Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 21 Nr. 210 • 31. oktober 2008 hansara eitt tíðarbil starvaðist fyri somu fyritøku. Líkskapirnir millum búskaparpolitikkin hjá teimum báðum ráðandi flokkunum, letir seg best greiða frá við at vísa á, at teir fáa fíggjarligan stuðul frá somu sløgum av fyritøkum, sigur Latha Varadarajan. USA verandi í Irak Meiningakanningar hava víst, at spurningurin um trygd og yvirgang hevur sera stóran týdning fyri nógvar veljarar. John McCain og Barack Obama hava tala fyri hvør sínari ætlan tá tað snýr seg um tjóðartrygd og hernaðarligu uppgávurnar hjá USA. Eitt nú hava forsetavalevnini hvør sína ætlan tá tað snýr seg um Irak. Latha Varadarjan metir ikki, at nøkur stórvegis broyting verður at síggja, tá valið verður av – Kríggið í Irak er stóri knúturin. Og tað kann tykjast sum, at valevnini hava ymsar loysnir á hesum økinum. John McCain tosar um at verða verandi í Irak til landið er trygt, ímeðan Barack Obama gevur lyfti um at flyta amerikanska hermegi úr Irak. Men politiski veruleikin vísir, at demokratarnir neyvan fara at halda orð. Hetta sæst eitt nú við, at demokratiski meirilutin í kongressuni í maj mánaða í ár veitti stuðul til eina ætlan hjá Bush um, at økja um talið á hermonnum í Irak. USA hevur sett sær fyri, at vera verandi í miðeystri. Náttúrligu orkukeldurnar í økinum, eitt nú oljan, er veruliga orsøkin til at USA ikki fer úr miðeystri. Bæði forsetavalevnini geva lyfti um at vera verandi í Afghanistan og at senda fleiri hermenn hagar. Hetta staðfestir, at munurin á trygdarpolitikkinum hjá teimum báðum í veruleikanum er evarska lítil. Onkrir smáir munir eru tó at hóma, eitt nú leggur Barack Obama størri dent á hernaðarligt virksemi í Pakistan til at basa yvirgangi, umframt at hann leggur størri dent á diplomati, vísir Latha Varadarjan á. Amerikonsk trygdaráhugamál Latha Varadarajan ásannar, at for­ setavalevini hava ymsar loysnir, men førir fram, at amerikanskur politikkur eisini fer at verða stýrdur av ávísum áhugamálum aftaná valið – Amerikanskur uttanríkispolitikkur snýr seg ikki um einstaklingar, men um ein ávísan hugsanarhátt, ið stýrir amerikonskum uttanríkispolitikki. Hesin hugsanarháttur broytist ikki við einum stjórnarskifti. Eg vildi satt at siga ynskt, at ein stór broyting kundi fara fram í amerikonskum politikki, men trúgvi eg tí? Nei tað geri eg ikki, sigur serfrøðingurin í tjóðartrygd, Latha Varadarajan at enda.