fríggjadagur 31. oktober 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 • 31. oktober 2008
Vikuskifti
18
”lutfals-valskipanina”, at teir
ikki somikið sum droyma at seta
hana úr verk til frama fyri eina
valskipan, sum minnir um hana í
Danmark. Staðfestast kann tí, at
USA ikki er landið fyri tey, sum
trúgva uppá, at tann libertarianski
ella tann grøni flokkurin skulu
vinna forsetavalið. Hesi hava
onga orsøk til at trúgva uppá
sínar flokkar, og tá kann onkur
spyrja seg sjálvan, hvat bleiv av
tí amerikanska dreyminum, tí er
tað nakað, sum tann amerikanski
dreymurin leggur dent á, so er
tað tað, at øll, og harumfarmt
eisini tann einstaki, skulu hava
møguleikan til eydnu.
Amerikumenn
tíma ikki á val, tí at
demokratarnir og
republikanarnir eru
ov líkir
Sostatt er tað stutta av tí langa
tað, at eg nokk hevði stuðlað
einum av teimum smærru
flokkunum her í USA, um eg hevði
sloppið at valt, men møguleikin
fyri at hesin flokkur hevði verið
valdur, er somikið lítil, at eg nokk
hevði skulað umhugsað at valt
antin tann demokratiska ella
tann republikanska flokkin, um
eg ætlaði mær á val, og um eg
væl at merkja hevði havt rætt
til at farið á val her í San Diego,
har eg eri staddur í skrivandi
løtu. Síðan eg meti, at tað er
at blaka mína atkvøðu burtur
at atkvøða fyri tí republikanska
ella tí demokratiska flokkinum,
so hevði eg allarhelst neyvan
farið á val, um eg hevði havt
valrætt her, og um eg hevði verið
noyddur at valt ímillum McCain
ella Obama, og soleiðis munnu
tað vera mangir amerikumenn,
sum hugsa. Tað er soleiðis,
at tað hevur í nógv ár verið
siðvenja í USA, at valluttøkan er
serstakliga lág, og hóast tað væl
kann vera, at valluttøkan verður
hægri hesuferð, so tori eg at gita,
at hon framvegis ikki verður í
námind eins høg, og vit eru von
við frá teimum vesturevropeisku
londunum.
Tað er ilt at koma við einari
einfaldari frágreiðing uppá, hví
so lutfalsliga fáir amerikumenn
fara á val, men eg loyvi mær at
gita, at tað er tí, at tá ið alt kemur
til alt, so eru teir stóru flokkarnir
ikki so ólíkir, sum summi munnu
halda. Báðir flokkarnir vilja hava
so nógvar veljarar sum gjørligt,
og tað merkir, at báðir flokkarnir
leita inn móti miðjuni politiskt
sæð, tí tað er við at vera har,
at teir kunnu vænta sær at fáa
tær flestu atkvøðurnar. Tó so
var valið i 2004 eitt undantak, tí
tá komu veljararnir á tí kristna
konservativa veinginum at spæla
ein avgerandi leiklut til fyrimunar
fyri Bush forseta, eftirsum at
Bush forseti hevði fiskað eftir
atkvøðunum úti á tí, sum verður
rópt ”høgravongurin” í USA. So
báðir flokkarnir fiska vanliga
eftir teimum somu veljarunum,
og hetta hava teir gjørt í mong
ár, og av hesi orsøk koma teir
at verða rættiliga líkir. Tá ið so
annar av flokkunum vinnur valið
og fær sítt forsetavaleni til valdið
í teimum Hvítu Húsunum, so
noyðist viðkomandi flokkur og
tess forsetavaleni framvegis at
hugsa um veljaran, í øllum førum
í ein ávísan mun við tað at hesin
flokkur og tess forsetavalevni
ein dag skal stillast til svars
fyri veljaran og svara fyri tað,
hann hevur gjørt í teimum Hvítu
Húsunum tey fýra árini, hann
hevur sitið við valdinum, og av
hesi orsøk kann viðkomandi
flokkur og forsetavalevni tess
ikki gera tað, sum teimum lystir,
tí annars verða teir revsaðir av
veljarunum, og hetta merkir, at
teir missa veljararnar á miðjuni,
sum heldur fara at velja hitt
forsetavalevnið, og soleiðis
gongur tað sum ein vindmylla
áratíggju eftir áratíggju.
