fríggjadagur 31. oktober 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 • 31. oktober 2008
Vikuskifti 19
týdningarmikið at fara á val sum
heild, men at vit mugu skilja
tann amerikanska veljaran, tá
hann heldur vil sita heima enn at
fara á val, av tí at tað kann vera
líkamikið, hvønn hann velur, av
tí at valevnini eru somikið lík.
Hetta, tað ikki at fara á val, kann
eisini vera ein góður háttur hjá
amerikanska veljaranum at vísa
sína ónøgd uppá, tí tá sendir
hann eini boð út til amerikanska
samfelagið um, at hann vil
ikki fara á val, tí at hann hevur
ikki nóg breitt úrval at velja
ímillum, og hetta er sjálvsagt
ein trupulleiki fyri eitthvørt
fólkaræðisligt samfelag, tí er tað
nakað, sum er týdningarmikið fyri
eitt fólkaræðisligt samfelag, so
er tað at hava eitt breitt úrval av
flokkum at velja ímillum. Hinvegin
so meti eg tað vera eitt sera
jaligt tekin fyri eitt demokratiskt
samfelag, tá veljarar vísa sína
ónøgd við ikki at fara á val, tí tað
er tann størsta ónøgdin, ein kann
vísa móti eini skipan, og eg vildi
mett, at tá luttøkan til eitt val í
einum demokratiskum samfelag,
sum USA nú einaferð er, er niðri
á 50 %, so er tað eitt greitt tekin
um, at teir einstøku veljararnar
eru ónøgdir, og at broyting
onkursvegna má til fyri at tekkjast
veljarunum, tí er tað nakað, sum
eitt demokratiskt samfelag ikki
kann tola, so er tað tað, at meira
enn helmingurin av veljarunum
eru ónøgdir og sita við hús ferð
eftir ferð, tá val er á skránni. So
tá amerikonsku veljararnir sita við
hús, tá val er, so meti eg tað vera
eitt jaligt tekin, tí soleiðis kunnu
teir gera vart við sína ónøgd, men
tá teir ferð eftir ferð sita við hús,
tá val er, so hevur amerikanska
samfelagið ein trupulleika.
Onkur kann nú siga, at teir
amerikonsku veljararnir kunnu
gera vart við sína ónøgd við at
velja onkran annan flokk, eitt nú
hin stóra flokkin, sum teir hava
møguleika fyri at velja, men av tí
at hesin flokkur til eina og hvørja
givna tíð ikki vil vera serliga
ólíkur í mun til hin stóra flokkin,
so fær veljarin betur gjørt vart
við sína ónøgd við at sita heima.
Her kunnu vit samanbera við
Føroyar, sum hava eina ”lutfals-
valskipan”. Tá ið tann føroyski
veljarin er ónøgdur, so velur hann
onkran annan flokk, tí í Føroyum
er lutfalsliga fleiri flokkar at
velja ímillum í mun til USA, og
sum hava møguleika til at gera
sína rødd galdandi, eftir at val
hevur verið á skránni. Tí hevur
siðvenjan í Føroyum verið hon, at
tá veljararnir eru ónøgdir, so fara
teir hóast alt manssterkir á val og
velja bara onkran annan ístaðin,
meðan tá tann amerikanski
veljarin er ónøgdur, so fer hann
ikki á val, tí valmøguleikarnir
eru ikki eins stórir, av tí at tann
politiska mentanin í USA fyri at
hava tveir stórar flokkar, sum
ráða fyri borgum, er somikið
sterk, sum hon nú einaferð er.
Eg havi higartil víst á orsøkir,
hví so fáir amerikumenn fara á
val. Eg vil tó staðiliga sláa fast, at
tað uttan iva eisini eru fleiri aðrar
orsøkir til, amerikumenn ikki eru
eins raskir at fara á val, sum vit
føroyingar og norðurlendingar
sum heild eru. M.a. kann tað vera
ein orsøk, at amerikanarir heilt
einfalt eru ikki áhugaðir í tí, sum
gongur fyri seg í Washington
og eru kanska meira áhugaðir í
teimum lokalu valunum. Tað er
jú ikki bara forsetavalið, sum
stendur á skránni 4.novembur,
men eisini val sum t.d. val av
sherifum, val av dómarunum
og ákærum, kommunval, val
til lóggávu tingini í statinum,
og so eru eisini fólkaatkvøður
um ymiskt, og alt hetta kann
gera tað, at fólk heldur hava
áhuga fyri hesum valum fram
um forsetavalið. Men hetta,
tað at tey demokratisku og
republikansku valevnini altíð
hava verið so lík, og tað, at tað
kann gera tað sama, um tú fert
á val ella ikki, vil eg pástanda,
er ein av høvuðsorsøkunum
til, at amerikumenn ikki kenna
eina so stóra trongd til at fara
á val, og so vil eg vísa á, at
tað hóast alt ikki er so stórur
munur á førda poltikkinum hjá
ávikavist demokratunum og
republikanarunum millum ár
og dag, og tí er tað óivað onkur
amerikumaður, ið hugsar, at tað
kann gera tað sama, hvønn eg
velji, tí tað verður ikki tann stóri
munurin á førda politikkinum hjá
tí, sum verður valdur, í mun til
tann, sum ikki verður valdur.
Niðurstøða
Og júst hetta síðsta v.v. tí at
republikanararnir og demo-
kratarnir eru rættiliga líkir
fari eg at koma nærri inná í
næstu greinini. Eg fari at vísa
á, at republikanararnir og
demokratarnir hava ført rættiliga
líkan politikk millum ár og dag,
og eg fari serliga at vísa á, at
tað er eingin orsøk til hjá okkum
føroyingum og vesturevropearum
sum heild at hava so stórt
sympati fyri demokratunum, sum
vit nú einaferð hava lyndi til at
hava, tí meðan eg eri samdur við
mongum í, at republikanararnir
ikki er ein flokkur, sum er verdur
at seta sín kross við, so vil eg
vísa á, at søgan hevur lært
okkum, at demokratarnir heldur
ikki er ein flokkur, sum vit skulu
hava nakra orsøk at seta okkara
kross við fram um nakran av
teimum smærru flokkunum í USA.
Tó so, so dugi eg at skilja, sum
eg eisini havi tosað um í hesi
greinini, at teir smærru flokkarnir
ikki nakran møguleika at fáa sítt
valevni valt inn í tað Hvíta Húsið,
og tí fari eg í míni seinnu grein
eisini at vísa á, hví eg so heldur
hevði valt Obama enn McCain,
um eg hevði skulað valt nakran
av teimum báðum valevnunum.
Í tí fjórðu greinini vendi eg
eygunum eitt sindur burtur frá
tí, eg havi tosað um í trimum
teimum fyrstu greinunum og fari
at tosa um ”proposition 8” valið,
sum hevur nógv størri áhuga í
býarpartinum, har eg búgvi, enn
hvat forsetavalið hevur. Tað valið
snýr seg um, hvørt tað longur
skal vera loyvt hjá samkyndum í
Kalifornia at gifta seg.