytin fekk stuðul at framleiða film við umhvørvisinni­ haldi. Og tónleikarar spældu til fyrilestrarnar, sum skipað varð fyri. Í løtuni hevur Jórun Dánjalsdóttir framsýning í Snarskivuni, framsýningin er til 3. november. Jórun hevur fingið íblástur frá m. a. umhvørvispolitikkinum seinastu tíðina. Við at brúka listafólk á umhvørvisøkinum gera vit boðskapin greiðari og áhugaverdari fyri øll. Fái eg møguleikan aftur at leiða umhvørvispolitikk­ in, vil eg halda fram og menna umhvørvisøkið sam­ an við m. ø. okkara lista­ fólkum. Endamálið er ein burðardygg kommuna fyri øll. Vilt tú verða við at menna eina burðardygga kommunu, har listin er týdn­ ingarmikil, so vel lista C. Listin skal brúkast í politiska arbeiðnum valevni Javnaðarfloksins Elin lindEnskov Útvarpið bar tíðindi miku­ kvøldið 29. oktober 2008 um at “Tey ríku verða vald í teimum stóru kommunun­ um”, og hetta varð eisini lagt út á heimasíðuna hjá Kringvarpinum. Víst varð til mín og nýggju bókina Kommunupolitikkur. Eg varð satt at siga eitt sindur illa við av mátanum, sum míni orð vórðu spíssformu­ lerað, og biði kommunu­ politikarar um landið orsaka fyri at eg ikki havi orðað meg nóg greitt í viðtaluni. Sjálvandi er tað so ymiskt, hvussu væl tey eru fyri peningaliga, sum verða vald. Tað, vit síggja av tøl­ unum, er hetta: Samanbera vit politikarafjøldina sum heild og fólkið sum heild, kann tað tykjast sum um tey, ið eru væl fyri, eru betri umboðað enn tey sum ikki hava so stóra inntøku, sí talvu 1: Somuleiðis vita vit, at tað er í teimum stóru kommu­ nunum, at valevnini brúka nógvar pengar upp á valstríð­ ið – so mikið nógvar, at summi halda seg aftur av teirri grund og ikki vilja standa á lista. – Tað er ikki ein spegilsmynd av samfelagnum, sum situr í býráðunum í teimum stóru kommununum. Hetta sæst eisini av, at parturin av býráðspolitikarum við útbúgving er so høgur. Í einum fólkaræði er tað ein fyrimunur, um júst tey verða vald, sum hava best politiskt skil og best duga at umboða veljararnar. Tað eg royndi at fáa fram í viðtaluni, var, at tað eiga ikki at vera peningaligar forðingar, sum fáa fólk at aftra seg fyri at siga ja til politiskt arbeiði. BEinta í Jákupsstovu Talva 1: Húsarhaldsinntøka (í prosentum) Ársinntøka hjá húsarhaldinum Fólkið sum heild Uppstillað 2004 Vald 2004 Minni enn 250 000 kr 29 12 9 250 000 - 600 000 kr 59 67 67 Meira enn 600 000 kr 12 21 24 Í alt (N) 100 (458) 100 (393) 100 (170) Keldur: Spurnakanning millum uppstillað og vald í 2004; Hallbera West, medborgarakanning 2004 Samstundis, sum lands­ stýrismaðurin í uttanlands­ málum noktar at útflýggja uttanlandsnevndini skjøl, brúkar hann somu skjøl í flokspolitiskum spæli. Onki ber til saman við Europasamveldinum, og hitt sonevnda Álands­ modellið skulu vit gloyma alt um. Tað er eitt mantra, sum Jørgen Niclasen – saman við tjóðveldismonnum – messar upp í saman, hóast hann sambært samgongu­ skjalinum skal seta fólk at kanna, hvat ber til saman við ES. "Prógvið" hjá Jørgen Sum prógv fyri pástandi­ num um, at ein smidlig loysn saman við ES ikki ber til, hevur landsstýris­ maðurin