fríggjadagur 31. oktober 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 210 - 31. oktober 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Føðingar
19. oktober fingu Ata W. Høgnadóttir og Heini Harryson í
Århus ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3720 gr.
19. oktober fingu Rannvá Jacobsen og James við Brúgv,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4000
gr.
19. oktober fingu Betelhem Takele Ludvig og Rógvi
Ludvig, Kvívík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði
3760 gr.
20. oktober fingu Sóley í Selvindi og Atli Nattestad, Stren
dur, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3000 gr.
21. oktober fingu Elisa Abrahamsen, Streymnes og Edvard
Müller, Kvívík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði
3875 gr.
21. oktober fingu Elisabeth og Jóhan á Lakjuni, Fugla
fjørður, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3550 gr.
22. okt fingu Margretha Joensen & Anders Larsby, Keyp
mannahavn, ein son. Hann vigaði 4115 og var 52 langur.
Hann eitur Mattias Larsby.
23. oktober fingu Anna Maria úr Hørg og Elnar Niclasen,
Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3600
gr.
23. oktober fingu Diana Andreassen og Hans Kristian A.
Abrahamsen, Oyri, ein son. Hann var 56 cm. langur og
vigaði 4100 gr.
24. oktober fingu June Jónsveinsdóttir og Trygvi Jóhanson,
Leirvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3095 gr.
25. oktober fingu Sólgerð Andreasen og Rói S. Patursson,
Vestmanna, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3280
gr.
27. oktober fingu Gunnleyg T. Danielsen og Sean Ian
Wraae, Toftir, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði
3200 gr.
27. oktober fingu Marjun T. Magnussen og Heini Gaard,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4250
gr.
90 ár
Mánadagin 3. nov. fyllur Astrid Vørðhamar, Fuglafjørður 90
år. Føðingardagurin verður hildin í Vesturstovu frá kl. 17.00.
Øll eru vælkomin.
80 ár
Allahalgannadag 1. november fyllir Marna Nolsøe Joensen
á Eiði 80 ár. Dagurin verður hildin í EB húsinum frá kl.
10.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
25 ára
starvsdagur
1. november hevur
Tummas Joensen,
Skáli arbeitt sum
maskinmeistari á
Fossáverkinum í
25 ár.
-har
tað hendir
Leygardagin 1. november
fyllir Marna Joensen á Eiði
80 ár.
Tað er so løgið sum ein
kann koma at kenna fólk. Ì
mínum gamla arbeiði kom
eg javnan á fundi í fiski
vinnustovuni.
Har kom eg fyri 30 árum
síðani at kenna Óluvu, dótt
ir Marnu. Hon var “bitin”
av fiski, so hon var løtt at
koma at kenna. Síðan kom
eg at kenna Marnu og Jákup
og
Sannilenu,
mammu
Marnu. Hetta er blivin ein
rættuligur vinskapur. Tað
merkir, at tað verður ikki
farið til Eiðis at vitja ver
foreldrini uttan at fara inn
til Marnu og Jákup, har eg
kenni meg sum húsfólk.
Marna er ættað av Tvør
oyri, dóttir Óla hjá Pola
Nolsøe og Sannu Helenu f.
Djurhuus,
sum
var
úr
Sumba. Óli doyði uppá seg
ungur, men Sannilenu rest
aði bert nøkur ár í 100.
Sannilena var eitt rættuligt
skilafólk, sum tað eisini var
ein fragd at kenna og at vitja
á Tvøroyri. Hon var fødd
sama dag sum enska drotn
ingamamman, sum gjørdist
meira enn 100 ár. Sannilena
fekk onkuntíð føðingardags
heilsan frá henni.
Marna vaks upp í granna
lagnum hjá Ragnhild og Pet
ur Mohr Dam. Elsta dóttirin
Bjarma var nakað yngri enn
Marna, so børnini í báðum
húsum gingu inn hjá hvørj
um øðrum, og tað hevur
alla tíðina verið góð viður
skifti millum húsini. Hetta
hevur givið Marnu innlit í
og áhuga fyri samfelagsvið
urskiftum og eina politiska
sannføring, sum ikki verður
rokkað!
Undir krígnum vóru fólk
rædd fyri at búgva á stór
plássum vegna vandan fyri
bumbuálopum.
Tá
fór
Marna til ættarfólk i Sumba
at vera. Hon gekk eisini í
skúla í Sumba, og ein av
lærarunum var Arnold Niel
sen, sum eitt skifti var í ting
inum fyri sambandsflokkin.
Marna fór aftur til Tvør
oyar í 1943, tá ið hon skuldi
konfirmerast. Presturin var
Erik Mejdahl. Hann var
pápi Christian Mejdahl,
sum var formaður fyri fólka
tinginum fram til seinasta
val. Marna kom eisini heim
til teirra sum smágenta, og
hon hevur enntá sitið undir
fyrrverandi fólkatingsfor
manninum!