Alt hetta merkir, at teir stóru
flokkarnir í USA mugu laga seg
eftir teimum mongu veljarunum
á miðjuni bæði undan vali og
undir teimum fýra árunum, annar
av flokkuinum/forsetavalevnum
eventuelt situr við valdinum í
teimum Hvítu Húsinum, og tískil
kann tað tykjast fyri mongum,
sum um at báðir flokkarnir eru
rættiliga líkir, og hetta var eisini
fatanin eg og mangir av mínum
amerikonsku floksfeløgum her
yviri fingu, tá ið vit sótu og
hugdu at varaforsetasjónvar
psdystinum millum Biden og
Palin, og tá vit hugdu at triðja
forsetasjónvarpsdystinum
millum Obama og McCain. Á
onkrum økjum var munur millum
valevnini, men í tí stóra og tí
heila kann eg ikki siga nakran
vera ringan fyri, um hann ella hon
helt, at valevnini, í øllum førum
retoriskt sæð, vóru rættiliga lík,
og tí vil eg pástanda, at hetta
man vera orsøkin til, at nógvir
amerikumenn heldur sita heima
enn at fara á val, tí tað kann gera
tað sama, hvønn tú velur, tí bæði
valevnini eru rættiliga lík, og tað
loysir seg ikki at velja eitt triðja
valevni.
T.d. um vit hyggja at økjum,
har bæði McCain og Obama eru
líkir, so kann eg vísa á, at báðir
tveir sita í Senatinum, og har
atkvøddu báðir tveir fyri Bailout-
ætlanini, sum í stuttum hevur til
endamáls at bjarga nógvum av
amerikonsku bankunum. Harvið
vóru báðir jaligir fyri, at tann
amerikanski staturin skuldi bjarga
privatum bankum, og harvið kann
man í hesum føri siga, at McCain
ikki var longur til høgru enn
Obama. Tað verður vanliga sagt
í Føroyum, at republikanararnir
eru teir høgrasinnaðu, meðan
demokratarnir eru teir vinsta-
sinnaðu, men í hesum føri var
altso sum sagt eingin munur
á valevnunum báðum. Eisini
vil hvørgin av valevnunum
báðum taka hermenninir heim
úr Miðeystri. T.d. so vil Obama
raðfesta øðrvísi enn Bush jr
og flyta hermenn úr Irak til
Afghanistan, so eingin kann koma
og siga, at Obama er radikalt
øðrvísi enn MCain og Bush á tí
uttanríkispolitiska økinum, og
at hann er ein friðarsinnaður
”hippie”, tí hann vil eins og
republikanararnir raðfesta tað at
hava hermenn í Miðeystri.
So tað stutta av tí langa er,
at tú broytir einki amerikanskt
samfelag við at fara á val, og
eisini hetta er mikið spell, tí í
einum samfelag, ið skal eitast
at hava sum grundarlag at
vera fólkaræðisligt, er tað ein
mótsøgn, at veljarin ikki kennir
seg at kunna broyta nakað við
at nýta sín atkvøðurætt, ið jú
vanliga verður nýttur til at broyta
samfeløg við. Eisini her kann
onkur spyrja seg, hvat bleiv av
tí amerikanska dreyminum, ið
jú leggur dent á eydnuna hjá tí
einstaka og harvið rættin hjá tí
einstaka til at avgera sína eydnu
við at velja tað umboð, ið kann
vera til frama fyri eins eydnu.
Hóast tað kann tykjast sum
at spilla sína tíð at fara á
forsetaval her yviri, so vil eg
tó siga, at sjálvandi kann man
altíð grundgeva fyri tí at fara á
val orsakað av grundleggjandi
fólkaræðisligum orsøkum. Um øll
hugsaðu á tann hátt, at tað loysir
seg ikki at fara á val, tí valevnini
eru so lík, so hevði eingin farið
á val, og so vil eg pástanda, at
tann fólkaræðisliga skipanin,
vit hava, skjótt hevði komið í
eina vandastøðu, og hetta hevði
sjálvandi ikki verið ein góð støða
at komið sær í, tí er tað nakað, vit
eiga at fjálga og seta prís uppá,
so er tað tann fólkaræðisliga
skipanin við møguleikanum fyri
at fara á val av og á, og tí vil tað
altíð vera ein hátíðardagur, tá
val er, tí tað er tá, veljarin verður
settur í hásæti og verður hoyrdur.
Veljararnir vísa sína
ónøgd við ikki at fara
á val
Eg vil tískil pástanda, at tað er