alment boðað frá, at undanfarnir løgmenn, Anfinn Kalsberg og Jóannes Eidesgaard, hava vent sær til ES við sama spurningi. Eisini skal Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður, hava sett ES sama spurning. Allir skulu hava fingið noktandi svar. Hvar eru prógvini? Um tað veruliga er so, at almennu umboð Føroya hava verið í tingingum við ES um eitt so mikið týðandi mál, hví hevur hetta so ver­ ið hildið dult fyri almenn­ inginum? Vit mugu krevja av landsstýrismanninum, at hann dokumenterar hetta. Lat okkum fáa fakta á borðið heldur enn orðini hjá einum politikara, ið berjist ímóti, at Føroyar kunnu fáa eina smidliga loysn innan fyri ES. Hvat við at vísa okkum referatini frá fundinum, sum tú sigur, at Annfinn Kalsberg hevði við ES­ mynduleikar um at fáa Før­ oyar upp í ES eftir álendska leistinum? Lat okkum somuleiðis fáa prógvini á borðið fyri, at Jóannes Eidesgaard skal hava spurt ES­mynduleikar um tað sama. Og kom við fundarref­ eratum frá fundi, sum tú sigur, at Torbjørn Jacobsen hevur havt um sama mál. Føroya fólk vil hava svar – og røtt svar – uppá hesar spurningar. Spælir við skjøl Sum fólkavaldur og limur í úttanlandsnevndini vil eg eisini vita, hvat stendur í brævinum, sum tú hevur noktað at utflýggjað lim­ unum í uttanlandsnevndini, men sum tú kortini meinfýsin brúkar og siterar burtur úr á Fólkafloksfundi í Kollafirði herfyri. Skjøl á borðið, Jørgen. Hvar eru prógvini, Jørgen Niclasen? Løgtings- og fólkatingsmaður Edmund JoEnsEn Kringvarpið og Portal­ urin kunngjørdu herfyri, at ferðslan í Føroyum er økt munandi tey seinastu árini. Av somu orsøkum slítast vegirnir munandi og krevja meiri viðlíka­ hald og meiri játtan til viðlíkahald av lands­ vegunum Í hesum sambandi havi eg hug at koma við nøkrum hugleiðingum. Hví hava okkara lands­ politikkarar so ringt við at taka seg saman um at koma við onkrum skilagóð­ um uppskoti, sum gagnar øllum Føroya landi. Ella eitt uppskot, sum gagnar Palleba og Marsannu, sum alt ov ofta standa við sviðu­ soð, tí politikararnir tykj­ ast, alt ov ofta, ikki at duga sær hógv, men tykjast hugsa meiri partapolitiskt og tað, sum er best fyri teirra flokk. Til dømis eitt uppskot um broyting av vegskatta­ skipanini. Tað kundi verið gjørt upp á ein nógv skilabetri máta enn við teirri núver­ andi skipan. Man kundi kravt vegskattin gjøgnum brennievnið. So hvørja ferð man bunkraði akfarið, so fór eitt ávíst gjald til vegskatt. Tað eru fleiri fyrimunir við hesum: 1: Á henda hátt hevði Ak­ stovan spart nógva umsiting­ arliga orku. Í núverandi skipan kannar Akstovan, hvørji akfør skylda veg­ skatt. Hettar verður gjørt tvær ferðir um árið. Er tað so, at ein eigari av einum akfari ikki hevur eina "fastgjaldsskipan" gjøgnum bankan, so fær eigarin eina rokning sendandi. Hevur eigarin ikki gold­ ið, so fær hann ein rykkj­ ara, síðani 2. rykkjara og so 3. rykkjara. Um so er at viðkomandi framvegis ikki hevur gold­ ið, so sendir Akstovan eitt skriv til lokalu løgregluna við áheitan um at taka nummarspjøldrini. (er tað eitt akfar í Eysturoynni, sum skyldar veskatt, so fær løgreglan í