Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2008 19 Erling Joensen, í Grót­ inum, Klaksvík, and­að­ ist mikukvøld­ið á Klaks­ víkar sjúkrahúsi, 58 ára gamal. Anna Kristina Dam Schultz, ættað úr Vest­ manna, búsitand­i í Albertslund­, and­aðist mikud­agin 22. oktober, 73 ára gomul. Jarðar­ ferðin verður úr Glo­ strup kirke leygard­agin 1. november klokkan 12.30. Andlát og jarðarferðir Tøkk Eg takki hjartaliga øllum tykkum, sum komu at heilsa upp á meg á 90 ára føðingardegnum 24. juli. Eisini takki eg fyrireikarunum og tykkum, sum ringdu. Bestu heilsanir Tórir Thomsen, Norðragøta Dagurin 31. oktober. Upphav trúbótar Luthers. Eftir trúbótina koma, sum vera man, eingi nýggj halgimenni upp í álmanakkarnar, men luthersku álmanakkarnir varðveita tey gomlu nøvnini og taka eisini við tey nýggju katólsku nøvnini. So verða eisini ymiskar søguligar hend­ingar nevnd­ar. Til d­ømis verður 31. oktober eisini hild­in til minnis um at Martin Luther setti 95 setningar upp á slotskirkjud­yrnar í Wittenberg. 1. november. Alla halganna dagur. Longu í aðru øld­ var siður at hald­a minningard­agur hjá hvørjum einstøkum blóðvitni á d­eyðad­egnum, men umleið ár 350 varð samtykt at hald­a minningard­ag fyri øll ein d­ag í árinum, og var hann fyrsta sunnud­ag eftir hvítusunnu. 2. oktober. Alla sálna dagur. Umleið ár 1000 kemur í tann siður at hald­a minningard­ag fyri øll, sum farin vóru, og als ikki bara fyri halgimennini. Leygard­agin 1. novembur 2008 hevur Birita Thorleifs­ son 30 ára starvsd­ag á Ad­vokatskrivstovuni á Frúu­ trøð. Birita vaks upp úti við Grønland­svegin í Havn. Eftir lokna skúlagongd­ fór hon í skrivstovulæru á Ad­vokatskrivstovuni, ið tá húsaðist í Niels Wintersgøtu. Síðani hevur hon tikið útbúgving sum ad­vokat­ skrivari. Seinastu nógvu árini hevur hon tikið sær av bók­ hald­inum á Ad­vokatskriv­ stovuni. Birita er elst av trimum d­øtrum hjá Ragnu og Martin Thomsen. Birita er gift Kristiani Thorleifsson. Tey búgva í Purkugerði í Havn og eiga børnini Dann (24 ár) og Ragnheiður (14 ár). Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Jóhannes Øregaard doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Siloa. Tøkk til øll tykkum mongum, sum fylgdu honum til gravar. Ein serstøk tøkk til heimahjálparar og heimasjúkrasystrar, sum vóru um hann tey seinastu árini. Eisini takka vit starvsfólkunum á Eysturoyar Ellis- og røktarheimi og á Giljargarði. Vinarlig heilsan Karolina, Maria, Rikka og Elisabeth v/fam. nøvn 29. sept. í ár eru 10 ár síðani Ælabogin sá d­agsins ljós. Ælabogin er orkestur mann­ að við 23 tónleikarum við menningartarni. Hetta ítriv­ ið hevur verið, og er, til mikla gleði fyri okkum tón­ leikarar og okkara nærum­ hvørvi. Orkestrið hevur framført tónleik og sett ser­ stakan d­ám á manga veitslu og tiltøk gjøgnum árini. Ælabogin hevur eisini lut­ tikið á hornorkesturstevnum kring land­ið. Seinast var á Tvøroyri í mai mánað í ár. Tað var Sámal Bláhamar, sum setti startskotið til Æla­ bogan. Á ferð í Noregi í 90’unum sá hann Lille­ hammer korpsið framføra tónleik. Hetta er eitt orkest­ ur, við tónleikarum við menningartarni. Hann var so hugtikin av framførsluni, at hann setti seg í samband­ við røttu persónarnar, fyri at fáa eitt líknand­i orkestur á beinini í Føroyum. Væl gekk, tí stutt eftir vóru góð­ ar kreftir í gongd­ við fyri­ reikinum her. Við avbera góðum stuðli frá Napoleon Nolsøe, sum tá var kvøld­­ skúlaleiðari, fóru Brand­ur Øssursson og Annika Høj­ gaard­ til verka við fyrireik­ ingunum. Árið eftir fekk Ælabogin eina rúgvu av ljóðførum frá júst sama ork­ estrinum, sum Sámal Blá­ hamar hevði upplivað í Nor­ egi. Og síðani tá hevur Æla­ bogin stórtrivist, til gagns fyri alt Føroya land­. Orkesturleiðarar seinnu árini hava verið Annika Høj­ gaard­, Eirikur Skála og Katrin Jørgensen. Fyri megnar avrik menningar­ tarnaðum at frama, fekk Annika herfyri hand­að ÁRSINS HERÐAKLAPP frá Javna. Tónlistarliga hevur Æla­ bogin ment seg væl síðan byrjan. Við serligum ped­a­ gogiskum snild­um, hava orkesturleiðararnir víst, at tað er møguligt hjá ØLLUM at spæla tónleik. Seinnu árini hava tey nýtt serlig lit­ kort, sum symbol fyri ávísar tónar. Hetta hevur verið til stórt gagn hjá teimum tón­ leikarum, sum ikki kunna lesa nótar. Til at hátíðarhald­a, at tað nú eru liðin 10 ár, skipar Ælabogin fyri stórfingnari konsert í Müllers Pakkhúsi sunnud­agin 2. november kl. 16, har umframt serstaka tónleikauppliving eisini verða røður og okkurt til góman. Kostnaður kr. 50. Tað hevði glett okkum, um tit vilja hátíðarhald­a d­agin saman við okkum. Ælabogin 10 ár 30 ára starvs- dagur á Advokat- skrivstovuni Lesið -so eru tit við!