Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 • 31. oktober 2008 Vikuskifti 17 Í hesi fyrstu greinini hjá mær av trimum tilsamans í sambandi við, at amerikanska forsetavalið stendur á skránni um eina slaka viku, fari eg at at tosa um, hví teir smærru flokkarnir í USA ikki hava nakran møguleika at fáa sítt forsetavalevni valt, og hví teir amerikonsku veljararnir ikki eru eins raskir og føroyingar við at fara á val. Eg nerti við í stuttum, hví eg ikki hevði valt nakran av teimum størru flokkum í USA, og eg vísi á, at eg heldur hevði valt ein av smærru flokkunum framum tað at seta krossin við Obama ella McCain. Eg vísi eisini á, at um eg ikki hevði valt nakran av teimum smærru flokkunum, so hevði eg als ikki farið á val. Í tí næstu greinini hjá mær komi eg nágreiniliga inná, hví eg ikki stuðli demokratunum ella republikanarunum, men tó grundgevi eg fyri í hesi seinnu greinini, hví eg heldur hevði valt demokratin Obama enn republikanaran McCain, um eg varð noyddur til at velja eitt av høvuðsvalevnunum til valið týsdagin 4.novembur. Í triðju og síðstu greinini fari eg at nerta eitt sindur við ”Proposition 8” valið, sum eisini verður tann 4.novembur, og sum hevur ógvuliga stóran áhuga millum manna í California, og sum serliga her í økinum, sum eg búgvi í í San Diego, hevur nógv størri áhuga millum fólk á gøtuni, enn hvat forsetavalið hevur. Politiska mentanin í USA orsøkin til, at teir smærru flokk­ arnir ikki kunnu fáa sítt umboð valt í tað Hvíta Húsið. Dagarnir hjá George W. Bush sum amerikanskur forseti eru við at verða taldir, og komandi týsdag skulu amerikanskir ríkisborgarar til val fyri millum annað at velja nýggjan amerikanskan forseta. Tað er ógvuliga sannlíkt, fyri ikki at siga heilt vist, at nýggi amerikanski forsetin kemur at eita antin Barack Obama ella John McCain, og í skrivandi løtu tori eg at gita, at vinnarin av hesum báðum kemur at vera demokratiska forsetavalevnið Barack Obama. Spurningurin er so, hvørjum av hesum báðum forsetavalevnum eg skal halda við. Fyri at svara hesum spurningi vil eg fyrst av øllum siga, at eg, um eg fekk møguleikan til at valt, so hevði eg valt hvørgan, men heldur ein triðja flokk/eitt triðja valevni. Eg meti, at bæði tann demokratiski flokkurin og tann republikanski flokkurin hava ímillum ár og dag víst, at teir ikki eru verdigir at sita við valdið, og at tíðin nú er komin til, at flokkar sum tann liberterianski flokkurin ella tann grøni flokkurin fyri tann saks skuld eiga at sleppa til valdið. Eg komi nærri inná í næstu greinini, hví eg ikki meti hvørki tann demokratiska ella tann republikanska flokkin at vera verdigan at sita við valdinum. Tó so er tað ógvuliga lítið sannlíkt, at nakar av hesum smærru flokkunum kemur at fáa serligar nógvar atkvøður til forsetavalið. Eg havi nú verið í USA í meira enn tveir mánaðir, og nú valstríðið av álvara er við at harðna, síggi eg framvegis ongan á gøtuni, ið roynir at fáa veljararnar til at velja ávikavist tann libertarianska ella tann grøna flokkin, og tá eg havi spurt onkran veljara á gøtuni, um teir ikki fara at velja onkran av teimum smærru flokkunum, so siga teir bara, at tað fara teir ikki, tí tað er at blaka sína atkvøðu burtur, av tí at teir smærru flokkarnir ongan møguleika hava at fáa sítt umboð valt sum nýggjan amerikanska forseta. Eg havi fyrr víst á fyrimunir við tí valskipan, sum er galdandi her í USA (First past the pole), men akkurát í hesum føri v.v. tí at eingin fer at atkvøða fyri teimum lítlu flokkunum, tí teir ongan møguleika hava fyri at verða valdir, er ein av vansunum við First past the pole skipanini. Teir stóru flokkarnir í USA, tann demokratiski og tann republikanski flokkurin, eru so sterkir her, at aðrir flokkar ikki so frægt sum fara út á gøtuna fyri at føra síni sjónarmið fram, og hetta er mikið spell, tí er tað nakað, sum ein fólkaræðisligum samfelag tørvar, so er tað at hava eitt stórt tal av politiskum flokkum, ið bjóða seg fram fyri at taka við stýrinum. Um First past the pole skipanin varð innførd í Føroyum, so vænti eg tó ikki, at hon hevði gjørt enda á alt ov nógvum flokkum, tí í Føroyum hevur tann poltiska mentanin í nógv nógv ár verið hon, at tú hevur havt fýra stórar flokkar, sum allir hava sínar kjarnuveljarar, og tað vænti eg hevði eisini verið galdandi eftir, at ein eventuell First past the pole skipan hevði verið innførd í Føroyum. Í versta føri vænti eg, at teir smáu flokkarnir í Føroyum so sum Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin høvdu sitið eftir við svartaperi, varð ein slík skipan sett í verk, og í besta føri høvdu vit við at sett First past the pole skipanina í verk eventuelt fingið eina siðvenju fyri blokkpolitikki í Føroyum. First past the pole skipanir hava vanliga eina siðvenju fyri blokkpolitikki við sær, og hetta hevði verið ein siðvenja, sum veljarar sum eg høvdu verið serstakliga glaðir fyri, av tí at vit vita, hvussu tað er at atkvøða fyri einum flokki, tí man veruliga stuðlar sjónarmiðunum hjá viðkomandi flokki, fyri síðan at verða vónbrotin av hesum sama flokki, av tí at hann fer í samgongu við eitt nú tí hopleysa Sambandsflokkinum. Fyri at venda aftur til USA, so meti eg, at tann politiska siðvenjan/mentanin við at hava tveir stórar flokkar er somikið sterk og torfør at broyta, at tað fer at verða torført hjá lítlum flokkum nakrantíð at sleppa fram at valdinum í Hvítu Húsunum. Í USA hevur tað altíð verið tveir flokkar, sum hava skift um valdið, og soleiðis kemur tað at verða, um ikki tann amerikanska valskipanin (First past the pole) væl at merkja verður broytt ­ og tað verður hon neyvan, tí amerikumenn eru somikið glaðir fyri hesa valskipan, ella somikið vanir við hana, og sómikið ókunnigir við ta evropeisku Tann knústi amerikanski dreymurin Forsetaval Jens Hákun G. Leo stjórnmálafrøðilesandi á San Diego State University Partur 1 av 3: Politisk mentan og lág valluttøka í USA ➘ John McCain og Barack Obama