fríggjadagur 31. oktober 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Býráðsvalið 2008
Havnin skal vera orkusjálvberandi
Fjarhiti, jarðhiti, og vindorka økjast
Krøv skulu setast nýbygging
Ferðslutrygd og felagsferðsla tryggjast
Gongugøtur skulu binda býin saman.
Landsjørðin kring býin gerast kommunal
Tórshavnar kommuna skal ganga á odda at gera sínar
bygningar orkusparandi við jarðhita, ljóskyknum, hita
pumpum og aðrari tøkni.
Royndarhús skulu byggjast, so vit kunnu granska, hvussu
húsarhald kunnu brúka varandi og sparandi orkuskipanir
undir føroyskum fortreytum.
Tórshavnar kommuna skal ganga á odda at fáa alternativa
orku sum brennievni í bussum, ruskbilum og øðrum
akførum í kommunalari tænastu.
Fyri at minka um dálkingina, skal kommunan seta fokus
oljuspill, útlát og larm. Reglur og kunningarátøk um hetta
skulu gerast.
Lendisætlan skal gerast fyri kommununa, so atlit verða tikin
til framtíðar búseting, skrivstovuumhvørvi, langtíðarpark
ering, frítíð og náttúruuppliving, umframt virknan og
livandi miðbý.
Í øllum samferðsluútbyggingum skulu atlit takast til teirra, ið
bera brek. Spælipláss, býlingshús, ungdómshús og onnur
tiltøk at skapa trivnað skulu vera í nærumhvørvinum hjá
øllum borgarum.
Tórshavnar kommuna skal keypa Hoyvíkshaga, Húsahaga,
Glyvursnes og Kirkjubøreyn frá landinum eins og
kommunan á sinni keypti Flatnahaga. Kommunan skal
síðani skipa langtíðarbyggiætlan við traðarbrúkum,
rossagøtum, gonguleiðum, friðingum, skógplanting og
alskyns frítíðarmøguleikum.
Garðarnir í Miðbýnum skulu latast upp. Amtmansgarðurin,
Fútagarðurin og Sorinskrivaragarðurin skulu í samstarvi við
privatar garðar sum Boysensgarð gerast partur av algongd
um frítíðarumhvørvi í hjarta býarins. Teir partar av stóra
garði, ið kunnu endurreisast skulu laðast upp aftur og
gerast til alment ferðafólkamál.
UmHvørvi
ANNA LOUISA JOENSEN
Í Tórshavnar skulu
bæði fólk og fæ trívast
Cities for people er hugtak, sum
fleiri høvusstaðir í londum uttan um
okkum hava tikið til sín. Hetta ber í
sær, at býarpartarnir verða saman
bundnir við gøtum, har fólk kunnu
ferðast trygt og gott. Eisini skulu
støð verða, har hugnaligt er at
steðga á sum torg og urtagarðar.
Skulu øll kunna fáa sum best
burtur úr gjørdum íløgum, er
neyðugt at binda býin betur saman.
Tað skal bera til at lata børnini fara
á súkklu av Argjum og niðan í
Gundadal uttan at tey koma út í
vandamikla ferðslu. Gomul, ung
og rørslutarnað skulu kunna koma
úr Hoyvík og oman í miðbýin uttan
at verða undiroyst av vatni frá
tungari ferðslu. Á síni leið gjøgnum
býin, skuldi borið til at funni skjól,
um eitt groft æl kom og ymiskt
áhugavert skuldi verið at sæð.
Gamlir garðar sum Stórigarður
kundu verði endurreistir og smá
listarverk og annað, sum kann siga
sína søgu, hevði eisini gjørt at
ferðafólk høvdu fingið nógv meira
burturúr, tá tey komu at vitja høvuðs
staðin.
Í útjaðaranum skulu eisini gerast
gøtur til teirra, ið vilja út í náttúruna
at renna, súkkla ella túr á hesta
baki.
Øki skulu leggjast av til nógvar
ymiskar aktivitetir á hesari leiðini,
eitt nú mototbreyt og innhegningar
til hundar at renna frítt uttan at
veða til ampa hjá øðrum.
Tær gomlu bygdargøturnar, sum
binda Tórshavnar stórkommunu
saman, skulu eisini haldast við líka
sum ein ímynd av samanhaldi. Eitt
tílíkt kervi av gøtum, hevði gjørt
gott fyri fólkaheilsuna bæði ta
kropsligu og sálarligu vælveruna.
UmsorGan
Kommunal ellisheim skulu byggjast
Privatar eldraíbúðir skulu skipast
ansingartrygd frá vøggu í grøv
skúlaheim til lesandi
Fjølbroytt frítíðartilboð
samskipað kunning, vegleiðing og
tilboð til útlendingar og útisetar
Tórshavnar kommuna skal tryggja øllum borg
arum umstøður at búgva, virka og trívast.
Kommunan skal streingja á at fáa greitt
ábyrgdarbýti og í tí høpi staðfesta ansingar
trygd – og hvør veitir hana.
Enn standa hundraðtals eldri havnarborgarar
á bíðilista at sleppa á ellisheim. Alt ov fáar
nýggjar eindir verða bygdar. Tað er óvirðiligt,
at røktarkrevjandi eldri ikki kunnu fáa pláss á
ellis og røktarheimum, men eru noydd at
verða ansað við hús.
Kommunan skal byggja nóg nógv ellis
heim, sambýli og umlættingarstøð svar
andi til tørvin í kommununi. Eisini skulu í
býarskipanini økir setast av til privatar
eldraíbúðir, so fólk kunnu selja stór hús og
velja at flyta í egnaðar íbúðir, ið tey eiga
ella leiga.
Smábørn, eldri fólk og fólk við serligum
tørvi eiga líka sjálvsagt sum skúlabørn at
hava trygd fyri, at pláss er á dagstovni,
ellisheimi, røktarstovni, umlætting og
tílíkum. Hetta skal skipast sum ansing
artrygd.
Skal Havnin gerast universitetsbýur, skulu
kollegiir vera til taks hjá øllum lesandi.
Hesi skulu skipast sum partur av campus
umhvørvi nærhendis skúladeplum í býnum,
saman við tilboðum innan mentan, ítrótt,
trivnað og frítíð.
Havnarborgarar skulu sleppa framat sera
fjølbroyttum tilboðum innan frítíð og ítrótt,
eftirútbúgving og menning, so sum kvøldskúla,
list, sjónleik, tónleik, traðir, bátapláss,
gonguleiðir, fríøki, rossaleiðir, kaffistovur,
eftirútbúgving, miðbýarumhvørvi og byggilist.
Kanningar skulu gerast hvussu kommunan
kann luttaka við at byggja samskipað
baðiland og endurvenjingarmiðstøð.
Kommunan skal fara undir átøk at bjóða
útisetum og útlendingum vælkomnum heim.
Allir tilflytarar skulu fáa miðvísa vegleiðing á
viðkomandi tungumáli og tilboð, so tey gerast
virkin og vælkomin í býnum.