Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Býráðsvalið 2008 Skil á kommunalu fyrisitingina Beinleiðis valdan borgmeistara Breiðar semjur heldur enn samgongu móti andstøðu Samanleggingar eftirmetast Fleiri býráðslimir Í Tórshavnar kommunu skal borgmeistarin ikki býta út hvørt grundstykki og hvørja grindalykkju. Rættarstøðan skal ikki valdast, hvønn tú kennir. Greiðari mannagongdir, betri alment innlit, fullgóð kunning á heimasíðu, betri grundgev­ ingar og greiðir kærumøguleikar skulu skipast. Borgmeistarin eigur at vera beinleiðis valdur at standa á odda fyri útinnandi valdinum hjá kommununi. Um hetta ikki verður skipað beinleiðis í kommunulógini, skal nývalda býráðið skriva út vegleiðandi fólkaatkvøðu beint eftir býráðsvalið. Valda býráðið skal umrøða øll mál nøktandi og royna at finna breiðar og varandi semjur, uttan nakra djúpa gjógv ímillum samgongu og andstøðu. Bygdunum uttanum Havnina má tryggjast nóg gott tænastu­ støði og viðvirkan í politisku tilgongdini. Tí mugu saman­ leggingarnar eftirmetast og tær fólkavaldu lokalnevndirnar styrkjast. Tórshavnar kommuna eigur at hava fleiri býráðslimir. Skal kommunan hava nærdemokrati, má í minsta lagi ein býráðslimur vera fyri hvørjar túsund íbúgvar. UmSkipan HEÐIN D. POULSEN Samskipan og samstarv! Hóast ríkiligt er av jørð kring høvuðsstaðin, er eingin langtíðar­ ætlan gjørd. Ein av orsøkunum er, at kommunan ikki eigur jørðina kring býin, men landið. Tí skal kommunan fáa møguleikan at gera sum gjørt var við Flatnahaga og keypa alla almennu jørðina kring býin. Tá kann Tórshavnar kommuna skipa langtíðarbyggiætlan og skipa býin sundur í ymisk økir. Nógvir barnagarðar eru í kom­ mununi, men stórur munur er á tænastunum, teir ymisku stovnarnar veita. Á summum stovnum fáa børnini mat hvønn dag, á øðrum eru foreldur noydd at smyrja mat­ pakkan nærum hvørt kvøld. Summ­ ir stovnar hava fleiri ráðlegg­ ingardagar um árið, har foreldur mugu taka frí fyri at ansa børnini í vanligari arbeiðstíð, ímeðan aðrir stovnar skipa soleiðis fyri, at starvsfólkafundir ikki órógva upp­ latingartíðir hjá stovninum. Hetta eru bert tvey út av mongum dømum. Ikki kann vera rætt, at tey tilboð, sum standa borgaranum í Tórshavn í boði, eru so mikið ymisk, serliga tá hugsað verður um, at gjaldið er tað sama. Tí má kommunan skipa soleiðis fyri, at allir stovnar koma at bjóða somu góðu tænastuna. Vantandi planlegging og mangl­ andi samskipan sum hesar skyldast at verandi polarisering í Tórshavnar býráð, ið hevur havt við sær klandur og alment stríð ímillum býráðslimirnar. Hetta óskilið hevur havt við sær, at ongar langtíðar semjur um framtíðina hjá Tórshavn eru samtyktar, tí tað altíð bert er ein spurningur um, hvør hevur betri manning í skotgrøvunum. Sjálvstýrisflokkurin vil steðga klandrinum og syrgja fyri samstarvi tvørturum skotgravir, flokkar og valskeið. MICHAEL H. FELDBALLE HANSEN Universitetsbýurin Tórshavn Tað føroyska universitetið er longu væl rótfest her í høvuðsstaðnum. Men tað er ikki nøkur sjálvfylga, at Tórshavn heldur á sum universitetsbýur. Her eru tørvur á broytingum, so at tað verður meiri hugaligt at búgva og lesa í Tórshavn. Fyrst og fremst verður neyðugt, at undirvísingarhølini verða løgd nærri hvør at øðrum. Sum er liggja hølini spjødd runt í miðbýnum. Hetta gevur eina romantiska mynd av at lestrarlívið er knýtt at miðbýarøkinum, sum einki hevur við veruleikan at gera. Trupulleikin er fyrst og fremst møgu­ leikarnir at ferðast ímillum tey ymisku hølini/deildirnar. Sum lesandi á Fróð­ skaparsetrinum, havi eg havt undir­ vísing á fleiri ymiskum støðum í býnum sama dag. Tað er ikki lætt at koma runt, og tað er við til at oyðuleggja møguleikan fyri einum góðum og mennandi lestrarumhvørvið. At samla tær ymisku útbúgvarnar í einum universitetsøki, loysur hesar trupulleikarnar. Felags undirvísingar­ høli og felags lestrarumhvørvi er til gagns fyri øll lesandi, líkamikið hvat lisið verður. Í Tórshavn er ein serligur møguleiki at gera eitt universitet, sum hevur allar lestrarmøguleikar á einum øki. Í Marknagilið er hetta øki, sum kundi gjørt Tórshavn til ein dragandi lestrarbý. FELAGSGREIN Sjálvstýrið stillar upp til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu Sjálvstýrisflokkurin ætlar sær at vinna sæti aftur í Tórshavnar Býráð. Sjálvstýrisflokkurin væntar við einum ella tveimum umboðum at gerast tungan á vágskálini eftir valið. Sjálvstýrisflokkurin stillar fýra valevni upp til kommunuvalið. Tey eru: Anna Louisa Joensen Heðin D. Poulsen Michael H. Feldballe Hansen Sigrún Mohr Sjálvstýrisflokkurin hevur valt at stilla fá valevni upp, so at tey øll koma í býráðið antin sum valdir býráðslimir ella sum varaumboð. Sjálvstýrisflokkurin hevur til býráðsvalið samtykt valskrá. Flokkurin leggur dent á útbúgving, umhvørvi, umsorgan, umskipan og vinnu. Valskráin er prentað í hesum valblaðnum saman við greinum um tey uppstillaðu. Sjálvstýrisflokkurin fekk á løgtingsvalinum næstan 1.000 atkvøður í Tórshavnar kommunu – og við stórari framgongd í limaskaranum væntar flokkurin av álvara at gera seg galdandi á býráðsvalinum.