Eysturoynni sakina til viðgerðar o.s.fr. Mitt í øllum so hevur viðkomandi kanska goldið vegskattin, og Akstovan má senda enn eitt skriv til løgregluna um at strika tøku av nummarspjøldur­ unum, tí viðurskiftini eru fingin í lagi. Sum tit síggja, so krevur tað nógva óneyðuga um­ sitingarliga orku og tíð hjá Akstovuni at halda skil á. 2: Løgreglan hevði eisini verið nógv spard, og kundi nýtt tíðina til okkurt skila­ betri, enn at leita eftir nøkr­ um plátum at klippa. Sum omanfyri nevnt, so kann viðkomandi hava gold­ ið vegskattin, meðan løgregl­ an leitar eftir nummarspjøld­ runum. Tað tekur sína tíð at bóka eitt gjald, og tí kann tað koma fyri, at løgreglan "av órøttum" klippir spjøld­ rini av einum akfari. 3: Landsverk hevði sloppið undan at goldið ómaks­ gjald til Akstovuna fyri tað umsitingarliga arbeiðið, sum er av teirri núverandi skipan. 4: Økta ferðslan, sum Kringvarpið og Portalurin kunngjørdu hendan dagin, eru helst tey útlendsku akførini, sum á hvørjum árið í hópatali koma á okkara leiðir. Við skipanini eg tosi um, høvdu øll útlendsk akfør verið við til at goldið vegskatt. Meira peningur hevði verið til at víðlíkahalda vegirnar við, tí Landsverk hevði fingið vegskatt frá útlendsku akførunum. Eisini er vert at nevna tann pening, sum Landsverk hevði spart fyri ómaksgjald til Akstovuna. 5: Bankanir høvdu helst eisini verið fegnir um eina tílíka skipan, sum í dag kanska fyllir alt ov nógv í teirra dagliga arbeiði. 6: Munurin á vegskatti á benzin­ og dieselakførun­ um hevði verið tileinkis­ gjørdur. Í dag er tað dýrari at hava eitt dieseldrivið akfar standandi í túninum, hóast nærum eingin munur er á liturprísunum á benzin og diesel. 7: Tann meinigi føroyingurin "hevði sloppið undan eini eykarokning" og samstundis sloppið undan at gloymt at goldið vegskatt. Givið er, at hjá summum, serliga barna­ familjum og pensionistun­ um, er tað kanska tungt at skula gjalda vegskattin og velja tey kanska tí viðhvørt at síggja burtur frá rokning­ ini, og útseta tað, til tey hava ráð. Eitt gott ráð: stovnið eina fíggjarkonto, so eru ongantíð trupulleikar hes­ um viðvíkjandi. Alt í alt høvdu fleiri stovnar spart sera nógva umsitingarliga orku við hesum. Tann meinigi føroyingurin hevði fingið eina betri tilveru, tí ongin ógoldin "eykarokning" lá og tyngdi sinni. Vælsignaðir landspoli­ tikkarar, takið tykkum saman og leggið ikki so nógva orku í, um tað er andstøðan, samgongan ella ein ávísur flokkur, sum leggur fram eitt betri upp­ skot, enn tit sjálvir, ella "fáa heiðurin" fyri upp­ skotið. Fegnist heldur um uppskotið, um tað er gagn­ ligt fyri Føroya fólk, sum hóast alt hevur valt tykkum at umsita okkara land. p.s. minnist meg rætt, so tosaðu nærum øll valevnini um at avtaka mvg og avtaka/minka oljuavgjaldið fyri at lætta um korini hjá barnafamiljunum og pen­ sionistunum. Hvat gera tit nú, nú tit sita har og hava møguleikan at gera tað? Við virðing og vón um, at tit taka hettar skrivið til eftirtektar. 485 Skálafjørður sigmund p. pEtErsEn Tøl mugu tulkast við hógv Krevjið inn vegskattin sum gjald á brennievni viðmerkingar