Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 210 - 31. oktober 2008 nøvn Føroysku eyka­luta­fyri­ tøkurna­r AMA í Ha­vn og Esma­r Simonsen á Ka­msda­li eru fa­rna­r í sa­msta­rv við FTZ Autodele & Værktøj A/S, sum er størsta­ heilsøla­n inna­n eyka­­ lutir til bila­r í Da­n­ ma­rk Handil Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Danska fyritøkan FTZ Auto­ dele & Værktøj A/S hevur keypt meirilutan í bæði Sp/ f AMA í Havn og eykaluta­ deildini hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali. FTZ er størsta heilsølu­ fyritøkan í Danmark innan eykalutir og amboð til bilar. Fyritøkan hevur 41 deildir í Danmark við meira enn 750 starvsfólkum. Árligi umsetningurin er yvir ein milliard krónur. Stjórin á FTZ Autodele & Værktøj A/S, Michael Juul Hansen, sigur, at hann væntar at nýggja samstarvið fer at vera til gagn fyri bæði føroysku fyritøkurnar og kundarnar. Í samrøðu við Bilradio á Rás2 siga Jákup Mikkelsen frá P/f Esmar Simonsen og Vagnur Johannesen frá AMA­billutir at teir vænta sær nógv av hesum nýggja samstarvinum. Serliga tí at teir kunnu hava størri vøru­ úrval og betri prísir til kund­ an. Ætlanin er eisini at útbyggja tænastuna við t.d. at koyra vørur út til kundar dagliga. Starvsfólkini hjá báðum fyritøkunum hava nú møgu­ leikan í samstarvi við FTZ at dagføra seg við øllum tí nýggjasta, sum kemur á marknaðin. Jákup Mikkelsen sigur, at hjá P/F Esmar Simonsen er tað einans deildin, ið selur eykalutir til bilar sum er við í samstarvinum við FTZ. Teir selja eisini t.d. Still trukkar og Texaco olju, sum ikki er við í FTZ­samstarv­ inum. Sáttmálin millum partar­ nar varð undirskrivaður hósdagin 30. oktober. FTZ keypt meirluta­n í AMA og Esma­r Simonsen Sáttmálin millum partarnar varð undirskrivaður hósdagin 30. oktober. Á myndini eru f.v.: Vagnur Johannesen, Menning Geyti, Ragnar P. Joensen frá Sp/f AMA, Jákup Mikkelsen frá P/ F Esmar Simonsen, og Finn Egerholm og Michael Juul Hansen frá FTZ Autodele & Værktøj A/S Mynd: Jens Kristian Vang Stutt fyri middag tann 8. oktober 1978 hendi ein ógvuliga sterk spreinging í Havn, sum skakaði nærum øll hús í býnum og hoyrdist til nærmastu bygdirnar. Spreingingin kom frá einum arbeisskúri ovarliga á Dalavegnum á eini trøð, sum var undir byggibúning. Í arbeiðsskúrinum vóru umleið 50 kilo av dynamitti og spreingiperlum, sum vóru atvoldin til spreingingina. Ein 25 ára gamal maður lat lív, og stórur skaði hendi á húsini í grannalagnum, og nógvir rútar brotnaðu. Umleið 50 hús fingu størri og smærri skaðar. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1978 Fyri 30 árum síðan: Spreinging kosta­ði eitt ma­nna­lív