fríggjadagur 31. oktober 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 • 31. oktober 2008
Vikuskifti
20
Bæði amerikonsku forsetaval
evnini føra í hesum døgum
valstríð við gyltum lyftum um
stórar broytingar í amerikonskum
politikki. Meiningakanningar vísa,
at veljarar halda, at búskapar
støðan hevur størstan týdning.
Harnæst siga tey flestu, at
spurningurin um yvirgang og
trygd framvegis hevur stóran
týdning fyri tey. Men ikki øll
trúgva, at valið fer at broyta
amerikanskan politikk stórvegis.
Ein teirra er Latha Varadarajan,
ið er professari í tjóðartrygd á
San Diego State University í
Kalifornia. Hon er sannførd um,
at ráðandi politikkurin í USA er
neyvt tengdur at vinnulívinum og
ávísum amerikonskum uttan
ríkispolitiskum áhugamálum.
Tann sum heldur, at amerikanskur
politikkur fer at broytast munandi
aftaná forsetavalið, verður
skuffaður. Í veruleikanum fara
hvørki John McCain ella Barack
Obama at broyta amerikanskan
politikk munandi, er niðurstøðan
hjá Lathu Varadarajan.
Meiningarkanningar hava
víst, at amerikanski veljarin
raðfestir búskaparstøðuna
ovast og spurningin um yvir
gang næst ovast. Men hvør
er veruligi munurin millum
forsetavalevnini í spurningum
um búskap og trygd? Eg hitti
Lathu Varadarajan á skrivstovu
hennara á San Diego State
University. Latha Varadarajan
er professari í tjóðartrygd og
granskar í sambandinum millum
búskaparstøðu og tjóðartrygd.
Eg visti, at Latha Varadarajan
hevði útint umfatandi gransking á
hesum økinum, og gjørdi tí av at
biðja hana siga sína hugsan um
búskapar og trygdarspurningin í
amerikanska forsetavalstríðnum.
Kapitalisman hevur
spælt fallit
Latha Varadarajan er sannførd
um, at búskaparstøðan verður
størsta avbjóðingin hjá tí sum
vinnur forsetavalið 4. november.
Sambært henni er kapitalistiska
skipanin, sum vit kenna hana
í dag, stóra orsøkin til heims
umfatandi búskaparkreppuna
Tann sum vinnur valið fer at
møta einum búskapi í kreppu,
mong hava mist hús og heim
ímeðan búskaparligi ójavnin
millum fólk veksur støðugt.
Eftir mínum tykki er ótamd
kapitalisma høvuðsatvoldin til
ringu búskaparstøðuna. Stóra
bjargingin av amerikonskum
fíggjarstovnum fyri stuttum
prógvar, at førdi búskapar
politikkurin í USA er miseydnaður.
Amerikanska stjórnin hevur hjálpt
stórum fyritøkum heldur enn at
hjálpa vanligum fólki. Miseydnaði
búskapar politikkurin hevur elvt til
stóra misnøgd hjá nógvum fólki,
vísir Latha Varadarajan á.
Obama og McCain
Bæði McCain og Obama føra
fram, at teir hava hvør sína
loysn uppá búskaparkreppuna.
Barack Obama førir fram, at
vegurin frammeftir er at veita
miðalklassanum størri skatta
lætta, umframt at krevja hægri
skatt frá teimum ið vinna mest.
John McCain vil ikki hoyra
talan um nakra skattahækking
og førir fram, at hetta fer at
føra búskapin í óførið. Fleiri
av viðhaldsfólkunum hjá John
McCain rópa ætlanirnar hjá
Barack Obama fyri sosialismu.
Latha Varadarajan heldur ikki,
at nøkur orsøk er til at vænta
tær stóru broytingarnar í
búskaparpolitikkinum Tað er
rætt, at onkur munur er millum
forsetavalevnini, tá tað ræður
um skattaviðurskifti, men báðir
partar tosa greitt um niðurskurð
í útreiðslum. Tí er neyðugt at
spyrja júst hvat verður skorið
av. Sum støðan er, er longu
nógv skorið av eitt nú sosialum
veitingum og útbúgvingarstuðli.
Báðir partar lova skattalætta,
men tað er týðandi at spyrja
hvussu partarnir ætla sær at
fíggja ymsu verkætlanirnar við
skerdum skatti. Fleiri hava ført
fram, at amerikanskar fyritøkur
longu rinda nógvan skatt í mun
til fyritøkur í øðrum londum,
men veruleikin er, at nógv hol
eru í skattalóggávuni. Hetta
elvir til, at nógvar teirra sleppa
undan at gjalda stórvegis skatt.
Hvussu ætla demokratarnir at
broyta USA við at skerja skattin
og útreiðslurnar, spyr Latha
Varadarajan.
Politikkurin í lummu
num hjá vinnulívinum
Hví er so stórur líkskapur millum
forsetavalevnini? Sambært
Lathu Varadarajan er størsta
ábendingin um líkskapin í
búskaparpolitikkinum hjá
ávikavist demokratum og
republikanarum: Sambandið
millum politisku flokkarnar og
vinnulívið. Hon er sannførd
um, at politisku flokkarnir og
amerikanska vinnulívið hanga
neyvt saman – Bæði Barack
Obama og John McCain stuðlaðu
bankabjargingunum, hetta er
ein ábending um, at teir helst
ikki eru so ólíkir, sum tað kann
tykjast summum. Tað er eisini
sera áhugavert, at báðir hava
fingið fíggjarligar veitingar frá
slíkum stovnum at føra valstríð
fyri. Eg haldi, at hetta eigur at
verða hugt nærri at. Orsøkin
til henda fíggjarstuðul er, at
privatar fyritøkur vilja gera alt
til, at politikarar veita teimum
lagaligar umstøður til at vinna so
nógvan pening sum møguligt. Eitt
nú vita vita vit, at demokratiska
varaforseta valevnið Joe Biden
gav stóra fíggjarstovninum
MBNA fyrimunir í sínum stati.
MBNA er størsti arbeiðsgevari í
statinum Delaware, ið Joe Biden
umboðar sum senatorur. Tað er
ikki minni áhugavert, at sonur
McCain og Obama
broyta einki
Forsetaval
Janus á Ryggi
stjórnmálafrøðilesandi á
Dan Diego State
University í Kalifornia
janusryggi@yahoo.com
Latha Varadarajan,professari í tjóðartrygd á San Diego State University í Kalifornia