Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Býráðsvalið 2008 Havnin skal vera universitetsbýur Havnin skal vera granskingardepil Ungdómurin skal venda heim Lesandi eru góð arbeiðsmegi Útbúgving er framtíðar vinna Vit skulu skipa hægri útbúgving og gransking í Føroyum. Málið skal vera, at øll skulu kunna byrja og enda vanligar hægri útbúgvingar í Føroyum. Føroyskar útbúgvingar skulu vera so góðar, at útlendingar koma til Føroya at lesa. Vit skulu hava líka nógv lestrar- og lærupláss sum lesandi og lærandi. Tórshavnar kommuna skal ganga á odda, nú ið landið ger ikki nóg mikið. Kommunan skal skapa karmar um universitetsbýin Tórshavn. Tórshavnar Býráð hevur latið Fróðskaparsetrinum grund- stykki úti við Marknagil – um ikki landið játtar pening at byggja hóskandi universitetsbygning, so skal Havnin krevja grundstykkið aftur og finna aðra fígging til hesa neyðugu íløgu í Tórshavnar Skúladepil. Tórshavnar Skúladepil skal fevna um nøktandi nýmótans høli til undirvísing og gransking. Fyrilestarhøli skulu kunnu nýtast til mentanartiltøk, og bygningurin skal lúka øll krøv til byggilist, varandi orku, tørv hjá vitanarvinnu, atlit til brek, umhvørvi og samskipast við skúladepilin, ið landið (møguliga) byggir til miðnámsskúla. Lestrar- og vinnumøguleikar í Føroyum skulu vera so góðir, at føroyskur ungdómur kemur heimaftur at lesa og vinna. Á henda hátt verður fólkavøkstur og búskaparvøkstur, tí tey lesandi og húsfólk teirra gerast týðandi arbeiðsmegi í tænastuvinnu, sum parttíðarsett og í nýggjum vinnum. Hægri útbúgving og gransking eru framtíðarvinna. Gomul fólk eru ikki tað, tey vóru fyrr, eru tað helst fleiri, ið vilja vera við, og at tey, ið verða gomul um 5-10 ár, fara at seta onnur krøv til samfelagið, enn tað farandi ættarliðið hevur gjørt. Miðallivialdurin hækkar bæði hjá kvinnum og monnum, tí verða vit fleiri gráhærd tey komandi áratíggjuni. Tey flestu gomlu eru tó røsk og klára seg væl. Øll munnu vita, at umráðandi er at vera virkin og at hava eitt sosialt netverk alt lívið. Tí skal framtíðar samfelagið hava tilboð, ið lýkur teirra tørv. Vit mugu tó ásanna, at hægri livialdur óivað eisini hevur tað við sær, at fleiri verða, ið tørva hjálp. Umráðandi er at skipa eldraøkið soleiðis, at kommunan hevur/fær ábyrgdina og fær ta neyðugu fíggjarorkuna. Tað er av alstórun týðningi, at skipað verður soleiðis fyri, at tann bráðneyðugi tørvurin á ellis-/ røktarheimum verður nøktaður - ongantíð ov skjótt, og at vit samstundis leggja langtíðarætlanir fyri økið. Tað eru fleiri samfelagsmál, ið hava mín áhuga, men at umstøðurnar hjá teimum demenssjúku og avvarðandi teirra er mítt hjartamál, skerst ikki burtur. Hetta er ein so sera viðbrekin bólkur, ið kann væntast at vaksa í framtíðini, tí at miðallivialdurin hækkar. Tølini úr okkara grannalondum vísa, at 7% av teimum, ið gerast eldri enn 65 ár, eru í vanda fyri at gerast dement, og hesin títtleikin økist nógv, sum fólk eldast. Tí má takast atlit til henda samfelagsbólk, tá ið ráðleggjast skal. ÚtbÚgving SIGRÚN MOHR Nú er umráðandi at seta eldrapolitikk á dagsskránna Kommunan skal skapa karmar Havnin sum ráðstevnudepil vitanarvinna skapar vøkstur Fjølbroytni forðar fráflyting tórhavnar havn er flutningsdepil Føroya Tórshavnar kommuna má ganga á odda at skapa karmar fyri fjøltáttaðum búskapi. Havnin var upprunin til samhandil, handverk, útgerðarvirksemi eins og flestu aðrar vinnur í Føroyum. Í truplum tíðum skal kommunan økja um sítt íløguvirksemi og kveikja privata íløguhugin. Ferðafólk, sum koma til Føroy,a koma øll til høvuðsstaðin og skal Tórshavnar kommuna skapa bestu karmar fyri ferðavinnuna. Millum annað skal nýtt tjaldingarplássið gerast. Alskyns altjóða ráðstevnur verða hildnar í Føroyum. Kommunan eigur at marknaðarføra ráðstevnubýin Tórshavn og gera neyðugar íløgur í karmar um alsamt fleiri og betri tiltøk. Føroyingar manna vitnarkrevjandi størv um allan heim. Havnin eigur miðvíst at royna at fáa fólk at flyta heim aftur við at tryggja, at allar neyðugar fortreytir verða skaptar fyri at menna og reka vitanarvinnur úr Føroyum við alheiminum sum málbólki. Havnin er metropolur okkara, men vit mugu endurnýggja okkum at gera okkum verdug at vera tann spennandi miðdepulin í lívinum hjá bæði innføddum og tilfluttum havnarborgarum. Nógv útbygda samferðslunetið hevur við sær, at Tórshavnar Havn gerst depil fyri øllum sjóvegis flutningi úr Føroyum, sum frálíður helst eisini loftvegis. Tí má kommunan laga samferðslukervið í kommununi til henda veruleika og fult útbyggja flutningsdepilin Tórshavn. vinna