Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 31. oktober 2008 33 Stutt Sagt Palin næstu ferð? Fleiri amerikanskir fjøl­ miðlar vænta, at tapa John McCain og Sarah Palin valið týsdagin, fara republ­ ikanararnir at stilla Sarah Pahlin upp sum forsetaval­ evni á valinum um fýra ár. Sambært fjølmiðlunum er Sarah Palin ein umstrídd­ ur persónur innanhýsis í republikanska flokkinum. Tað eru tey, sum halda, at við henni hevur flokkurin fingið ein persón, sum kann endurnýggja uppfat­ anina av flokkinum, sum ikki hevur verið serliga jalig tey seinastu árini. Onn­ ur halda, at hon hevur skað­ að valstríðið hjá McCain, og at flokkurin eigur at fáa hana av pallinum sum skjót­ ast aftan á valið týsdagin. ­ Tað er einki at ivast í, at Sarah Palin kann røkka langt, og at hon eisini hev­ ur sett sær tað sum mál. Men spurningurin er, hví og til hvat. Vit vita ikki, hvørt hon hellir til hug­ myndafrøðina hjá Bush ella Reagan. Tað tosar hon ikki um. Hon bara.... tosar, skrivaði tann kon­ servativa Paggy Noonan í einari grein í blaðnum Wall Street Journal fyri stuttum. Aðrir konservativir repu­ blikanarar hava bent á sama borðið, teirra millum David Brooks, George Will, Kathleen Parker og David Frum. Hesin seinasti hevur sagt, at Sarah Palin er ivaleyst væl umtókt millum teir trúføstu veljararnar hjá republikanska flokkinum, men at hon útvegar ikki flokkinum aðrar atkvøður. Men tað eru eisini repu­ blikanarar, sum styðja vara­ forsetavalevnið, teirra mill­ um Richard Viguerie. Í einari blaðgrein nú um dagarnar skrivaði hann, at Sarah Palin hevur givið republikanska flokkinum eitt nýtt andlit, og haraftur­ at umboðar hon ein lands­ lut og ein stætt, sum van­ liga ikki hava verið á ovastu rók í flokkinum. Blaðstjórin á Weekly Standard, Fred Barnes, er eisini hugtikin av Palin. ­ Um republikanararnir skilja tað ella ei, so hevur Sarah Palin stóran týdning fyri flokk teirra, og teir gera eitt stórt mistak, um teir lata hana fara í gloymskuna aftan á valið, skrivar hann. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Forðaði løgmálaráðið kanningunum í Blekingegøtu- málinum, skal alt kannast av nýggjum Brian Mikkelsen, løgmálaráðharri) útlond Í Kolombia hava fleiri leiðandi heryvirmenn fingiðsekkin, eftir at herurin hevur funnið loyniligar hópgravir Forsetin í Kolombia, Alvaro Uribe, hevur enn eina ferð víst, at hann er ikki bangin fyri at seta seg upp ímóti hervaldinum. Í gjár boðaði hann frá, at tríggir av lands­ ins ovastu generalum og 24 aðrir yvirmenn í stjórnarher­ inum hava fingið sekkin. Orsøkin til avgerðina hjá forsetanum er, at myndug­ leikarnir hava funnið hóp­ gravir við líkunum av 19 ungum monnum, sum hvurvu úr fátækrabýlingin­ um í høvuðsstaðnum Bog­ otá. Sambært ákæruvaldin­ um upplýusti herleiðslan, at teir 19 menninir vóru upp­ reistrarmenn, og at teir vóru falnir í bardaga við stjórnar­ herin. Endamálið var at útvega herinum rós og hans­ ara leiðarum viðurkenning, skrivar AP. Mannarættindafelagsska pir í Kolombia siga, at her­ menninir burturfluttu teir ungu menninar, sum fyrst fingu tilboð um arbeiði. All­ ir 19 vóru av fátækum fólki og teir flestu heimleysir. Teir tríggir generalarnir hava góðtikið uppsagnirnar, men teir halda uppá, at teir vistu einki. Tempelhof­flogvøllurin bleiv tikin í nýtslu í oktober í 1923 og var tann fyrsti vinnuligi flogvøllurin í heim­ inum. Tann kendi flogvall­ arbygningurin bleiv bygdur , eftir at nazistarnir vóru komnir til valdið í Týsk­ landi. Hann er triðstørsti bygningur í heiminum aftan á Pentagon í Washington og ta risastóru borgina hjá fyrr­ verandi rumenska einaræðis­ harranum Nicolae Ceau­ sescu í Bukarest. Tempelhof­flogvøllurin gjørdist kendur um allan heimin, tá USA, Bretland og Frakland skipaðu fyri teirri kendu loftbrúnni fyri at hjálpa fólkinum í Vestur­ berlin, tá Sovjetsamveldið stongdi allar farleiðir til býin. Í 11 mánaðir fingu teir 2,5 milliónir íbúgvarar­ nir í Vesturberlin allar sínar nýtsluvørur ígjøgnum luft­ ina, og tað vóru bara 90 sek­ undir ímillum, at flutnings­ flogførini settu seg á Tempelhof. 41 bretskir og 31 amerik­ anskir flogskiparar doyðu av vanlukkum undir tiltakin­ um, og teimum til heiðurs stendur ein minnisvarði á tí søguliga flogvøllinum, sum nú fer í søguna. Søguligur flogvøllur fer í søguna Tað seinasta flogfarið fór úr Tempelhof í ghárkvøldið Mynd: AP Myrdu ósek fólk fyri at fáa viðurkenning Generalarnir Luis Roberto Pico Hernandez, José Joaquin Cortes og Paulino Coronado siga seg vera ósekar Mynd: EPA Fýra dagar undan forsetavalinum er Barrack Obama sjey prosentstig frammanfyri Barrack Obama heldur tørn í valstríðnum upp undir forsetavalið týsdagin. Sam­ bært teirri seinastu mein­ ingakanningini, sum Reut­ ers og Zogby hava latið gera, hevði Obama fingið 50 prosent av atkvøðunum og John McCain 43 prosent, um valið var nú. Hetta er sama úrslit, sum ein tilsvarandi kann­ ing í gjár vísti. Tøl hjá Nielsen Media Research vísa, at 33,6 milli­ ónir amerikanarar sóu rekl­ amusendingina, sum bleiv send á teimum trimum sjónvarpsstøðunum CBS, NBC og Fox gjáranáttina. Sendingin vardi ein hálvan tíma og kostaði Obama einar 25 milliónir krónur. Í gjárkvøldið var Obama aftur á skíggjanum, hesa­ ferð í sendingini „The Daily Show“ hjá Jon Ste­ wart. 3,6 milliónir amerik­ anarar fylgdu við sending­ ini, og so nógvar hyggjarar hevur sendingin ikki havtr fyrr, skrivar AP. Gamla metið var 2,9 milliónir hyggjarar, og tað bleiv sett, tá kona Obama, Mic­ helle, var gestur hjá Jon Stewart. Obama heldur tørn Barrack Obama er sjey prosentstig framman fyri John McCain Mynd: AP Í gjár fór tað seinasta flogfarið á flog av Tempelhof-flogvøllinum í Berlin