Tey hava hitst fleiri ferðir
síðan tá og hava prátað um
hesa góðu tíðina á Tvør
oyri.
Aftaná skúlatíðina arbeiddi
Marna í handlinum hjá pápa
sínum, sum var áfast teirra
húsum. Hon plagdi at vera
arbeiðsgenta, sum vanligt
var hjá gentum tá í tíðini.
Hon passaða Siggu, konu
sýslumannin Eiler Djurhuus,
upp við trimum av teirra
børnum.
Í 1954 fór Marna at ar
beiða á sjúkrahúsinum á
Tvøroyri.
Suðuroyakona á Eiði
Í 1955 giftist hon við eiðis
mamninum Jákupi hjá Elly
og Edvard í Skoruni.
Spurningurin
er
so,
hvussu ein genta av Tvør
oyri finnir saman við einum
eiðisdrongi!
Jú, fyri mongum árum
síðani fekk N. J. Mortensen
á Tvøroyri sær úthandil á
Eiði. Hann sendi Olivur
Øster norður at stjórna hon
um. Hann var ommubeiggu
Marnu, og Marna plagdi at
fara norður til Eiðis at ferð
ast hjá ommubeiggjanum.
So er lætt at gita restina!
Tað sigst, at aftanfyri ein
góðan mann er eisini ein
góð kona. Hetta er líka so
nógv eisini øvugt.
Jákup hevur verið ein rætt
ur fiskimaður. Hann fór til
skips sum ungur við Aust
erlitz eins og so nógvir aðrir
eiðismenn. Hann arbeiddi á
loranstøðini í nøkur ár, men
í 1972 keypti hann saman
við øðrum Norðsøka og
gjørdist ein av okkara bestu
útróðrarmonnum. Jákup hev
ur eisini arbeitt fyri útróðra
menn í Eiðis Útróðrarfelag
og Meginfelag Útróðrar
manna. Fyri einum 11 árum
síðan varð Norðsøki seldur,
men framvegis egnir Jákup
fyri sín gamla bát.
Marna hevur havt “full
time” arbeiði sum fiski
mannakona, og hon hevur
skapað eitt dygdarheim, har
øll kenna seg væl, so blíð tey
bæði eru. Hon hevur verið
ein framúr stuðul hjá Jákupi,
og er hon ein av teimum
mongu fiskimannakonunum,
sum hava verið og eru
mergurin í samfelagnum.
Sigast kann um Marnu,
at hon er trúføst. Hon minn
ist
hvønn
føðingardag.
Marna er eisini sera vitandi,
og hetta er mangan komið
mær sjálvum til gagns. Men
at hon er suðringur fornokt
ar seg ikki. Hetta er bert ein
eyka sjarma!
Tey bæði Marna og Jákup
hava nógv áhugamál. Tey
hava verið við í fráhalds
arbeiði og hava tískil eisini
eina greiða støðu á tí
økinum.
Eisini eru tey sera virkin í
tí norðurlendska arbeiðinum,
sum fer fram á Eiði. Tey eru
eisini javnan við á teimum
vinarbýarstevnum, sum eru í
hinum
norðanlondunum.
Tær seinastu ferðirnar hava
tey sagt, at hetta var seinasta
ferðin. Men tey hava aftur
verið í ár, og tað skal ikki
undra, um tey fara næstu ferð
eisini, um heilsan verður.
Tískil hava tey ein stóran
vinaskara ikki bert heima í
Føroyum, men eisini ymsa
staðni
í
Norðurlondum.
Nógv hava eisini búð hjá
teimum, tá ið Eiði er vertur.
Størsta
føðingardagsgávan
Størstu føðingardagsgávuna
fekk Marna hendan dagin,
EB/Streymur gjørdist før
oyameistari í fótbólti. Tað
gjørdi ikki gleðina minni, at
ein ommusonur var á vinn
andi liðnum. Onnur ommu
børn hava eisini verið við at
vinna í øðrum liðum í ár.
Annars er Marna errin um
øll ommubørnini, og hon er
ein ordilig ungamanna. Børn
ini og ommubørnini verða
móttikin við opnum ørmum,
og tað er ofta, at onkur teirra
eru á gátt. Har er einki, sum
eitur
“generationskløft”.
Marna er ikki minni errin av
langommubørnunum,
sum
nú eru byrjað at koma.
Ynskt
verður
Marnu
hjartaliga tillukku við teim
um 80 árunum.
ó.
Marna Joensen 80 ár
Hesi bæði „gomlu“ Jákup og Marna á ferð kring landið