Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 210 - 31. oktober 2008 – Vit byrjaðu uppá hesi húsini mitt í summar. Og vit vænta at tey verða liðug í januar ella februar komandi ár, siga teir báðir ídnu handverkararnir, Ditlev og Ludvík Lydersen. Mikudagin í hesi vikuni arbeiddu teir í einum húsum uttarlaga í Hvanna­ sundi. Tað ræður um at skunda sær, tí onnur arbeiði bíða teimum Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Hvannasund: Klokkan er farin at nærkast 12 og ein­ um góðum døgurðabita. Hetta tykist tó ikki at nerva teir báðar norðdepils­ menninar og feðgarnar, Ditlev og Ludvík Lydersen. Tann fyrrnevndi býr í Norð­ depli og hin á Viðareiði. Við hesi nýggju húsini í Hvannasundi er alt gjørt fyri, at arbeiðið skal kunna ganga skjótt og væl. Framm­ an fyri húsið stendur ein stórur arbeiðsskúrur við øll­ um tí, ið krevst til arbeiðið hjá einum handverksmeist­ ara sum Krissfinn Lyder­ sen. Her er skrivstova, goymsla til amboð og ann­ að, toilett og ein hitapumpa, ið hitar allan skúrin. Og her er eisini eitt stórt úrval av seymi og skrúvum, sum krevjast til bygging av ein­ um slíkum sethúsum. Teir báðir, Ditlev og Lud­ vík eru ídnir eftir at fáa hetta arbeiðið frá hondini. Men hjá teimum og arbeiðs­ gevara teirra, hinum bróður­ inum og soninum, Kriss­ finni ræður um at arbeiða soleiðis at tað ikki gongur út yvir góðskuna. – Vit mugu bara laga okk­ um eftir veðrinum. Í dag er ikki hugsingur um at arbeiða uttandura, siga teir báðir. Lív í bygdunum Fyri eina so lítla bygd sum Hvannasund hevur tað sjálv­ andi sín áhuga, at fólkatalið veksur og at bygdin kann mennast á øllum økjum. Í bygdini hevur kommun­ an gjørt sítt til at fólk skulu hava møguleika fyri at bú­ Tað er altíð nokk fyri hendur - Vit hava nokk at gera, siga norðdepilsmenninir, feðgarnir og handverkararnir Ditlev og Ludvík Lydersen Fríðtór Debes skal prædika í Afrika Týsdagin fer Fríðtór Debes (myndin) til Kenya í Afrika at prædika. Hann verður burtur í umleið tríggjar vikur í Nakuru í Kenya, har føroyingarnir Malena, Jens og Jósva Meitilberg eru. Tey hava verið har nøkur ár, har tey m.a. hava arbeitt við einum barnaheimi og einum kvinnuheimi. Fyri tveimum árum síðani var Fríðtór saman við øðrum í Kenya og helt møtir. Hetta vóru sera væleydnaði møtir, har hópurin av fólki kom og nógv komu til trúgv. Vágafólk bjóða til vikuskiftismøtir í Miðvági Hetta vikuskiftið verða vikuskiftismøti hildin í bygdarskúlanum í Miðvági. Tað eru Poul Færø og Dánial á Dul Jacobsen sum skipa fyri møtunum við stuðli frá missiónshúsunum og samkomunum í oynni. Møtini byrja í kvøld kl. 20 og halda fram til sunnukvøldið við talum, nógvum sangi. Hetta er fyrstu ferð at missiónshúsini og samkomurnar í Vágum standa saman um eina møtirøð. Sangluttøka er við eini trio, eini duett, solistum, sangbólkinum Ljós og gentukórinum G.O.G. Eftir møtini verður drekkamunnur.